Lesandi verða ávirkað av stóra prísvøkstrinum
MFS hevur júst verið á ráðstevnu, har sjóneyka varð sett á, hvussu orkukreppan fer at ávirka tey lesandi í Evropa. Niðurstøðan var greið; vit skulu brynja okkum til ein langan og kaldan vetur. Hóast londini í Evropa eru sera ymisk, so er orkukreppan og fátækradømi ein felags avbjóðing hjá øllum teimum evropeisku lestrarfeløgunum. Hægri lestrarstuðul, lagaligari lestrarlán, serligar stuðulsskipanir til stakar uppihaldarar, barsil og fólk, ið bera brek, fleiri lestraríbúðir og onnur átøk, ið lætta um fíggjarliga trýstið hjá lesandi, eru meira átrokandi nú enn áður orsakað av stóra prísvøkstrinum.
ESC 44 í Aveiro, Portugal
Niels Arge og Hans Gilstein Petersen í Portugal
Tann 14.-18. september luttóku Hans Gilstein Petersen, Niels Arge og Sofía Joensen sum umboð fyri MFS á ráðstevnuni European Students’ Convention í Aveiro, Portugal, ið varð samskipað av FAIRe og European Students’ Union. European Students’ Convention gevur landsumfevnandi lestrarfeløgum kring Evropa høvi at viðgera viðkomandi lestrarviðurskifti. Høvuðstemað hesa ferð var livikostnaðurin: Hvussu ávirka alsamt hækkandi prísirnir, serliga orkuprísirnir, tey lesandi í Evropa?
Hans van Steen, ið er deildarstjóri í aðalráðnum fyri orku í Evropakommissiónini, hevði eina framløgu um orkukreppuna, har hann millum annað vísti á, at elprísirnir í Evropa longu eru trífaldaðir í 2022. Orkukreppan setir sera stórt trýst á javnvágina millum trygd, rímiligar prísir og burðardygd, sum í síðsta enda kemur okkum brúkarar til ampa. Trýstið á prísirnar kann hava stórar avleiðingar fyri lesandi og aðrar samfelagsbólkar við lágari tøkari inntøku. Støðan er so álvarsom, at ES møguliga fer at fremja orkusparandi tiltøk fyri at klára tann trupla veturin, sum bíðar beint uttanfyri durðunum. Tað er ikki longur veruleikafjart, at har ikki er nokk av orku til nøkta tørvin hjá íbúgvunum í Evropa. Lestrarfeløgini gera seg til reiðar at hjálpa lesandi í sínum landi við at seta myndugleikunum í teirra landi krøv og biðja um bygnaðarligar broytingar, har tað er møguleiki fyri tí. Vit í Føroyum mugu eisini fyrireika okkum til ein kaldan vetur.
Sofía Helena Joensen, Hans Gilstein Petersen og Niels Arge áveg heim úr Portugal
Framløga um fátakadømi hjá lesandi í Evropa
Heima í Føroyum halda prísirnir eisini fram at vaksa. Sambært Hagstovuni øktust brúkaraprísirnir annan ársfjórðing í 2022 við 7,3% í mun til sama ársfjórðing í fjør. Tað er tann størsta árliga broytingin í 14 ár. Brúkaraprístalið kann hugsast sum ein innkeypskurv samansett av 12 vektaðum vøru- og tænastubólkum. Inflatiónin í Føroyum ger, at byrðan hjá lesandi veksur. Lestrarstuðulin má tí hækkast, so hann endurspeglar veruliga livikostnaðin hjá teimum lesandi. Um vit ikki áhaldandi tryggja sømilig lestrarviðurskifti, kann ein avleiðing vera, at summi lesandi verða noydd at velja annað lestrarland. Vit skulu ikki nógv longur enn 10 ár aftur í tíðina fyri at síggja fólkafráflyting í Føroyum, har serliga kvinnur ikki fluttu heim aftur. Tað er avgerandi at raðfesta útbúgving og veita øllum lesandi nøktandi og fevnandi umstøður til tess at virka ímóti, at eitt líknandi rák sum EXIT Føroyar tekur seg upp aftur.
Seinasta kvøld í Portugal áðrenn nøsin vendi heim til Skotlands og Danmark
Ávegis úr Aveiro til Lisbon
MFS fekk í 2021 fullan limaskap í European Students’ Union (ESU), sum er eitt meginfelag hjá 45 landsumfevnandi lestrarfeløgum í 40 londum. ESU umboðar gjøgnum lestrarfeløgini umleið 20 milliónir lesandi í Evropa og hevur tískil stóra ávirkan á evropeiskan útbúgvingarpolitikk. Endamálið hjá ESU er at umboða og virka fyri útbúgvingarligum, sosialum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum hjá lesandi á einum evropeiskum støði mótvegis viðkomandi stovnar sum ES, Bologna Follow Up Group, ES-Ráðið og UNESCO. Við fullum limaskapi í ESU er MFS við til at seta Føroyar á dagskránna, tá útbúgvingarpolitikkur í Evropa verður smíðaður.