top of page
Stýrisskipan
Ráðið verður sambært reglugerðum felagsins valt á ársaðalfundi, og kann í mesta lagi verða sett saman av 11 ráðslimum. Ráðið skipar seg á skipanarfundinum við forseta, varaforseta, skrivara, fíggjarstóra og altjóða skrivara. Ráðið er hægsti myndugleiki MFS og virkar sum savningardepil fyri virksemi hjá felagnum.
Ráðið hevur fýra fastar ráðsnevndir. Tær eru altjóða nevndin, lógarbroytingarnevndin, samskiftis- og marknaðarførslunevndin og útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin.
Ráðið samstarvar eisini við aðrar nevndir. Tær eru Ráð Teirra Lesandi, Aalborgnevndin og Keypmannahavnarnevndin.
Umframt hetta hevur MFS eina altjóða ambassadørskipan, har vit hava ambassadørar úr londum, har føroysk lesandi eru.
bottom of page