Fjølnirheiðurin 2023
A summary in english is at the end of this text.
Eins og í fjør skipar MFS fyri Fjølnirheiðurinum! Hetta er ein greinakapping fyri limirnir í MFS, – lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlanda – sum vit skipa fyri at fáa tilfar til blaðið Fjølnir, sum MFS hevur givið út seinastu árini. Í komandi útgávu verður evnið “Inflasjón”. Í hesum sambandi lýsa vit eftir greinum til Fjølnir 2023. Innihaldið í greininum skal samsvara við tað, sum høvundurin lesur, og besta greinin fær Fjølnirheiðurin 2023.
Um greinina
Greinin skal vera fakliga viðkomandi fyri tað tú lesur og snúgva seg um inflasjón í breiðastu merking. Hon skal vera skrivað soleiðis, at øll kunnu lesa hana – ikki bert tey, ið hava lisið tað sama sum tú.
Tú kanst t.d. skiva greinina út frá einari uppgávu ella ritgerð, sum tú hevur skrivað í samband við tín lesnað, men minst til at hetta ikki er ein akademisk ritgerð, men ein lættvísindalig grein t.e. ein grein við vísindaligum innihaldið, sum er skrivað til almenningin. Tá tú skrivar greinina, skalt tú minnast til, at lesarin ikki neyðturvuliga hevur sama bakstøði sum tú til at skilja evnið. Tí er umráðandi at málið er lætt, og at tú útgreinar møgulig fakorð.
Greinin skal vera 2-4 vanligar síður til longdar (uml. 2400 tekin á hvørjari síðu), og skal vera skrivað á føroyskum, enskum ella norðurlendskum máli.
Fjølnirheiðurin
Besta greinin fær Fjølnirheiðurin, sum umframt viðurkenningina er ein peningagáva á 5000 kr. Ein óheft metingarnevnd við umboðum við ymiskari fakligari vitan verður sett at meta um greinarnar. Hóast tað bert er ein grein, ið fær heiðursløn, kunnu hinar innkomnu greinarnar eisini prentast í Fjølnir. MFS tilskilar sær rættin til ikki lata Fjølnirheiðurin, um metingarnevndin ikki metir nakra grein vera nøktandi.
Freist
Freistin at senda inn grein er 15. desembur 2022. Greinin skal sendast sum pdf ella word-skjal í telduposti við “fjølnirheiðurin” í evnisteiginum til fjolnir@mfs.fo. Í teldupostinum skal tú eisini upplýsa hvat fyri útbúving tú ert í holt við og hvørjum universiteti tú lesur á. Hevur tú spurningar kanst tú senda teir til sama teldupost.
SUMMARY IN ENGLISH
MFS (The Faroese National Union of Students) is calling for papers for our magazine “Fjølnir”. The paper has to be on the subject “Inflation” and should reflect your field of studies. In order to submit you have to be a student. The paper should between 2-4 pages and can be written in Faroese, English or a Scandinavian language. The best article will receive the Fjølnir Prize (Fjølnirheiðurin) which consists of 5000 kr. If your paper does not win the prize, it might still be printed in the 2023 edition of Fjølnir. To submit your paper send it as pdf or word document by email with “fjolnirheiðurin” in the subject-line to fjolnir@mfs.fo. The deadline for submission is 15 December 2022.