top of page

Ferðafrásøgn
NOM 85

IMG_4950.JPEG

NOM-fundir eru hálvárliga, har øll limalondini samansjóðast, skiftandi í hvørjum landi. NOM er ein felagsskapur av norðurlendskum og baltiskum londum, sum koma saman at viðgera útbúgvingarpolitisk evni, ið gera seg viðkomandi í teimum umrøddu londunum, umframt onnur rák, sum gera seg viðkomandi. Temað til hendan fundin var "Activism, Advocacy & Politics in Higher Education". Tríggir føroyingar vóru meldaðir til fundin: Frá MFS Kári Ólason Danielsen, vara altjóða skrivari; Tórálvur Mohr, fíggjarstjóri og limur í altjóða nevndini; og Frida Brockie Davidsen, samskiftis- og marknaðarførslustjóri og limur í altjóða nevndini.

Dagur 1:

Vit skuldu møtast seinnapart á Hotel Cabinn, har øll skuldu gista. Aftaná øll vóru komin tilrættis, fóru vit til gomlu bygningarnar hjá KU við Frue Plads. Har fingu vit eina góða rundvísing og frágreiðing um m.a. bókasavnið og høvuðsbygningin, har vit sóu forsalin, gobelinsalin og festsalin, umframt fleiri flott monument. Vegna nógvu umskiftingina av umboðum, ið koma til NOM-fundir, hava vit løtur til at samansjóðast. Aftaná døgurða skipaði Danske Studerendes Fællesråd (DSF) fyri at sita saman í teirra arbeiðshølum og mála tilfar til eina demonstratión, ið DSF seinni skuldi nýta, og annars kundu fólk læra hvønn annan at kenna.

Dagur 2: 
Vit byrjaðu við at fara til Norðurlandaráðið, har Kristina Háfoss er aðalskrivari. Har fingu vit eina framløgu um, hvat Norðurlandaráðið er og ger til dagligt. Vit fingu eisini eina framløgu frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið arbeiðir saman við Norðurlandaráðnum, men ikki er tað sama. Stutt sagt, er Norðurlandaráðið tað parlamentariska ráðið, har politikarar úr norðurlondum hittast fyri at kjakast og ráðgeva um norðurlendskt samstarv, meðan Norðurlendska Ráðharraráðið er stjórnarsamstarvið, har ráðharrar úr norðurlondum taka avgerðir og samskipa politiskar ætlanir landanna millum. Aftaná gingu vit til Uddannelses- og Forskningsministeriet, har Karen Agnethe Harrild legði fram, hvussu tey arbeiða í teirra stjórnarkrivstovu. Hon hevur starv sum leiðari av Minister- og ledelsessekretariatet. Hetta var sera læruríkt um, hvussu tey til dagligt arbeiða innanhýsis, og hvussu tey í starvinum skulu tillaga seg nýggjum landsstýrisfólkum og samgongum.


Seinnapartin fingu vit eina rundvísing á Christiansborg av Sofie Lippert Troelsen, ið umboðar Socialistisk Folkeparti í fólkatinginum. Aftaná fóru vit til Danske Universiteter, ið umboðar øll universitet í Danmark. Har fingu vit eina framløgu frá stjóranum Jesper Langergaard. Hann tosaði um ymiskar reformar og hvussu tey royna at fáa øll universitet at arbeiða saman. Samgongan í fólkatinginum vil gera eina nýggja reform, ið styttir kandidatútbúgvingar frá tveimum til eitt ár. Til framløguna settu NOM-limir nógvar spurningar til Jesper um, hvat universitetini halda um hetta. Í stuttum, ynskja universitetini ikki hetta.

IMG_4942.JPEG

Dagur 3:

DSF hevði boðað øllum lestrarfeløgum um at fyrireika eina framløgu um, hvussu tey í sínum egna landi seta í verk "Activism, Advocacy & Politics in Higher Education". Øll trý umboð frá MFS fóru upp at leggja fram, hvussu MFS roynir at seta hetta í verk fyri føroysk lesandi á hægri lesnaði. Tá øll høvdu lagt fram, kom Camilla Gregersen frá Dansk Magisterforening forbí og helt eina framløgu um, hvat advocacy er, og vildi hava okkum at kjakast um, hvat er mest týðandi fyri advocacy. Tey flestu vóru samd um, at fyri at eydnast við advocacy, so er neyðugt við dátum, statistikki, umframt at hava eitt gott netverk. Ein siðvenja til allar NOM-fundir er, at triðja kvøldið hevur man Intercultural Night, har vit vísa fram okkurt, ið verður framleitt í egna landinum. MFS er tiltikið fyri at taka turran fisk við og snaps at sløkkja tostan við.

Dagur 4: 
Á síðsta degi er NOM-fundurin, har limir skulu atkvøða um ymiskt viðkomandi. M.a. hevði Sveriges Förenade Studentkårer (SFS) eina yvirlýsing "Statement on the Value of the Higher Education Sector", har vit kundu koma við rættingum og at enda góðkenna yvirlýsingina. Hvørt ár á heysti skal nýggjur NOM-samskipari veljast. Í stuttum er ein NOM-samskipari okkara umboð, ið tosar fyri okkum við onnur lestrarfeløg í Evropa og roynir at samráðast um, hvussu útbúgvingarpolitikkur o.a. skal førast fram. Her vóru tveir limir, sum høvdu meldað seg til. Teir vóru Saku Pesonen frá SYL í Finnlandi og Rudolfs Aleksandrs Stods frá LSA í Lettlandi. Saku fekk meirilutan og verður harvið NOM-samskipari til næsta heyst. Vit í MFS greiddu eisini frá, nær NOM 86 verður í Føroyum, umframt hvat evni vit ætla at viðgera. Eftir ætlan verður temaðið "Brain Drain" og fundurin verður hildin 3.–6. apríl 2025. Seinnapartin høvdu vit ein workshop, ið fevndi um, hvussu vit skulu fyrireika okkum til BM88 í Oslo tann 17.–23. november. MFS fer at hava fýra umboð til tann nevndarfundin. Tá tað var av, takkaðu øll fyri seg og fóru heimaftur.


MFS

© 2024 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 |  100 - Tórshavn

bottom of page