Ráð teirra lesandi
Nýliga er Ráð Teirra Lesandi vorðið hjá-nevnd, og ætlanin er, at innanhýsis viðurskiftir á Setrinum skulu verða viðgjørd av Ráð Teirra Lesandi, meðan mál, ið fevna út um Setrið og ávirka lesandi allastaðni, í høvuðsheitum verða viðgjørd av ráðnum í MFS.
Harafturat er Ráð Teirra Lesandi eisini við til at økja um trivnaðin á Setrinum við hugnaligum tiltøkum.
Hvørji eru vit?
Ráð Teirra Lesandi er lestrarráðið á Fróðskaparsetrinum. Vit arbeiða fyri at betra um lestrarumstøðurnar og lestrarviðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum; umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum hava vit tætt samstarv við MFS og Setrið.
Ráð Teirra Lesandi er mannað av eini nevnd, sum verður vald árliga á aðalfundinum, sum er í septembur. Tvey umboð eru frá hvørjari deild.

Erika Dortea Høgnadóttir, SSD, forfólk
Dagný Hammer Matras, NÁD, varaforfólk
Paul Kjartan Matras, SSD, skrivari
Hans Martin Gaard, SSD, kassameistari
Gunnvør Hoydal Brimnes, FMD
Páll Magnus í Baianstovu, NÁD
Regin Olsen, NVD
Rói Johannesen, SSD