Nýggja verkætlanin SJÓMAQ
MFS samstarv við DUF um nýggja verkætlan SJÓMAQ
Føroysk, donsk og grønlensk umboð til tiltakið hjá DUF um SJÓMAQ
Verkætlanin sum MFS er partur av (Sjómaq) skipaði fyri einum túrið til Føroyar um vikuskiftið 18-20 novembur. Har vóru ungir luttakarar frá Grønlandi, Danmark og Føroyum og við teimum vóru felagskapir sum m.a. AFS, DUF og MFS umboðaðir.
Túrurin í sær sjálvum hevði eitt høvuðsendamál sum var at bróta fordómar millum Føroyar, Grønland og Danmark. Í tí sambandið varð hildi fyrilestrar, seminar og onnur ítriv sum skuldi koma við íkasti til at minka um fordómar og skapa ein størri kunnleika um mentan, politisk viðurskiftir, ymiskleikar og líkheitir í teimum trimum londunum. Hetta eydnaðist sera væl, og fóru allir lutakarar heim aftur til sítt heimland og felagsskapir við einum góðum upplivilsi av Føroyum og meiri tilvitaði um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.
Neyðugt er at viðmerkja at hetta tiltakið var fyri øll ung í teimum trimum londunum og var sostatt til bæði ung sum eru fyri ella ímóti ríkisfelagsskapinum. Hetta tiltakið skuldi einans opna dyr fyri einum betri dialogi hóast politiskt ymiskar hugsjónir og tað eydnaðist avbera væl.
Afturat hesum fingu luttakararnir møguleika at síggja ein part av tí føroysku náttúruni og roynt sindur av tí føroysku mentanini og matmentanini við at ganga ein túr frá Kirkjubø til Tórshavn.
Tiltakið riggaði avbera væl og vónandi verður tíllíkt ítriv aftur sett í verk í 2023, har øll ung kunnu søkja um pláss.