top of page

A-kassi – hví skal eg melda meg inn?

image.jpg

Tummas Janusarson Danielsen

Tað eru fleiri fyrimunir við at melda seg í ein A-kassa, meðan tú ert lesandi. Ert tú undir 30 ár og lesandi og hevur minst eitt ár eftir av útbúgvingini, er tað ókeypis at vera limur. Vanligi kostnaðurin er annars uml. 400-500 kr. um mánaðin.

 

Eftir at hava verið limur í eitt ár, hevur tú rætt til at fáa dagpening útgoldnan fyrsta dagin eftir loknan lestur, skuldi tað hent seg, at tú ikki fært starv beinanvegin. Hendan upphæddin liggur um 14.000 kr. Tú kanst tískil fáa útgoldið dagpening, uttan at tú nakrantíð hevur goldið eina krónu í A-kassan.

 

Meldar tú teg ov seint inn í A-kassan, og tú ikki fært starv beinanvegin eftir loknan lestur, fært tú ikki dagpening fyrsta mánaðin.

 

Umframt at fáa dagpening eru eisini aðrir fyrimunir við at melda seg í ein A-kassa. Tú fært m.a. ókeypis starvsvegleiðing og ókeypis fyrilestrar og workshops, har tú lærir at skriva CV, at skipa tín LinkedIn-vanga, og ráðgeving um, hvussu tú ber teg at til starvssetanarsamrøður.

Fyri at fáa ókeypis A-kassa skalt tú:

  •  Vera lesandi og undir 30 ár

  •  Lesa á eini útbúgving, ið gevur minst 90 ECTS-stig

  •  Ikki móttaka aðra almenna forsorg

  •  Búgva í Danmark

  •  Ikki hava hægri inntøku enn maksimalu dagpeningaupphæddina (228.996 kr. um árið í 2019)

Ert tú lesandi og eldri enn 30 ár, kanst tú eisini fáa ókeypis A-kassa. Tú skalt bara:

  •  Hava verið limur í A-kassanum í eitt ár, meðan tú arbeiddi, áðrenn tú byrjaði at lesa

  •  Hava í minsta lagi eitt ár eftir av útbúgvingini

  •  Rinda í eina eftirlønarskipan ella hava møguleika fyri at rinda í eina

  •  Í hægsta lagi vera limur uttan at gjalda í 5 ár

  •  Vera í gongd við eina SU-heimilaða útbúgving

  •  Ikki hava hægri inntøku enn maksimalu dagpeningaupphæddina (228.996 kr. um árið í 2019)

bottom of page