Íløgur skulu úr kolvetnisvinnum
Niels Arge
MFS, ráðslimur
Búskaparfrøði
Keypmannahavn
Vit verða ofta mint á ráðini ímóti veðurlagsbroytingum: et minni kjøt, keyp færri klæðir, ferðast minni við flogfari o.s.fr. Hesi ráðini eru umráðandi og neyðug, men eru í veruleikanum ikki altíð líka løtt at fylgja. Samstundis kann tað í almenna orðaskiftinum ofta tykjast sum, at ábyrgdin einans liggur á einstaklinginum sum brúkara. Hetta kann seta størri trýst á einstaklingin og í summum føri føra til stress og tunglyndi. Um vit venda sjóneykuna frá brúkarunum, so eru nógv møgulig átøk, ið vinnulívið kann seta í verk fyri at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og vísa samfelagsatlit. Tað er eingin loyna, at vinnulívið og tað almenna kunnu gera stóran mun.
Disinvestment er blivið eitt tað mest umstrídda evnið í fíggjarheiminum. Størri krøv frá kundum um burðardygd setir trýst á bankar til at umleggja sínar vanligu íløgur til meira burðardyggar íløgur. Í hesum sambandi hevur MFS havt eina samrøðu við Gunnhild Dahl Niclasen og Sjúrð Hammer um teirra arbeiði at geva kundunum hjá Betri møguleika at velja íløgur í kolvetnisvinnum frá. Tey bæði stillaðu upp til umboðsráðið hjá Betri í 2020 við einari grønari dagskrá. Gunnhild bleiv vald inn í ráðið, meðan Sjúrður manglaði 10 atkvøður. Hóast tað bert var Gunnhild, sum slapp inn í ráðið, so hava tey arbeitt saman sum eitt sterkt lið.
Vilja taka íløgur úr kolvetnisvinnum
Disinvestment merkir í stuttum, at man tekur sínar pengar úr feløgum, sum man ikki vil stuðla, t.d. vápnaframleiðsla og fyritøkur, ið ikki virða menniskjarættindi. Hetta er ein máti at leggja trýst á fyritøkur og gera tær varugar við, at tær mugu leggja um og broyta teirra business model.Í umhvørvishøpi er disinvestment vorðið ein rørsla í nógvum londum, sum ynskir, at bankar, pensjónsfeløg, grunnar o.s.fr. taka sínar pengar og íløgur úr kolvetnisvinnum, t.v.s. gass, olju og kol fyritøkum. Endamálið er at arbeiða ímóti veðurlagsbroytingum við at minka um nøgdina av vakstrarhúsgassum, ið verða latin út í lofthavið. Samstundis er endamálið eisini at geva kolvetnisvinnum ábyrgdina fyri teirra leiklut í veðurlagskreppuni. “Tað er gjøgnum pengaheimin, at man kann gera nógv. Pensjónsfeløg og bankar gera íløgur fyri kempi stórar fyritøkur. So tað er her, at man kann stýra, hvar peningurin fer, og harvið gera stóran mun“ sigur Gunnhild.
Lívrunnin brennievni - olja, gass og kol - hava seinastu øldina verið drívmegin fyri tøkniliga og búskaparliga framgongd. Hendan orkukeldan hevur og fer framhaldandi at hava týðandi leiklut í alheims orkuskipanum. Tíverri er framleiðslan og nýtslan av kolvetni tann størsti syndarin, tá tað kemur til veðurlagsbroytingar og lokala luftdálking. Tað er breið semja millum serfrøðingar um, at tað er neyðugt at skifta til varandi orkukeldur, sum dálka minni, t.d. vind-, vatn-, og sólorka. Disinvestment kann í hesum samanhangi hugsast sum eitt amboð til at skunda undir orkuskiftið. Tað er ein dýr íløga, men hon lønar seg í longdini.
Hví stillaðu tit upp?
“Pengaviðurskifti og pensjónir fáa meg ikki upp at flákra” sigur Sjúrður skemtiliga. Hann hevði arbeitt í Keypmannahavn eitt ár, áðrenn hann flutti til Føroyar. Her skuldi hann stovna eina pensjónskonto. Pensjónskassin kom út við einari deklaratión, at teir vildu taka teirra pengar úr kolvetnisvinnuni orsakað av París-sáttmálanum. Tá Sjúrður hoyrdi hetta frá danska pensjónkassanum, fór hann veruliga at hugsa um støðuna í Føroyum.
Tað hendir ov lítið á politiska pallinum á umhvørvisøkinum, og har hava Sjúrður og Gunnhild onga tíð at spilla. Vinnan í Føroyum er noydd at taka størri ábyrgd. Betri telist millum tey størstu peningasamtøkini í Føroyum og eigur tí at vísa nógv størri samfelagsatlit, halda tey bæði. Sjúrður spurdi Gunnhild, um tey skuldu stilla upp til umboðsráðið hjá Betri. Tað gekk ikki meira enn ein dagur, so hevði Gunnhild longu svarað ja.
Umboðsráðið hjá Betri er tann ovasti myndugleikin hjá samtakinum og er mannað av viðskiftafólkum. Í umboðsráðnum eru 35 fólk. Umboðsráðsval er annað hvørt ár. Øll, sum hava eina trygging hjá Betri, kunnu fáa ein atkvøðu. Fyritøkur og stovnar við nógvum tryggingum kunnu fáa upp til 10 atkvøður. Tann formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er at skipa aðalfundir felagsins, velja nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkenna ársroknskapin og gera møguligar viðtøkubroytingar.
Betri kann gera mun
Betri Samtakið tillagar sínar vørur og tænastur í mun til tørvin hjá kundanum. Eitt nú gevur Betri Pensjón kundunum møguleika at velja váðastøði í sína pensjón. Jú meira váðafúsin kundin er, størri vinning kann hann vænta sær, men tað er eisini størri møguleiki fyri fíggjarligum tapi.
Harumframt hevur pensjónsfelagið eisini lagt dent á etiskar íløgur og burðardygd, tí hetta er nakað, sum kundarnir við tíðini hava eftirspurt meira. Betri hevur valt óetiskar íløgur frá. Hetta merkir, at tú sum kundi gevur pensjónsfelagnum pengar, og felagið kann brúka teir til at gera íløgur onkrastaðni, men teir mugu ikki fara til vápnaframleiðslu, tubakk fyritøkur o.s.fr.
Í løtuni er meira enn 75% av íløgunum í partabrøvum í feløgum, sum hava tikið aktiva støðu til burðardygd. Hesi feløgini skulu lúka ávísar treytir og standardir fyri burðardygd. Málið er at koma á 100% av burðardyggum íløgum um nøkur ár. Gunnhild vísir á, at hetta er nakað, sum er hent aftaná, at tey stillaðu upp. Tá man velur ávísar íløgur frá, so kann man vænta minni í vinningi, tí felagið hevur minni at gera gott við, men so er man tvørturímóti ikki við til at stuðla nøkrum óetiskum ella virksemi, sum er ringt fyri samfelagið, umhvørvið og búskapin sum heild.
Eitt ynski, sum Gunnhild og Sjúrður hava borið fram til Betri, er, at kundar hjá Betri skulu hava møguleikan at velja íløgur í kolvetnisfyritøkum frá, eins og Betri hevur valt óetiskar íløgur frá. “Kanska fái eg ikki meira útgoldið, men tað klári eg væl at liva við. Heldur tað enn at stuðla dálkandi virksemi” – sigur Sjúrður. Hann heldur ikki, at framtíðar ættarlið skulu svíða fyri okkara persónligu íløgu í framtíðina.
Harumframt vilja Gunnhild og Sjúrður hava, at Betri ger eina ætlan um blíva CO2 nevtralt. Hetta merkir, at Betri skal fjerna líka nógv CO2 útlát, sum samtakið framleiðir. Fyri at blíva CO2 nevtralar keypa fyritøkur ofta serstøk virðisbrøv, sum verða brúkt til at mótrokna útlátinum, t.d. planta trø. Evsta málið hjá grønu samstarvsfelagunum er at fáa Betri at vísa veruligt samfelagsatlit og vera ein partur av loysnini. Betri er eitt stórt samtak, sum kann ganga á odda og geva øðrum aktørum íblástur at ganga somu leið.
[Linjeskift til tekstombrydning]Broyting tekur tíð
Gunnhild og Sjúrður fingu ein pall beinanvegin at fortelja sín boðskap, tí disinvestment var ikki nakað, sum man tosaði um. Tað er ein fyrimunir at stilla upp við einari ítøkiligari dagsskrá. Hóast tað fyri tað mesta hevur gingið væl, so eru summi ting, ið gera, at tað
Tekur tíð at fáa broyting.
So skjótt man uppførir seg ella sigur nakað ideallistisk, so kann man skjótt verða ákærdur fyri ikki at hava skil fyri tingunum. Tú skalt ikki halda, at tú kanst gera nakran mun. Slíkar sannføringar frá øðrum kunnu fáa teg at ivast í tínum arbeiði, men tað umráðandi at minnast, hví tú fórt í holt við hetta arbeiðið í fyrsti atløgu. Talan er um eina jantelóg, sum valdar í samfelagnum. Gunnhild og Sjúrður stillaðu ikki upp til Umboðsráðið fyri pengarnarnar; tá Gunnhild hevur rindað skatt av tí hon fær, fer restin til Veðurlagslóg NÚ.
Føroysku peningastovnarnir hava gjørt nøkur onnur átøk ímóti veðurlagsbroytingum, t.d. grønt bústaðarlán, grønt billán og íløgur í grøna orkuskifti. Í Føroyum eru fyritøkur, land og kommunur byrjaðar at fremja fleiri veðurlagsátøk og keypa meira el-bilar. Gunnhild heldur alt gott um tað, men vísur eisini á, at vit skulu ansa eftir greenwashing. Greenwashing verður brúkt av fyritøkum til at lýsa eina vøru til nakað grønari og burðardyggari, enn hon veruliga er, fyri at fáa fleiri at keypa hana. “Óansæð um okkum dámar tað ella ei, so liva vit í einum kapitalistiskum heimi,” sigur Sjúrður. Tað kann tí vera trupult at fremja radikalar broytingar, tí evsta málið hjá fyritøkum er at fáa størst møguligan vinning. Bygnaðarligar broytingar taka langa tíð og krevja nógvan vilja.
Tín innsatsur ger eisini mun
Gunnhild og Sjúrður vísa á tríggjar mátar fólk kunnu gera mun. Fyrst og fremst kunnu allir kundar skriva til sín banka ella pensjónsfelag og boða frá, at møguleikin at velja íløgur frá er nakað, sum tey ganga høgt uppí. Hetta setir eitt trýst á bankan, og ger tað lættari hjá bankanum at síggja, hvat kundarnir ynskja.
Tað næsta ráðið kennir tú nokk aftur, Brúka minni, sigur Gunnhild einfalt. Í dag forbrúka vit alt for nógv. So leingi vit eru hesir stóru forbrúkarnir, so blívir tað við. Gunnhild sigur, at fólk ofta halda, at tey eru radikal, men hon heldur, at tað er meira radikalt, at vit kunnu halda fram eins og vit gera, tí tað broytir einki. Hon heldur ikki, at tøkniligar loysnir einsamallar fara at koppa veðurlagskreppuni, vinnan kann ikki einsamøll berjast ímóti veðurlagsbroytingum, tí lívsgrundarlagið hjá fyritøkum eru kundarnir og teirra eftirspurningur. Tað besta er, um bæði vinnan og brúkarnir gera sítt besta at berjast ímóti veðurlagsbroytingum, og politiska skipanin má sjálvandi eisini við.
Síðsta ráðið er luttøka. Luttøka er týdningarmikil fyri eitt vælvirkandi samfelag. Hugsa um, hvønn politikara tú velur. Brúka tín atkvøðurætt til at stuðla politikarinum, ið umboðar teg best. Tað er eisini umráðandi at stuðla teimum átøkum, sum eru, eitt nú veðurlagsverkføllum. Tú kanst engagera teg í tí, sum tú hevur yvirskot til. Tær nýtist ikki at vera á odda, men stuðla. Á henda hátt kanst tú vera við til at vísa, at fleiri leggja í tað. Gunnhild leggur afturat, at har eru nógvir felagsskapir, har tú kanst tekna teg sum lim, t.d. FNU ella Veðurlagslóg NÚ.
Gunnhild Dahl Niclasen situr í umboðsráðnum hjá Betri. Hon er 38 ára gomul og býr í Haraldssundi. Hon hevur lisið stjørnnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum og tikið eina master í humanøkologi í Lund Universiteti. Umframt hetta er hon fríyrkisfólk og hevur frá 2014 til 2018 verið virkin nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, sum hon var við til at endurstovna í 2014.
Sjúrður Hammer er føddur og uppvaksin í Havn. Í 2003 flutti hann til Aberdeen at lesa lívfrøði. Eftir loknan lestur tók hann eina ph.d., har hann specialiseraði seg innan dálking. Fyri trimum árum síðani flutti hann til Føroyar, har han arbeiðir við margfeldi á Umhvørvisstovuni. Harumframt er Sjúrður nevndarlimur í FNU.
Gunnhild og Sjúrður eru trímenningar og lærdu hvønnan at kenna gjøgnum FNU.