top of page

Skráset teg til løgtingsval

Luttøka er ávirkan

MFS vil tryggja at lesandi mest møguliga ávirkan á lestrarviðurskiftir í Føroyum. Tað er hugsjónin hjá MFS, at besta ávirkanin fæst við luttøku. Avgerðir verða tiknar av teimum, ið luttaka. Tí vil MFS heita á øll lesandi at luttaka á løgtingsvali og á tann hátt vera við, tá ið avgerðir verða tiknar.

Lesandi uttanlands

Í samband við løgtingsval í Føroyum hava føroyingar staddir uttanlands í lestrarørindum, møguleika at luttaka á løgtingsvali umvegis brævatkvøðu. Áðrenn tað er gjørligt at atkvøða umvegis brævatkvøðu, skulu lesandi uttanlands søkja um upptøku á løgtingsvallistanum í teirri kommunu í Føroyum, har tey seinast vóru skrásett í fólkayvirlitinum.

 

Nær skal søkjast

Umsóknin skal verða móttikin og avgreidd í kommununi í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin. Summar kommunur taka ímóti umsóknum, ið er skannaðar inn og sendar teimum, um tað tekur ov langa tíð at senda umsóknina við posti.Tað er ymiskt, hvussu langa tíð tær ymsu kommunurnar brúka at avgreiða umsóknirnar, men umleið ein vika fer við málsviðgerðini. Hetta ber í sær, at lesandi, ið vilja vera vís í at sleppa at atkvøða, eiga at senda umsóknina um upptøku á vallistanum í seinasta lagi 4-5 vikur áðrenn valdagin.Tað ber til at søkja um upptøku á vallistanum alt árið – óansæð um tað er valár ella ikki. Fyri ikki at koma í tíðarneyð, kann tað verða ein fyrimunur at senda umsóknina í góðari tíð. Á henda hátt verður bert eftir at avgreiða sjálva atkvøðuna, tá valið verður útskrivað.Mannagongdin at søkja um upptøku á vallista er tann sama líka mikið hvar í heiminum ein lesur.

 

At velja

Er ein ikki í Føroyum, kann ein senda brævatkvøðuna longu fýra mánaðar, áðrenn valið er. Tað er tó helst er lættast at bíða, til allir vallistarnir eru klárir, so ein veit, hvat er at velja ímillum. Er ein hinvegin í Føroyum, tá valið er (t.d. í summarferiu), so kann ein fara á valstaðið sjálvt at velja, um ein er á vallistanum. Ein skal bara hava prógv við.Vil ein senda brævatkvøðu úr Danmark til føroyska valið, ber til at fara til somu støð, sum danskir borgarar brúka til donsk val. Fyri at brævatkvøða uttanfyri danska ríkið, skal ein møta á føroyskari ella danskari sendistovu ella konsulati. Í báðum førum skal tað vera við prógvi, t.d. eitt pass. Sendistovurnar ella konsulatini hava so eitt pappír, ið ein skal skriva navnið (við tilskilan til flokkin, um viðkomandi er í einum flokki), flokkin ella bókstavamerkið hjá einum flokki, ið ein vil atkvøða fyri, á.Um tað er langt at fara til konsulat ella sendistovu, kann tað vera eitt hugskot at tryggja sær, at tey hava fingið pappírini sendandi, ið ein skal brúka til at atkvøða. Vanliga vera hesi send sendistovum/konsulatum, tá seinasta freist at halda val nærkast, ella tá val verður útskrivað í ótíð.Tað ber til at senda fleiri brævatkvøður, eins og tað ber til at møta upp og atkvøða, um ein hevur sent eina brævatkvøðu. Ger ein tað, verður gamla brævatkvøðan tikin burtur áðrenn uppteljingina, og nýggjasta atkvøðan telur.

 

TAK UMSÓKNARBLAÐ NIÐUR HER

bottom of page