top of page

Svarið er útbúgving!

Fimm hjartamál og ynski til eina komandi stjórn
Stóru avbjóðingarnar vit í dag og í framtíðini koma at stríðast við - veðurlagskreppan, prísvøkstur, tøkniliga kollveltingin av gerandisdegnum - kunnu heilt stóran mun loftast og loysast við einum orðið: útbugving. Útbúgving er ikki bert ein íløga í framtíðina, men ein íløga í tey ungu, sum longu nú virka fyri at broyta heimin til tað betra.

​Í MFS vilja vit gera valevnu og flokkar varug við fimm hjartamál, ið vit vóna verða tikin upp av eini komandi samgongu. Útbúgving er lykilin til vøkstur og vælferð. Útbúgving er svarið!
1

Altjóða fróðskaparsetur!

Setrið skal vera eitt altjóða universitet! Vit skulu hava atgongd til Erasmus+
skipanina fyri skiftislestur og menna eitt altjóða kampusumhvørvi i Føroyum,
har føroysk og útlendsk lesandi kunnu nema sær útbúgvingar á altjóða stigi.
2

Sálarheilsa og trivnaður raðfestast!

Sálarheilsan hjá lesandi skal á breddan! Vit skulu tryggja øllum lesandi - ikki
bert teimum ungu - ókeypis tilboð um sálarfrøðiliga viðgerð og áhaldandi
virka fyri, at trivnaðurin hjá teimum ungu støðugt verður betraður!
3

Útbúgving skal vera fyri øll!

Útbúgving er ein mannarættur. Til dømis skal kyn, kynslig sannføring,
húðarlitur ella brek ongantíð vera ein forðing fyri, at tú kanst nema tær eina
útbúgving. Vit skulu seta skipanir í verk, ið tryggia, at øll hava javnbjóðis atgong til okkara útbúgvingarskipan!
4

Eina hjálpandi hond at svara hvørjum sítt!

Lesandi eru fíggjarliga sperd. Tøl vísa, at ongin arbeiðir so nógv við síðuna av lestnaðinum, sum føroysk lesandi. Tað skal bera til at lesa uttan at verða
noydd at arbeiða, og tí mugu vit geva lesandi ein figgjarligan styrk, nú prísvøkstur og bústaðartrot
5

Veðurlagskreppan má á breddan!

Hvussu loysa vit veðurlagskreppuna? Svarið er útbúgving! Við at granska í nýggjari tøkni og í okkara sambandi við náttúruna meiri yvirskipað, gerast vit klókari upp á loysnir, ið kunnu fyribyrgja, at veðurlagskreppan stendur við og versnar. Hetta má á skrá beinavegin, tí tíðin er longu við at renna undan!
bottom of page