top of page

Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í Keypmannahavnarøkinum til kotingararbeiði í sambandi við PISA 2025.


Arbeiðið er býtt í tveir bólkar, og tørvur er á tveimum fólkum til hvønn bólkin. Arbeiðið við at kota verður gjørt í samstarvi við Danmarks Statistik.

Kotingartíðarskeiðið fevnir um umleið 2-3 vikur pr. eind í tíðarskeiðnum frá 22. apríl til 16. juni 2025.

Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu arbeitt verður í tíðarskeiðinum. Her sæst, hvørjir dagarnir eru, ið ein fær til at lesa kotingartilfarið, nær upplæringin í at kota er, og í hvørjum tíðarskeiðið kotað verður.

Kravið til lestrarstørvini er, at tú ert lesandi á hægri lestri og ert von/vanur at hugsa abstrakt. Um ein skal kota økini ”Mat og Science”, er tað ein fyrimunur, at einum dámar at arbeiða við tølum.

image.png

Bólkur 1 (Grønur) er tann bólkurin av kotarum, sum byrjar fyrst og kotar “Science” og síðan heldur fram og kotar “Mat.”.


Bólkur 2 (reyðgulur) er bólkurin, sum kotar “Reading” og “ISCO/Branchekodning”.


Tímaløn verður veitt sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og er í løtuni 153,45 + feriuløn 12% um tíman.


Vilt tú vita meir um lestrarstarvið kanst tú seta teg í samband við Moniku Klingsbjerg-Besrechel frá Danmarks Statistik: MOM@dst.dk


Áhugað verða biðin um at senda eina umsókn til lestrarstarvið í seinasta lagi 10. apríl 2025 til Próvstovuna: provstovan@provstovan.fo ella asa@provstovan.fo

 

Próvstovan

29. mars 2025

© 2024 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 |  100 - Tórshavn

bottom of page