Námskeið í Føroyum: Fordómar í ríkisfelagsskapinum
Búgva grønlendingar veruliga í kavasmáttum? Eta føroyingar bara grind? Eru allir danir stórbýarfólk, sum drekka kaffi latte? Hvat gera fordómar við sambandi millum ung í Grønlandi, Føroyum og Danmark?
Kom við MFS/ASF á námskeið tann 18.-20. november, har 20-30 ung úr ríkisfelagsskapinum fara at kjakast um fórdómar, stereotypir og tann ókunnleika, sum er millum londini í dag.
Grundarlag
Hóast eitt sterkt samband og eina langa søgu saman, uppliva nógv ung, at tey vita ov lítið um hvønn annan tvørtur um Grønland, Føroyar og Danmark. Negativar lýsingar av londunum í miðlunum og vantandi kunnleiki um mentan, mál og samfelag kann hava við sær fordómar og stereotypir, sum ikki stuðla undir eitt innanhýsis samband millum londini
Við at tosa um fordómar og mentanarligar munir, kunnu vit læra meira um hvønn annan og skapa ungar fyrimyndir, sum kunnu vera við til at niðurbróta fordómar í gerandisdegnum. Samstundis kann hetta vera við til at knýta nýggj vinabond
Tí hevur MFS/AFS saman við Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF) og grønlenskum feløgum komin við verkætlanini Sjómaq, sum skal økja kunnleikan um okkara grannar og knýta bond millum ung í teimum trimum londunum. Námskeiðið er fyrsta stóra tiltakið í verkætlanini Sjómaq.
Um tiltakið
Tiltakið er ókeypis og luttakarar fáa alt goldið (ferðaseðil, mat og innivist). Tú skal vera millum 15-30 ár og skal vera úr Føroyum, Grønlandi ella Danmark.
Tú finnur skránna til námsskeiðið og fleiri upplýsningar um verkætlanina Sjómaq her
Hevur tú hug at koma við?
Øll kunnu senda umsókn her