Ambassadørskipanin er eitt ráð av umboðum – ella ambassadørum – frá londum har
10 ella fleiri føroyingar lesa. Endamálið við skipanini er at geva MFS eitt betri innlit í
umstøðurnar hjá lesandi í hesum londum. Hetta tryggjar, at lesandi hava eina rødd
umvegis MFS, hóast lestrarland teirra ikki hevur eins og nógv føroysk lesandi sum
onnur støð.
Í MFS meina vit, at tað er ein fyrimunur, at føroyingar nema sær vitan úr mongum
pørtum av heiminum, tí hetta gevur okkum nýggj sjónarmið og hugskot, sum kunna
koma øllum í Føroyum til góðar. Vit vóna, at Ambassadørskipanin kann fáa ungar
føroyingar at umhugsa at taka antin alla útbúgvinga ella part av henni í øðrum
londum enn Føroyum og Danmark. Við at vísa á upplivingarnar hjá føroyskum
lesandi í útlondum, bæði tær góðu og tær ringu, fáa føroysk ung eina breiðari fatan
av, hvørjar møguleikar tey hava.
Vit søkja tískil eftir ambassadørum frá Íslandi, Skotlandi, Noregi og Onglandi. Vit
hava frammanundan ambassadørar fyri Póland og Svøríki. Ambassadørarnir hava
møguleika at søkja um fíggjing frá okkara stuðulsskipan sum hevur til endamál at
styrkja um samanhaldið og sosiala lívið hjá føroyskum lesandi innan teirra
landamørk. Ambassadørarnir hava eisini møguleika at gerast virkin í øðrum virksemi
hjá MFS. Vit lurta fegin eftir uppskotum frá ambassadørunum, um hvussu vit kunna
arbeiða fyri at betra um korini hjá føroyskum lesandi í teirra lestrarlandi.
Uppgávurnar hjá ambassadørum vera millum annað at kunna altjóða nevndina hjá
MFS um viðurskifti og avbjóðingar hjá føroyingum í lestarlandinum. Eisini er vanligt
er at ambassadørarnir eru við til viðkomandi tiltøk, millum annað Betri Pisudagar,
Markleys Útbúgving, har tey greiða frá upplivingum og viðurskiftum í teirra
lestrarlandi. Eisini plaga ambassadørar at verða við til samansjóðingardagin hjá
MFS.
Um tú hevur hug at gerast ambassadørur fyri eitt av omanfyrinevndu londum, kanst
tú senda eina umsókn til international@mfs.fo. Í umsóknini skalt tú nevna títt
lestrarland, lestrarstovnin tú lesur á, og hvørja útbúgving tú ert í holt við. Eisini er tað
hóskandi at skriva ein lítlan tekst, har tú greiðir frá, hví tú ert áhugaður í leiklutinum
og hví tú ynskir at gerast ambassadørur fyri títt lestrarland. Um tú hevur spurningar
um Ambassadørskipanina, ert tú eisini vælkomin at skriva til hendan teldupostin.