top of page

Ferðafrásøgn – MFS skipar fyri NOM86 í Føroyum

IMG_7263.JPG

Mynd: Némo Chentre @apertis.photos

Í døgunum 2. til 6. apríl tók Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) ímóti lestrarfeløgum úr Norðurlondum og Baltikum til NOM-ráðstevnu í Føroyum. Hetta var triðju ferð, at Føroyar vóru vertir fyri ráðstevnuni – seinast í 2019.  Tað hevur verið ein heiður hjá MFS at skipa fyri aftur. 

NOM-ráðstevnur eru hálváliga ráðstevnan, har limalondini hittast – skiftandi frá landi til land. Nordiskt Ordförande Möte (NOM) er eitt millumtjóða samstarv við lestrarfeløgum frá norðurlendskum og baltiskum londum, ið koma saman at viðgera útbúgvingarpolitisk evni, sum eru viðkomandi í teirra londum, umframt onnur nútímans rák innan útbúgving.


Evnið hesa ferð var "The impact of Brain Drain on small communities and remote regions & The impact of Erasmus+ on International collaboration in higher education." Hetta er sera viðkomandi fyri føroyska samfelagið og hevur stóran týdning fyri, hvussu framtíðin í Føroyum fer at síggja út.


At skipa fyri einari slíkari ráðstevnu krevur nógv arbeiði, og tí hava vit havt ein breiðan hóp til tiltakið. Luttakarar frá MFS hesaferð vóru:
Anna Dam (altjóða skrivari og álitsfólk), Kári Ólason Danielsen (varaaltjóða skrivari), Heiðrun Hammer (varaforseti), Jógvan Fríði Tróndarson (ráðskrivari og álitisfólk), Frida Brockie Davidsen (samskiftis- og marknaðarførslustjóri), Tórálvur Mohr (fíggjarstjóri), Sigmund Zachariassen (ráðslimur), Petur Simonsen (ráðslimur) og Elin Højsted (ráðslimur frá Ráði teirra lesandi).

IMG_7151.JPG

​Mynd: Némo Chentre @apertis.photos

Dagur 1 - Vælkomin til Føroyar
Fyrsti dagurin, 2. apríl, var settur av til at taka ímóti luttakarunum, sum komu úr ymsum krókum í Evropa. Øll búðu á Hotel Tórshavn, har tey eisini fingu ein goddiebag við føroyskum lutum – eitt lítið prík av mentan at bera við sær alt vikuskiftið.  Kunningartilfar um Føroyar, Orkubitar, vatnfløsku, føroyska sápu frá havdypp og eitt sindur av merch frá MFS – hetta dámdi teimum sera væl. Summi, ið komu tíðliga hendan dagin, fingu tíð at spáka sær runt í Havnini og læra hvønn annan eitt sindur betri at kenna, tí fyri summi er hetta fyrsta NOM ráðstevnan tey luttóku í. Tá ið øll vóru komin uppá pláss, var kvøldið nýtt til at sosialisera og bíleggja ein bita at eta. 


Dagur 2 - Frálæra, náttúra og samrøður
Vit byrjaðu dagin við at ganga frá Hotel Tórshavn til Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Har fingu vit fyrilestur frá Terja Beder um útbúgving, serliga við atliti at hægri lesnaði í Føroyum. Hetta var bæði viðkomandi og áhugavert fyri luttakararnar. Okkara gestir tóku sær eisini studir, at skriva heilsanir til Djóna N. Joensen, barna -og útbúgvingarmálaráðharra.

Vit í MFS løgdu stóran dent á at vísa teimum Føroyar uttanfyri Havnina. Tí høvdu vit fyrireika ein túr til Fossá, Tjørnuvíkar og til Gjáar - veðrið hendan dagin var av tí allar fagrast og vit fingu møguleikan at vísa Føroyar frá teirra bestu síðu.
í Gjógv, høvdu lestrarfeløgini við sær framløgur, har tey greiddu frá, hvussu brain drain rakar teirra lond, og hvørji átøk tey seta í verk fyri at møta avbjóðingunum. Alt hetta fingu vit innlit í á Gjáargarði.
Á veg heim aftur koyrdu vit gjøgnum Eysturoyartunnilin, so tey sluppu at uppliva rundkoyringina undir sjónum.

IMG_4076.JPEG
IMG_7288.JPEG

​Mynd: Némo Chentre @apertis.photos

Dagur 3 - Fakligur dentur
Triðji dagurin var merktur av fyrilestrum og workshops. Fyrst vitjaðu vit Tórshavnar býráð, har borgarstjórin Elsa Berg tók ímóti. Hon greiddi frá sínum royndum sum lesandi á Setrinum, og hvussu Tórshavnar kommuna samstarvar við Setrið fyri at betra um korini hjá lesandi. Hon nevndi m.a. bústaðartrot og týdningin av gransking.
Vit gingu síðani til Tinganes og greiddu frá økinum, áðrenn vit fóru í Sjóvinnuhúsið, har almenna tiltak okkara varð hildið í Kongshøll. Her greiddi Erika Hayfield frá um Brain Drain í Føroyum og setti tað í altjóða samanhang. Eftir hana, greiddi Hjalmar Hansen frá arbeiðinum at stovna eina tjóðarskrivstovu fyri Erasmus+ í Føroyum. Hetta er eitt stórt fet fyri at fáa fleiri skiftislesandi bæði til og úr Føroyum. Síðani helt Sigrid M. Gaini ein áhugaverdan fyrilestur við filosofiskum sjónarmiði um leiklutin hjá Fróðskaparsetrinum í smáum samfeløgum – serliga hvussu tað styrkir sjálvsfatan, mentan, demokrati og frælsi.

Aftaná fóru vit á Søgu- og samfelagsdeildina til ein gevandi workshop við Borgný Súsonnudóttur Hansen, fyrrverandi altjóða skrivara í MFS. Við støði í fyrilestrunum, bleiv práta og viðgjørt, hvussu vit sum lestrarfeløg kunnu vera við til, at basa avbjóðingum av brain drain.

IMG_1078.JPEG

Dagur 4 - Mentan og samstarv
Fjórði dagurin byrjaði á Glasir, har luttakararnir fingu innlit í námsútbúgvingunum í Føroyum, hvussu tær her eru savnaðar á einum stað og hvussu Glasir arbeiðir við lesandi.
Síðani fundaðu vit um altjóða virki í samband við leiklutin hjá MFS í European Student Union (ESU).
Seinnapartin vóru vit aftur á Søgu- og samfelagsdeildini, har sjálvur NOM-fundurin var hildin. Her varð atkvøtt um ymisk mál. Borgný var vald til orðstýrara og Sissal H. Hestoy, fyrrverandi forseti hjá MFS, til skrivara.
Um kvøldið var Intercultural Night – ein siðvenja á øllum NOM-ráðstevnum, har øll londini framsýna okkurt, ið er serligt fyri teirra mentan. MFS hevði sjálvandi turran fisk og rabarbu-snaps við, og hesaferð bjóðaðu vit eisini grind og spik.
Sum liður í at vísa føroyska mentan fram, møttu vit í føroyskum klæðum og greiddu frá um bæði mannfólka- og konufólka búnan,  bæði í søguligum og nútímans høpi. Eftir hetta vístu vit, hvussu føroyingar kvøða og dansa, áðrenn vit øll royndu okkum við føroyskum dansi í ringi. Hetta fingu vit nógv rós fyri og nógv vildu vera við, at hetta var eitt serligt og stuttligt upplivilsi, tey ikki fara at gloyma.

IMG_7270.JPG

​Mynd: Némo Chentre @apertis.photos

Dagur 5 - Farvæl
Síðsta dagin hittust vit til morgunmat á Hotel Tórshavn, har vit søgdu farvæl og takkaðu hvørjum øðrum fyri farnu dagarnar. Her fingu vit eisini ymsar afturmeldingar – Øll vóru sera væl nøgd og søgdu, at javnvágin millum fakligar fyrilestrar og upplivingar var sera góð, og at tiltakið var sera væl fyriskipað.

Eitt hjartaligt takk!
MFS er sera takksom fyri stuðulin og allar tær góðu kreftirnar, ið vóru við til at gera NOM ráðstevnuna í Føroyum til eina væleydnaða heildaruppliving – bæði fakliga, sosialt og mentanarliga.
Tað hevur verið ein stórur heiður hjá okkum at skipa fyri, og vit eru sera errin av úrslitinum. Hesa ráðstevnu høvdu vit ikki megnað at framt uttan stuðulin og hjálpsemið frá øllum tykkum, ið hava verið við á ymiskan hátt.

Vit vilja serliga takka:
Nordic Culture Point, Betri Banka, Atlantic Airways, Føroya Ungdómsráð (FUR), Fróðskaparsetri Føroya og øllum øðrum, sum á ein ella annan hátt hava stuðlað ráðstevnuni, verið við í fyrireikingunum ella hjálpt til í sjálvum vikuskiftinum.
Eisini vilja vit takka Visit Faroe Islands, Orkubitar og Havdypp fyri stuðulin til goddiebags. Hesir vórðu sera væl móttiknir av luttakarunum og gjørdi fyrstu móttøkuna til nakað serligt.

Eina stóra tøkk til Terja Beder fyri móttøku og fyrilestur á Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Elsu Berg sum tók væl ímóti okkum í Tórshavnar býráð og Erika Hayfield, Hjalmar Hansen og Sigrid M. Gaini fyri fyrilestrar og hugveikjandi fakliga íkasti í Kongshøll.

Takk fyri tykkara lut í at styrkja altjóða samstarvið og fyri at  menna Føroyar sum lestrarland!

© 2024 MFS

  • Black Facebook Icon
  • Black Instagram Icon

mfs@mfs.fo | Tel: (+298) 737080 |  100 - Tórshavn

bottom of page