top of page

Námskeið um at styrkja felagsskapin millum ung

15. mai 2024

1920x1080px_Bæredygtig_frivillighed_i_rigsfællesskabet_Færøsk_v1.png

Kundi tú hugsað tær at vita, hvussu tú kanst byggja ein sterkari felagsskap og góðar karmar fyri sjálvboðin í tínum felagsskapi?  Og ert tú áhugað/ur í at knýta nýggj vinarbond við onnur ung úr Grønlandi og Danmark?

Kom so við Sjómaq á námskeið um at styrkja felagsskapin millum ung tann 29. august – 1. september 2024 í Norðurjútlandi. 

 

Á skeiðinum verður tikið útgangsstøðið í fylgjandi spurningum:

- Hvussu er støðan hjá sjálvboðið arbeiði í Danmark, Grønlandi og Føroyum?

- Hvussu skapa vit ein sunnan felagsskap?

- Hvussu tryggja vit, at felagsskapurin eisini er til um eitt ella tvey ár?

- Hvussu skapa vit ein felagsskap har fólk hava áhuga og møguleika fyri at luttaka? Og har fólk tíma at taka ábyrgd?

Málsetningurin fyri skeiðið er at fáa eina rúgvu av vitan við heim, sum tú bæði kann brúka í gerandisdegnum hjá tær sjalvum og tínum felagsskapi. Her verður eisini lagdur dentur á at skapa eitt gott samband millum londini, tí er hetta eisini ein góður møguleiki at víðka títt netverk og annars bara fáa ein fantastiskan túr.

Ljóðar hetta spennandi, ber til at fara inn á heimasíðuna hjá Sjómaq. Har finnur tú longu eina fyribils skrá og eisini svar uppá flestu praktisku spurningarnar.

Heimasíðuna finnur tú eisini her.

Umsóknarfreistin er tann 17. juni kl. 23.59 og umsóknarblaðið finnur tú her.

bottom of page