top of page

Ferðafrásøgn – MFS á European Students Convention (ESC)

6-10 mars 2024

IMG_7510.jpeg
Anna og Jákup á ESC
Dagarnir 6-10 mars 2024, vóru Anna og Jákup, limir í altjóða nevndini í MFS, á ESC í Køln. ESC er eitt tiltak hjá European Students Union, har umboð úr ymsu lestrarfeløgunum møtast, læra, og kjakast um lestrarpolitikk í Evropa. Tiltakið var fyriskipað av týska lestrarfelagnum, fzs, sum megnaði hesa uppgávuna avbera væl. Dagarnir vóru fyltir við áhugaverdum framløgum frá serføðingum innan hægri lestur og spennandi kjaki. Bologna-tilgongdin, European Higher Education Area (EHEA), Erasmus+, og ES parliamentsvalið fylti nógv á skránni hesaferð. 


Fyrsta dagin, 7. Mars, legði Martin Unger, granskari í hægri útbúgving úr Vienna, fram hagtøl um fíggjarstøðuna hjá lesandi í Evropa. Her bleyv víst á, at eldri lesandi hava sum heild størri fíggjarligar trupulleikar runt Evropa. Føroyar vóru ikki partur av kanningini, men tað hevði verið áhugavert at sæð hvussu Føroyar passaðu inn í kanningina, tí vit vita at miðalaldurin á Fróðskaparsetrinum er ógvuliga høgur ímun til hini londini. Nýggjastu tøl siga at 77,5% av lesandi eru á Fróðskaparsetrinum 25+.  
3A23E980-040E-4E7B-8370-E29F8EF03935.jpeg
3A23E980-040E-4E7B-8370-E29F8EF03935-2.jpeg

Seinna dagin, 8. Mars, var dentur lagdur á framtíðina í European Higher Education Area (EHEA), sum er samstarvið millum øll londini, sum hava undirskriva Bologna. Tá talan er um Bologna er týdningarmikið at skilja ímillum ES og Bologna. Føroyar eru ikki við í ES og hava sterkar meiningar um ES, sum ofta eru tengdar at fiskivinnuni. Bologna líkist nógv ES, tí tað er stórt yvirlap ímillum tað sum hendir, men tað er eitt prinsipp galdandi sum er skrivað í Maastricht sáttmálanum, sum sigur at nationalstatir í ES hava fult vald innan útbúgving og har kann ES ikki lóggeva. ES kann tó stuðla og komplementera Bologna og londini sum eru við har við ES initiativum sum Erasmus+ tildømis. So gott sum øll londini í ES eru við í Bologna. Ísland og Norra eru eisini við hóast tey ikki er við í ES (tey eru partur av European Economic Community). Tískil hevur tað onki við ES limaskap at gera, tá Føroyar skulu við uppí Bologna. Hatta var eitt síðuspring. Anyway, seinni dagurin... Dentur var lagdur á hvussu ES roynir at skumpa undir hægri lestur í Evropa fyri at stimbra undir størri Evropeiskt sjálvbjargni. Hettar hevur avbjóðingar við sær, tí londini í Bologna hava ymsar meiningar.

Triðja dagin, 9. Mars, legði Horia, presidentur í European Students Union, fram yvirskipaða skrokkin av Evropeisku útbúgvingini. Evropeiska útbúgvingin er ein evropeisk ætlan innan Bologna, sum í størri mun, skal binda londini og hægri útbúgving í Evropa saman. Í stuttum vil hetta siga, at tvey ella fleiri universitetir kunnu arbeiða saman og bjóða út ta somu útbúgvingina, sum hevur eina serliga Evropeiska góðkenning og bygna. Hetta kundi verið ógvuliga áhugavert fyri Fróðskaparsetrið, alt eftir hvussu útbúgvingin kemur at síggja út og hvussu hon skal verða sett í verk. At enda var tosað um ES parliamentsvalið, sum verður í summar. Hóast Føroyar ikki eru við í ES, var nógv spennandi lagt fram. Serliga hildu vit tað verða áhugavert sum bleyv sagt í samband við tíðina uppundir valið og lobbyismu, tí tað skal verða har at limirnir gera av hvørji mál verða tikin fram tá valið einaferð er avgjørt. Tískil er tað smart at leggja eyka fokus á lobbyismu mánaðirnar áðrenn ES valið. 

IMG_7549.jpeg
IMG_7538.jpeg

Hesar dagarnar var eisini tosað við eina ørgrynnu av fólki úr lestrarfeløgunum runt Evropa. Tað er serliga her at tú lærir nýggj ting sum tú ikki visti áðrenn. Serliga lærir tú nógv seinasta kvøldið tá øll møtast til eina “Intercultural Night”, har øll londini fáa ein bás og taka mat og drekka frá egna landi við. Vit frá MFS høvdu turran fisk og tað sum verri er at bjóða gestunum. Áhugin fyri føroysku mentanarvørunum var ovurstórur, men tað luktaði eitt sindur ov føroyskt hildu summi. Á sama hátt sum fólk nálgaust inn at okkara bási, stóðu vit og samlaðu vitan frá øll londunum rundan um okkum. Hettar var tískil eitt sera stuttligt og læruríkt kvøld.


 

Síðsta dagin, 10. Mars, søgdu vit farvæl, takkaðu fyri okkum og settu kósina ímóti Frankfurt. At siga farvæl er smásyrgiligt á slíkum túrum. Flogfarið fór avstað seint, so vit brúktu nakrar tímar í Frankfurt. Stak hugnaligur og flottur býur. Vit vóru bæði heima eftir midnátt eftir eina spennandi ferð, men eisini krevur tað nógv orku, so tað var lætt at detta í sína egnu song. 

 

MFS

bottom of page