top of page

MFS hevur stovnað nýtt ráð

24. juli 2023 helt MFS aðalfund í Auluni á Fróðskaparsetri Føroya, har nýggjur forseti og nýtt ráð varð valt. Eisini var vitjan frá Íslendska lestarfelaginum LÍS.

Screenshot 2023-08-08 at 19.36.56.png

Altjóða økið

Síðan MFS bleiv limur í European Students Union hevur tað altjóða økið verið økt munandi meira enn fyrru árini. Hettar ráðsári hevur leiðin ligið til Portugal, Kekkia, Svørríki og Georgia. Har hevur tað verið lagdur nógvur dentur á góðskutrygging av hægri útbúgvingum, internationalisering, mobiliteti, trivnaði og sálarheilsu hjá lesandi. Í ár legði MFS ývirlýsing fram til nevndarfund um, at Føroyar skulu fáa limaskap í European Higher Education Area (EHEA). Eisini legði MFS yvirlýsing fram, við øðrum lestrarfeløgum, um at lesandi skulu hava atgongd til trygga og lógliga fosturtøku. Báðar yvirlýsingarnar blivu góðtiknar til nevndarfundin.

Løgtingsval

Til ráðsári 22/23 fingu vit eisini høvi at seta okkara sjónarmið fram til løgtingsvalið hin 8. desembur 2022. MFS hevði fimm hjartamál, ið vit vildu hava nýggja løgtingi at hava í huga, hesu vóru

1. Altjóða fróðskaparsetur

2. Sálarheilsa og trivnaður raðfestast

3. Útbúgving skal verða fyri øll

4. Eina hjálpandi hond at svara hvørjum sítt

5. Veðurlagskreppan má á breddan

Útbúgving er lykil til vøkstur og vælferð. Útbúgving er svarið.


Arbeiðsvikuskifti og eyka aðalfundur

Til eyka aðalfundin, sum var í Reykjavík í februar 2023, fingu vit tveir nýggjar ráðslimir í MFS. Tey eru Anna Dam og Tórálvur Mohr. Á túrinum fingu vit eisini vitjan av Íslendska lestarfelagnum LÍS. Tey fortaldu okkum um teirra arbeiði og hvat tey fáast við. Til hendan túrin vóru forsetin í MFS Keypmannahavnar nevndini og forsetin í Ráð Teirra Lesandi við. Hettar førdi við sær at MFS, MFS KBH og RTL stovnaðu Javnset lesandi, sum hevur haft fokus á, at fáa Fróðskaparsetri at veita menstratións vørur til lesandi, tá ið tey eru á Setrinum.  

Fjølnir

Fjølnir hevur fylt nógv hettar ráðsári. Vit sum felag, ynsktu at seta fokus á hvat tað er, sum skapar trupuleikar fyri lesandi. Vegna tað verður fokus á Fjølnir í ár trivnaður, inflasjón og sálarheilsa. Inflasjón hevur fylt nógv hjá lesandi, penganir røkka ikki líka langt sum áður og tað er kostnaðarmikið at búgva í Føroyum. Inflasjón kann eisini ávirka trivnað og sálarheilsuna hjá lesandi, tí mettu vit at hettar var sera týdningarmikil evnir, at nýta sum tema til blaðið í ár.

Ráðið 23/24

Nýggja ráðið hjá MFS er mannað við 7 ráðslimum. Hans Gilstein Petersen, Jákup Joensen Eskildsen og Niels Arge takkaðu fyri seg. Nýggi forsetin í MFS er Magnus Kárason Durhuus, ið lesur løgfrøði á Københavns Universitet. Nýggja ráðið er soleiðis skipað: 

 

Forseti: Magnus Kárason Durhuus, løgfrøði á Københavns Universitet

Varaforseti: Sofía Helena Joensen, søga og heimspeki á University of Dundee

Ráðsskrivari og álitisfólk: Anna Dam, Bachelor í sálarfrøði á Universitet í Bergen

Fíggjarstjóri: Tórálvur Mohr, Medicin á Københavns Universitet

Altjóða skrivari og álitisfólk: Magnus við Streym, Upper Secondary School Teaching, Postgraduate Diploma, Háskóli Íslands

Samskiftis- og marknaðarførslustjóri: Rúni Jónsson Johansen, Master í samfelagsvísindi á Fróðskaparsetur Føroya

Ráðslimur: Rakul Herálvsdóttir Kollslíð Kandidat í Stjórnmálafrøði á Københavns Universitet

bottom of page