top of page

Nýtt ráð í MFS skipað

20. juli 2022 helt MFS aðalfund á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har nýggjur forseti og nýtt ráð varð valt.

IMG_4616 2.jpeg

Ráðið 2021/22

Á aðalfundinum greiddi fyrrverandi forsetin, Tór Marni Weihe, frá árinum, ið fór. Árið hevur verið serligt, tí 31. januar 1962 varð Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) sett á stovn. MFS hevur hátíðarhildið 60 ára føðingardagin við trimum almennum tiltøkum á Námsvísindadeildini tann 6. juli, 13. juli og 20. juli, har ráðið varpaði ljós á evnir, ið viðkoma lesandi. Fyrsta tiltakið tók støði í Fjølnir 2022 við veðurlagskreppuni sum høvuðsevni. 13. juli var politiskur kjakfundur við umboðum úr politiskum flokkum, har kjakast varð um framtíðar útbúgvingarpolitikk í Føroyum. Seinasta tiltakið setti sjóneykuna á sálarheilsuna hjá lesandi við framløgum um evnið úr føroyskum og evropeiskum sjónarhorni. 

 

Í november fekk MFS fullan og sjálvstøðugan limaskap í European Students’ Union (ESU). Við fulla limaskapinum í ESU hevur MFS ávirkan á evropeiskan útbúgvingarpolitikk. Á aðalfundinum hjá ESU varð Tór Marni Weihe, fyrrverandi forsetin, valdur í starvsnevndina hjá ESU. Sum limur í starvsnevndini arbeiðir Tór Marni Weihe m.a. fyri, at Føroyar fáa atgongd til Erasmus+, ið er skiftislestursskipanin hjá evropeisku londunum. Umframt hetta fer Tór Marni Weihe at virka fyri, at Føroyar gerast partur av Bologna avtaluni. MFS fegnast um stóra framstigið fyri Føroyar og føroysk lesandi.

 

Harafturat hevur MFS fingið nýtt skrivstovufólk og skrivstovuhøli í Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya. Sum hoyringspartur hjá Føroya Løgtingi og Landsstýri hevur MFS luttikið á hoyringsfundi um heimild til stovnan av almannagagnligum bústaðarfeløgum og bygging av lestrarbústøðum. 
 
Í mai 2022 varð Keypmannahavnarnevndin mannað við nýggjum limum. Arbeiðið hjá nevndini hevur verið skert seinastu 3 árini orsakað av koronufarsóttini, men við 9 limum er nevndin farin aftur til verka til frama fyri lesandi í Keypmannahavn.

Saman við Betri Banka skipaði MFS fyri Pisudegnum eins og undanfarin ár. Tiltakið er ætlað teimum, ið skulu undir víðari lesnað uttanlands. Umframt hetta varð Fjølnir, ið er árliga lestrarblaðið hjá MFS, givið út. Høvuðsevnið í ár var “Veðurlagskreppan”. Blaðið kann lesast her: https://www.mfs.fo/fjølnir2022.

 

Yvirlýsing um fría abort í Føroyum

Á aðalfundinum varð yvirlýsingin um fría abort í Føroyum samtykt, har víst verður á, at “Galdandi abortlóg er við til at fremja mismun vegna kyn, og eigur at verða dagførd soleiðis, at abort er frí ­– tað vil siga, at tað er tann, ið er upp á vegin, ið eigur síðsta orðið.”

 

MFS virkar fyri einum lestrarumhvørvi, sum er fjølbroytt, opið og fevnandi. Vit stremba eftir, at øll hava rættin til at nema sær eina útbúgving uttan mun til kyn, kynsligan samleika, brek, politiska áskoðan, átrúnað, húðarlit, aldur, fysiskar og sálarligar avbjóðingar, tjóðskaparligt, sosialt og etniskt upphav v.fl.. MFS virkar fyri, at kvinnur, ið velja Føroyar sum lestrarland, fáa fleiri rættindi og rættin til egnan kropp.

 

Yvirlýsingin er eitt framhald av yvirlýsingini “Allur mismunur skal beinast burtur”, sum varð samtykt á aðalfundinum í 2021, har víst varð á, at MFS skal virka fyri javnstøðu og javnrættindum. Yvirlýsingin um fría abort í Føroyum kann lesast her: https://www.mfs.fo/yvirlysing-abort-i-føroyum.

 

Ráðið 2022/23

Nýggja ráðið hjá MFS er mannað við 7 ráðslimum. Tór Marni Weihe, Karla Neslíð, Borgný Súsonnudóttir Hansen og Christian Christiansen takkaðu fyri seg. Nýggi forsetin í MFS er Magnus Við Streym, ið lesur søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, Háskóli Íslands. Nýggja ráðið er soleiðis skipað: 

 

Forseti: Magnus Við Streym, søga á Háskóla Íslands í Reykjavík

Varaforseti og álitisfólk: Birita Matras Petersen, søga á Fróðskaparsetri Føroya

Ráðsskrivari: Jákup Joensen Eskildsen, søga á Fróðskaparsetri Føroya

Fíggjarstjóri: Hans Gilstein Petersen, el- og maskinverkfrøði á University of Strathclyde í Glasgow

Altjóða skrivari: Niels Arge, búskaparfrøði á Københavns Universitet

Samskiftis- og marknaðarførslustjóri: Sofía Helena Joensen, søga og heimspeki á University of Dundee

Ráðslimur og álitisfólk: Magnus Kárason Durhuus, løgfrøði á Københavns Universitet

bottom of page