Ferðafrásøgn – MFS á European Students Convention (ESC)

Dagarnir 24-28 februar 2025 var Kári Ólason Danielsen, Varaaltjóða skrivari og limur í altjóða nevndini í MFS, á ESC í Galway, Írland. ESC er eitt tiltak hjá European Students Union, har umboð úr ymsu lestrarfeløgunum møtast, læra, og kjakast um lestrarpolitikk í Evropa. Tiltakið var fyriskipað av írska lestrarfelagnum, USI, sum megnaði hesa uppgávuna avbera væl. Dagarnir vóru fyltir við áhugaverdum framløgum frá serføðingum innan hægri lestur og spennandi kjaki. Quality of Education var høvuðstemaði hesaferð, har vit lærdu um m.a MicroCredentials, National Student Engagement Programme og Recognition of Prior Learning.
Fyrsta dagin gingu vit yvir til University of Galway har vit fyrst vóru bjóða vælkomin av Arno Schroyen, Varaforsetin hjá ESU. Hareftir gav hann orðið til Peter McHugh, ið er Rektarin á Universitetinum. Hann upplýsti okkum um teirra skúla og hvussu tað sum heild er at búgva í Galway. Aftaná kom Dr. Emma Francis frá Irish Univeristy Association (IUA), at greiða okkum frá MicroCredentials, sum er eitt átak tey hava gjørt tey seinastu árini. MicroCredentials í Írlandi eru stutt og fleksibul útbúgvingartilboð, sum verða veitt av írskum universitetum í samstarvi við vinnulívið. Endamálið er at menna førleikar hjá lesandi og starvsfólki við góðkendum, skjótum og marknaðarviðkomandi skeiðum. Hesi skeið kunnu styrkja yrkisleiðir og stuðla lívslangari læring. Seinnapartin høvdu vit ein workshop har vit í bólkum sjálvi skuldu gera eitt MicroCreds tey kunnu bjóða út.



Seinna dagin skuldu vit tíðliga við bussið yvir eitt annað Universitet sum eitur Atlantic Technological University (ATU). Dagurin byrjaði við at rektarin Dr. Orla Flynn, greiddi okkum frá at ATU varð stovnað í 2022 við samanleggingini av trimum tekniskum skúlum: Galway-Mayo IT, IT Sligo og Letterkenny IT. Samanleggingin hevði til endamáls at sameina vitan, førleikar og orku úr øllum trimum stovnunum fyri at skapa eitt sterkt, regionalt universitet. ATU er nú eitt av størstu teknologisku universitetunum í Írlandi, sum veitir útbúgving, gransking og vinnulívsmenning til yvir 20.000 lesandi á átta ymiskum campusum í vestara og norðara parti av Írlandi.
Eftir hetta hevði N-TUTORR ein fyrilestur um teirra arbeiði á hægrilesnaði í Írlandi. N-TUTORR (National Technological University Transformation for Recovery and Resilience) er ett írskt tiltak við 40 milliónum evrum, fíggjað av ES og NextGenerationEU. Endamálið er at betra útbúgving við at styrkja næmingar, menna lærarar og menna talgildar skipanir í teknologisku hægri útbúgvingini í Írlandi. Restina av degnum høvdu vit fyrilestur frá ESU um Quality Assurance og ein workshop. Her lærdu vit um m.a. Student Central Learning, Diverse Learners, ESG (European Standards & Guidelines). Tað krevur betri samstarv, rættvísa góðskumeting og digitala læring sum ískoyti, ikki sum skiftisloysn. Næmingar skulu vera virknir luttakarar.



Triðja dagin fóru vit aftur yvir til University of Galway. Her byrjaði dagurin við at Niamh Kennedy og Rachael Sarsfield Ryan greiddu okkum frá hvat National Student Engagement Programme (NstEP) ger. NStEP er eitt samstarv millum Quality and Qualifications Ireland, Higher Education Authority og Union of Students in Ireland. NStEP stuðlar næmingum við at menna samstarv, leiðslu og ávirkan innan hægri útbúgving. Hetta fer fram í 25 útbúgvingarstovnum um alt Írland og styrkir næminga- og starvsfólk samstarv.
Aftaná høvdu vit fyrilestur frá Dr. Ciara Stunton um Recognition of Prior Learning (RPL) og hvussu tey arbeiða við at skapa betri møguleikar fyri arbeiðsfólk. RPL er ein partur av hægri útbúgving, har vitan og førleikar, sum fólk hava hent sær uttan formella útbúgving, verða mettir og viðurkendir. Hetta ger tað møguligt at nýta hesa vitan í útbúgvingum, sum leiðir til styttri útbúgvingartíð og fleiri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Ciara kom við einum dømi um 18 bóndir í Írlandi, sum í fleiri ár høvdu ment burðardygdsemi á sínum lendi, og teir kundu møguliga fáa viðurkendar merittir fyri teirra praktisku royndir við útbúgving um umhvørvisburðardygd. Hon greiddi frá, hvussu hetta kundi verða dokumenterað og argumenterað fyri, at teir høvdu partvíst lært tað sama sum í útbúgvingini. Hetta endaði við, at teir fingu 50% játtan og kundu klára útbúgvingina á styttri tíð. Hetta er sera áhugavert, tí nógv fakfólk læra nógv, men hava ikki tíð til at lesa, og við Recognition of Prior Learning kunnu tey fáa pappírir uppá útbúgving.
Til ráðstevnur fer nógv tíð til fyrilestrar, workshops og kjak, men vit hava eisini løtur har vit samansjóðast og læra hvønn annan at kenna. USI hevði skipað fyri at vit skuldu læra írskan fólkadans frammanfyri tey lesandi í University of Galway. Hetta var ógvuliga stuttligt at uppliva. Eisini er ein siðvenja til allar ráðstevnur at hava “Intercultural Night” har øll londini fáa ein bás og taka mat og drekka frá egna landi við. MFS hevði turran fisk og tað sum verri er at bjóða gestunum. Áhugin fyri føroysku mentanarvørunum var ovurstórur, men tað luktaði eitt sindur ov føroyskt hildu summi. Á sama hátt sum fólk nálgaust inn at føroyska básinum, stóð eg og samlaði mær vitan frá øll londunum rundan um. Hettar var tískil eitt sera stuttligt og læruríkt kvøld. Dagurin eftir bleiv brúktur uppá heimferðina til Keypmannahavnar.
MFS




