top of page

MFS á European Students Union (ESU) Board Meeting 86 í Genève, Sveis.

6. - 12. mai 2024

IMG_9838_edited.jpg

Nevndarfundurin hjá ESU er ein hálvárligur fundur, har øll limafeløgini møtast, og virkar sum evsta vald felagsins. Til hesar fundirnar tekur nevndin týdningarmiklar avgerðir viðvíkjandi politikkir, arbeiðsæltan og val av limum í starvsnevndina, har hvørt land hevur tvær atkvøður. Heili fimm føroyingar vóru á nevndarfundinum. Frá MFS: Jákup Holm Johannesen, altjóða skrivari, Tórálvur Mohr, fíggjarstrjóri og limir í altjóða nevndini, og Anna Dam, limir í altjóða nevndini. Borgný Susonnudóttir Hansen, var við at stjórna fundin og Magnus Við Streym er nevndarlimir í ESU og stillaði upp til varaforsetasessin.


 

IMG_5407.jpeg
Anna, Jákup, Tórálvur, Borgný og Magnus.

Hvat er ESU?

ESU er eitt meginfelag fyri lesandi í Evropa við 45 landsfevnandi lestrarfeløgum úr 40 ymiskum londum, ið samanlagt umboða umleið 20 milliónir lesandi. Felagið bleiv stovnað í 1982 við endamálinum at umboða og tala fyri útbúgvingarligum, samfelagsligum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum hjá lesandi á evropeiskum støði rættað ímóti øllum viðkomandi stovnum, serliga Evropasamveldið (ES), Bologna Follow Up Group, Evroparáðið og UNESCO. ESU arbeiðir eitt nú við góðskutrygging av hægri útbúgving, internationalisering og mobilitet, trivnað og sálarheilsu hjá lesandi og starvsfólkum í hægri útbúgvingarstovnum.

Dagur 1: Valstríð

Tað mesta av fyrsta degnum fór við valstríði og afturmeldingum í samband arbeiðsavrikið hjá nevndarlimunum og forsetasessunum. Her høvdu lestrarfeløgini høvi at seta spurningar og takka nevndarlimunum fyri arbeiði teirra. Løtan var kensluborin tá Horia Onita, presidentur í ESU, legði fram avrik sítt. Her var lang kø á talararlistanum, tí lestrarfeløg vildu takka honum fyri megnar arbeiði, sum var gjørt. MFS gav honum eisini eina heilsan, takkaði fyri góða arbeiði og ynskti honum alt tað besta í framtíðini.

Seinni á degnum var val. Her stemma lestrarfeløg um nýggju nevndina og forsetapostarnar í European Students Union. Magnus Við Streym stillaði upp ímóti Arno Schrooyen, sum eisini er í nevndini í ESU, um varaforsetasessin sum verður røktur úr Brussél, Belgia. Talan var um eitt sera spennandi valstríð við tveimum sera sterkum valevnum. Við sera lítlum meiriluta bleyv tað Arno, sum hevur hollar royndir í Brússel, sum var valdur sum varaforseti. Hóast Magnus ikki var valdur, er talan um eitt heilt fantastiska flott úrslit frá unga manninum av Norðskála. Iris Kimizoglu var vald sum forseti og Arno Schrooyen og Lana Par sum varaforsetar.

IMG_5326.jpeg
IMG_5475.jpeg
IMG_5427.jpeg

Dagur 2: Ein langur dagur við fíggjarviðurskiftum og skjølum

Á seinna degnum var tosað nógv um fíggjarviðurskiftini hjá ESU. Her var nógvur dentur lagdur á at skapa ein breiðan leist at fíggja virksemi hjá ESU. Seinni á degnum og út á náttina sótu lestrarfeløg og kjakaðust um Students Rights Charter og Student Refugees. Her var talan um rættin hjá teimum lesandi og um flóttafólk og onnur sum eru í truplum støðum. Kjakið var virðiligt og fundarstjórnin, har Borgný hevði týðiligan lut, gjørdi eitt megnararbeiði.​

Dagur 3: Ein langur, harður, stuttligur og kensluborðin dagur

 

Nógv av síðsta degnum fór við kjaki um framtíðararbeiði hjá ESU. Í hesum sambandið hevði MFS borið fram nakrar broytingar í samband við orðing av Føroyum, Sveis og Stóra Bretlandi, sum øll hava ynski at sleppa uppí Erasmus+. Tá MFS skuldi taka orði, tók Borgný Susonnudóttir Hansen mikrofonina og boðaði frá at hettar var fyrsta broytingaruppskot, sum MFS, nýggjasti limir í ESU, nakrantíð hevur lagt fram. Tað sum fylgdi var stórur fagnaður av øllum salinum. Broytingaruppskotið var góðtikið og MFS hava tískil 100% eydnu í broytingaruppskotum.

 

Seinni á degnum lukkaði Horia Onita fundin. Horia, sum er presidentur í ESU og fer úr studentapolitikki, takkaði starvsfelagum sínum fyri seinasta ár sítt. Tað er sjálvandi ein sera kensluborin løta, tá ið fólk, sum hava givið so nógv fyri lesandi í Evropa takka fyri seg. Tað merktist eisini í salinum. At enda gjørdu lestrarfeløg klárt til “intercultural night”, sum var hildið um kvøldið. Her høvdu lestrarfeløgini sett upp bás og tikið mat og drekka frá heimlandi sínum til gestirnar. Her høvdu MFS høvið at feiðra eina langa viku í Sveis og hava nógvar góðar samtalur við fólk úr øllum Evropa. MFS hevði borðreitt í ektaðum føroyskum stíli og tikið turran fisk og føroyskan snap við.


MFS

bottom of page