Ráðsnevndir
Ráðið hevur fýra fastar nevndir, ið arbeiða við hvør sínum skilmarkaðum øki. Nevndirnar eru mannaðar við ráðslimum, umframt limum úr samstarvsnevndum og altjóða ambassadørum.
Les meira um nevndirnar her:
Nevndin fyri altjóða samstarvi
Nevndin fyri altjóða samstarvi hevur til uppgávu at umsita alt samskifti felagsins við samstarvsfelagsskapir uttanfyri landoddarnar.
Altjóða skrivarin er føddur formaður í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.
MFS er partur av trimum atljóða samstørvum. Hesi eru:
NAIS The North-Atlantic Islands’ Student cooperation (NAIS) er eitt samstarv millum millum lestrarfeløgini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Endamálið við NAIS er at virka fyri hægri útbúgving og rættindum hjá lesandi í smátjóðum í Útnorði, og at viðgera avbjóðingar og møguleikar, ið londini hava til felags.
NOM Nordiskt Ordförande Möte (NOM) er ein felagsskapur við norðurlendskum og baltiskum londum, sum savnast at viðgera útbúgvingarpolitikk og onnur viðkomandi evni og rák í umrøddu londunum. NOM varð stovnað í 1945 og síðan 1966 hevur MFS verið limur.
ESU European Students’ Union (ESU) hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO. MFS gjørdist limur í ESU í 2021.
Lógarbroytingarnevndin
Lógarbroytingarnevndin hevur til uppgávu at leypandi eftirmeta viðtøkur og starvsskipan felagsins. Varaforsetin er føddur formaður í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar. Nevndin skal leypandi kunna ráðið um møguligar broytingar, og skal í seinasta lagi tveir mánaðir áðrenn regluligan aðalfund leggja uppskot um eventuellar broytingar í viðtøkum ella starvsskipan felagsins fyri ráðið til viðgerðar.
Samskiftis- og marknaðarførslunevndin
Samskiftis- og marknaðarførslunevndin hevur til uppgávu at samskipa alt kunningarvirksemið hjá felagnum. Nevndin ger saman við samskiftis- og marknaðarførlsustjóranum eina samskiftisætlan, tá ið nýggja ráðið hevur skipað seg, og skal útinna og leypandi eftirmeta hesa ætlanina.
Samskiftis- og marknaðarførslustjórin er føddur formaður/forkvinna í nevndini, og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar.
Útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin
Útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin hevur til uppgávu at viðgera og miðla politisku sjónarmiðini hjá ráðnum. Nevndin samskipar politiska arbeiðið hjá MFS – eitt nú leiklutin hjá MFS í lógararbeiði og arbeiðið at orða politisku hugsan felagsins í politiskum skjølum og yvirlýsingum. Somuleiðis kann nevndin taka mál upp, sum eru aktuell í samfelagskjakinum. Nevndin hevur eisini til uppgávu, saman við samskiftis- og marknaðarførslunevndini, at miðla politisku sjónarmið felagsins – eitt nú í lesarabrøvum, tíðindaskrivum, á heimasíðu, sosialum miðlum og á annan hátt.
Forsetin er føddur formaður/forkvinna í útbúgvingar- og trivnaðarpolitisku nevndini og hevur ábyrgd av virksemi nevndarinnar, men kann velja at lata annan ráðslim røkja hesa uppgávu.