Stevnumið
Samtykt á eykaaðalfundi tann 6. februar 2020
Um felagsskapin
Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er partapolitiskt óheftur felagsskapur, sum málrættaður arbeiðir fyri at betra og røkka málum, ið eru viðkomandi fyri øll lesandi undir hægri lestri í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Felagsskapurin arbeiðir fyri at útbúgving verður raðfest, samstundis sum vit verja tey virðir og tey mál, sum eru tengd at útbúgvingarvirksemi, og sum ávirka lesandi og samfelagið.
Í altjóða rúminum arbeiðir MFS fyri at gerast viðurkendur javnlíki við aðrar felagsskapir. Á hendan hátt kunnu vit vinna okkum kunning og vitan um tað, sum rørir seg á altjóða útbúgvingarøkinum, og draga tað inn í føroysk viðurskiftir. Vit stremba eftir, at føroyska útbúgvingarøkið er tíðarhóskandi, og stendur seg væl sum ein partur av altjóða útbúgvingarstreyminum.
Í millumtjóðasamstarvum vinna vit okkum eisini vitan um, hvussu aðrir felagsskapir reka sítt virksemi, soleiðis at vit á bestan hátt kunnu flyta MFS framá, við at vinna tey mál, sum eru sett. Heimurin gerst alsamt meira globaliseraður, og fyri at tryggja flytbari og góðsku, er tað umráðandi at føroyska útbúgvingarøkið líkur altjóða krøv.
Útbúgving sum vegurin fram
Sambært the Organisation for Economic Co-operation and Development (OECD) er útbúgving ein lykil til búskaparligan vøkstur. Útbúgving er ein av grundarsteinunum í samfelagnum, og eitt tað týdningarmesta tilfeingið er eitt væl útbúgvið fólk. Tí skal útbúgving raðfestast sum ein samfelagslig íløga.
Hóast búskaparligar fyrimunir, eiga hesir fyrimunir ikki at undirmeta ella skugga fyri øðrum týdningarmiklum samfelagsligum ágóðum, ið eisini stava av útbúgving.
Útbúgving skapar vitan og tilvitsku, sum gevur einstaklinginum øktar møguleikar at virka og luttaka í samfelagnum. Útbúgving er við til at styrkja fólkaræðið, og eggjar tí einstaka til kritiska og konstruktiva hugsan.
Góðska í útbúgving
Útbúgving kostar, men eigur at verða sædd sum ein samfelagslig íløga heldur enn ein útreiðsla. Tí eiga útbúgvingarstovnarnir at fáa neyðuga og nøktandi fígging til ikki einans at reka, men eisini menna lestrarumhvørvið og at virka undir sømiligum treytum. Hetta skal m.a. vera við til at eggja starvsfólki at granska og skapa egið tilfar, og á hendan hátt fáa sett ein serføroyskan og háaktuellan dám á undirvísingina við útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Harvið gerst útbúgvingin enn meir viðkomandi fyri føroyska samfelagið og gevur lesandi á føroysku stovnunum ein fyrimun at virka í Føroyum.
Ein góð og viðurkend útbúgving krevur, at útbúgvingarstovnarnir hava hægstu góðsku og uppfylla altjóða aðalkrøv. Fyri at hetta skal vera veruleiki er neyðugt at hava innanhýsis og uttanhýsis skipanir, ið góðskutryggja útbúgvingarstovnar, útbúgvingar, læringsbýti og framfaringarhættir, umframt skipanir, sum tryggja at leistirnir eru í tráð við altjóða yvirlýsingar. Hetta tryggjar føroysku útbúgvingunum kappingarføri og viðurkenning í altjóða høpi. Tí eiga Føroyar sum tað fyrsta at gerast limur í Bologna-tilgongdini.
Akademiskar útbúgvingar skulu vera granskingagrundaðar, har tann nýggjasta granskingin skal vera partur í frálæruni, meðan professiónsbachelorarnir skulu verða praksisgrundaðir, har sambandið millum frálæru og praksis skal innganga í frálæruni. Samstundis eiga lærarar og undirvísarar á øllum útbúgvingum at hava royndir innan sítt øki, umframt at verða lærd í námsfrøðiligum frálæruháttum, óansæð yrki.
Góðska og útbúgving kunnu ikki skiljast at, og tey lesandi skulu tí altíð krevja, at góðskan á útbugving teirra er í hásæti. Lesandi eru tilskilað rættin at hava ávirkan á bygnað og innihald á útbúving sínari.
Útbúgving uttanlands
Ein avbjóðing í føroyska útbúgvingarkervinum er lága íbúgvatalið, og tað er tí trupult at útvega eins fjøltáttaðar útbúgvingar sum í grannalondum okkara. Tískil eigur samfelagið at stuðla teimum, sum fara uttanlands at nema sær útbúgving. Eins og tey lesandi í Føroyum geva samfelagnum eitt jaligt ískoyti, eru føroysk lesandi uttanlands ein umráðandi liður í menningini av føroyska samfelagnum. Lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands skulu hava javnbjóðis fíggjar- og lestrarkor.
Útbúgving fyri øll
Allir samfelagsborgarar skulu hava rættin til at nema sær eina útbúgving uttan mun til kyn, kynsligan samleika, politiska áskoðan, átrúnað, húðalit, aldur, brek, fysiskar og sálarligar avbjóðingar, tjóðskaparligt, sosialt og etniskt upphav v.fl.. Hetta er eisini eitt av teimum 17 heimsmálunum fyri burðardyggari menning hjá Sameindu Tjóðum, har ið øll skulu hava atgongd til eina hægri útbúgving við høgari góðsku
Fólk við serligum tørvi og foreldur at børnum við serligum tørvi skulu hava møguleika at nema sær útbúgving á jøvnum føti við onnur uttan somu avbjóðingar. Her krevst ein breið skipan, sum tekur hond um tey viðurskifti, sum liggja í hesum avbjóðingum. Sum partur av skipanini eiga sosialar serveitingar og amboð at verða fingin til vega, sum kunnu slóða fyri leiðini hjá fólki við serligum tørvi.
Tað skal ásetast við lóg, at allir hægri útbúgvingarstovnar skulu taka hædd fyri og veita hjálp og neyðugu amboðini til fólk við skerdari hoyrn, orðblindni, talblindni, skrivi- og lesitrupulleikum o.s.fr.. Hetta er eisini ásett í sáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum um rættindi teirra ið bera brek. Sambært grein 24, stk. 5 skulu limalondini tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa høvi til at stunda hægri lestur, vinnuútbúgving, vaksnamannaútbúgving og læring fyri lívið uttan mismun og á jøvnum føti við onnur. Til at røkka hesum endamáli, skulu limalondini tryggja, at rímiligar umstøður verða veittar fólki, ið bera brek.
Ábyrgdin at tryggja, at hendan hjálpin verður veitt á einum virðiligum støði, skal liggja hjá útbúgvingarstovninum og almennu mynduleikunum, og ikki bert hjá tí einstaka lesandi.
Mismunur vegna kyn og kynsligan samleika
Einstaklingar eiga ikki at verða fyri beinleiðis og óbeinleiðis mismuni vegna kyn og kynsligan samleika. Samfelagið eigur at raðfesta javnstøðu millum kyn og kynsligan samleika, og leggja ætlanir á útbúgvingarstovnum, ið geva øllum javnbjóðis rættindi og ávirkan.
At gerast við barn eigur ikki at vera ein forðing fyri at gjøgnumføra útbúgving, og eigur samfelagið at stuðla lesandi, ið gerast foreldur undir lestri.
Krops- og sálarheilsa javnsetast
Tað er av alstórum týdningi, at kropsligar og sálarligar avbjóðingar verða javnstillaðar, og hetta skal eisini verða galdandi, tá talan er um viðgerðartilboð til slíkar avbjóðingar. Vánaligar umstøður skapa avbjóðingar fyri einstaklingin. Dentur skal verða lagdur á at betra umstøðurnar, tí við betri umstøðum verða færri avbjóðingar. At fara undir hægri útbúgving skal verða eitt lopfjøl til eitt betri lív fyri øll.
Sosialt upphav
Tað er sera umráðandi, at øll hava atgongd til hægri útbúgving. Eins týdningarmikið er tað, at øll hava somu fortreytir at taka støðu til, um tey ynskja at byrja á einum hægri útbúgvingarstovni. Soleiðis skal sosialt upphav, fíggjarligt bakland o.a. ikki verða ein forðing hjá tí einstaka. Tað er ábyrgdin hjá føroyska samfelagnum og foreldrum í felag at tryggja hesar fortreytir frá barnsbeini av.
Atgongd til lívslanga læring
Aldur eigur ongantíð at verða ein forðing fyri at fara undir hægri lesnað ella at gjøgnumføra eina útbúgving. Samfelagið broytist støðugt, og tí eiga øll at hava møguleika at fara undir hægri lesnað seinni í lívinum, ella at broyta útbúgvingarleið. Eisini er tað umráðandi, at vegleiðing altíð er tøk til hesar avgerðir.
Atgongd til útbúgving kring landið
Atkomileiki til hægri útbúgving skal ikki vera tengdur av, hvar í landinum ein býr. Tí skulu ferðslumøguleikarnir til útbúgvingarstovnar verða so góðir sum gjørligt frá øllum oyggjum. Vit eiga áhaldandi at menna fjarlestrarmøguleikar og lesiumstøður kring landið. Eisini skal verða møguligt hjá teimum, sum hava tørv á tí, at búseta seg nærri útbúgvingarstovninum, meðan tey eru undir útbúgving.
Lestrarkor
Góð lestrarkor hava við sær eitt trygt støðufesti hjá tí lesandi. Hetta er av alstórum týdningi fyri at økja um talið av fólki, sum fullføra sína útbúgving. Tískil er tað ein røð av átøkum, sum eru neyðug fyri at tryggja hetta støðufestið.
Fyri at skapa góð lestrarkor er tað av alstórum týdningi, at tað gerst fíggjarliga ráðiligt og liviligt at vera undir lestri, og at bústaðir eru kostnaðarliga atkomiligir. Eitt gott og sosialt lestrarumhvørvi skal raðfestast, og lestrarstovnarnir skulu fáa bestu rammur at dríva sítt virksemi á einum samlaðum stað, soleiðis at starvsfólk og lesandi á stovninum koma hvørjum øðrum við í tí dagliga.
Ein sømiligur lestrarstuðul
Lestrarstuðul eigur at verða latin lesandi, soleiðis at tann lesandi kann fáa bestan úrdrátt úr lestrartíðini. Lestrarstuðul er ein fortreyt fyri, at øll hava møguleikan at nema sær útbúgving. Atgongd til útbúgving skal ikki vera tengd at fíggjarligu støðuni hjá tí einstaka.
Kanningar vísa, at ein góður lestrarstuðul minkar um fráfall á útbúgvingum, og er tískil við til at skapa betri úrslit fyri útbúgvingarstovnarnar.
At vera lesandi er eitt fulltíðaryrki og eigur lesturin tískil at hava hægstu raðfesting hjá tí lesandi. Lestrarstuðulin eigur at veita fíggjarligu karmarnar, so at tað ikki er neyðugt at arbeiða afturat lesnaðinum. Lestrarstuðulin skal endurspegla livikostnaðan í samfelagnum.
Bústaðarmøguleikar
Lestrarbýli eru við til at styrkja samanhaldið millum lesandi, sum tvørtur um lestrarleiðir kunnu fáa felagsskap við onnur lesandi í landinum. Við styrkta samanhaldinum, økist trivnaðurin. Atgongd til lestrarbýli eigur at verða tryggjaður rættur hjá øllum lesandi. Eisini eiga fleiri lestrarbústaðir at verða bygdir til sama endamál.
Eitt gott lestrarumhvørvi
Eins og lestrarbýli eru við til at skapa trivna, eru teir fysisku karmarnir um útbúgvingarstovnin eisini trivnaðarskapandi fyri tey lesandi. Tískil er ein miðsavnan av øllum útbúgvingunum sera týdningarmikil, og eigur at verða raðfest rættstundis. Eisini eiga útbúgvingarstovnar at fáa neyðugu fígging til at røkja og menna teirra virksemi.
Eitt gott lestrarumhvørvi er eitt trygt lestrarumhvørvi. Í einum tryggum lestrarumhvørvi skal eingin verða fyri mismuni. Niðurgerandi orð og gerðir eiga ikki at koma fyri. Einstaklingar, ið hava verið úti fyri einhvørjum ágangi ella ampa eiga at hava onkran at venda sær til.
MFS og politiska skipanin
Fyri at tryggja bestu korini fyri lesandi í Føroyum og føroyskum lesandi uttanlands hevur tað alstóran týdning, at lesandi verða hoyrd, tá spurningar, sum viðkoma lesandi, eru til viðgerðar.
MFS er hoyringspartur hjá Føroya Løgtingi og Landsstýri, og skal fáa boð um hoyringsskriv og hava møguleika at viðmerkja hesi, tá ið uppskot, ið eru viðkomandi fyri lesandi skulu viðgerast.