At ansa eftir sálarheilsuni mitt í eini veðurlagskreppu
Annika Helgadóttir Davidsen
Sálarfrøðingur og phd
Serliga ung fólk eru ávirkað av áleikandi veðurlagsbroytingunum, men hvussu kunnu vit á konstruktivan hátt liva saman við eksistentiellu óvissuni, ið fylgir við?
Veðurlagið og náttúran hava í sjálvum sær altíð havt ávirkan á sálarheilsuna hjá fólki. Føroyska náttúran er, við sínum ofta harðrenda og óútrokniliga lyndi, kend fyri at hava ávirkan á huglagið hjá føroyingum. Fyri summi kunnu myrku og longu vetrarnir gera sinnið tyngri, meðan ljósu summardagarnir og -næturnar hinvegin kunnu kennast lekjandi fyri tey flestu.
Vit menniskju og náttúran hava altíð verið tætt samantvinnað, og eru vit eins tengd at náttúruni og náttúran er at okkum og okkara atburði ímóti henni. Tá náttúran, beinleiðis ella óbeinleiðis, spælir ein so stóran leiklut í okkara tilveru, kann kjakið um veðurlagsbroytingar vera við til at skapa ein grundleggjandi, eksistentiellan ótryggleika hjá tí einstaka.
Veðurlagsbroytingarnar hava seinastu árini fylt alt meiri í almenna rúminum. Veðurlagsverkfall, veðurlagskreppa og veðurlagsangist eru tiltøk og hugtøk, ið hava vunnið frama, serliga í diskursinum um ung og veðurlagsbroytingar. Umframt at venda uppmerksemið hjá fólki móti hesum týðandi evni og týdninginum av at gera okkurt við tað, so hevur almenna og politiska viðgerðin av veðurlagsbroytingum eisini elvt til stúranir og ótta hjá summum. Enn eru ikki nógvar kanningar gjørdar um, í hvønn mun stúranir um veðurlagið órógva fólk, men ein kanning við 10.000 16-25 ára gomlum úr 10 ymiskum londum vísti, at 50% av teimum spurdu kendu seg kedd, óttafull, ill, máttleys og høvdu ringa samvitsku um veðurlagsbroytingarnar og mátan, stjórnirnar í teirra landi handfara veðurlagsbroytingarnar (Marks et al., 2021).
Hetta er eitt rímiliga høgt tal, og tað, sum kann vera viðvirkandi til, at serliga yngri fólk eru stúrin, er, at tað ofta verður lagt á herðarnar hjá teimum ungu, at tey onkursvegna skulu loysa trupulleikarnar av veðurlagsbroytingunum. Ikki einans er tað ein ovurstór ábyrgd hjá einum ættarliði at hava, men tað er kanska eisini órættvíst at hugsa, at ein so stór global samfelagslig avbjóðing, ið hevur bygt seg upp í áratíggju, skal loysast individuelt. Sjálvandi eiga vit øll sum einstaklingar at gera okkara fyri at seinka um veðurlagsbroytingarnar, men heimsins lond og leiðarar tess eiga eisini at leggja nógv fyri í hesum arbeiði.
Tað, sum eyðkennir tað slagið av stúranum, sum fólk kunnu uppliva í samband við veðurlagsbroytingar, er, at tað onkursvegna eru rationellar og álítandi stúranir, tvs. stúranir um veðurlagsbroytingar, ið vit hava rættiliga haldgóð prógv fyri, fyrr ella seinni fara at henda. Samstundis vita vit ikki, nær ella hvussu tað fer at henda, og hendan bíðistøðan eftir tí óvissa kann vera trupul at liva friðarliga saman við. Hetta slagið av stúranum er øðrvísi enn psykiatriska fatanin av ótta ella angist, ið oftast er knýtt at irrationellum stúranum og hugsanum um seg sjálva/n og onnur. Tí skulu stúranir um veðurlagið og framtíðina hvørki viðgerðast við heilivági ella sálarfrøðiligum samrøðum. Heldur eiga vit at skilja hesar stúranir sum grundleggjandi eksistentiellar, og sum eitt kor ella ein nátturligan part av tí at vera menniskja í dag.
Hvussu kann man so handfara henda eksistentiella ótryggleikan og stúranirnar, tá tey raka?
-
Fyrsta stigið er helst at góðtaka, at tað ikki bara er upp til mín og tín sum einstaklingar at broyta gongdina. Harvið kann man eisini leggja burtur tyngjandi ábyrgdarkensluna og ringu samvitskuna, sum onkuntíð kann vera ein fylgisveinur, og sum er lítið uppbyggjandi.
-
Tað kann vera hjálpa at hugsa, at man ikki er einsamøll/-mallur við stúranunum, tí fólk kring allan heimin eru eins stúrin um støðuna. Tosa við onnur um stúranirnar.
-
Stúranir kunnu gerast uppbyggjandi og jaligar, um man kennir, at man fyriheldur seg aktivt til tær. Tí eru nógv, sum eru uppi í arbeiði hjá ymsum felagsskapum, ið hava til endamáls at økja um tilvitskuna hjá fólki um veðurlagsbroytingar og vísa á møguleikarnar, vit hóast alt hava at minka um avleiðingarnar av teimum.
-
At fyrihalda seg aktivt til veðurlagsbroytingarnar, serliga saman við øðrum, kann kveikja bjartskygni og vón og skapa meining í tí, sum kann tykjast meiningsleyst.
(1) Chamberlain, M. C. H. (2019). Jeg hadde kraftig klimaangst. Jeg kunne ikke se på nyheter, og jeg skulket naturfagene. Aftenposten. https://www.aftenposten.no/meninger/sid/i/VbLoo1/jeg-hadde-kraftig-klimaangst-jeg-kunne-ikke-se-paa-nyheter-og-jeg-sku
(2) Marks, E.; Hickman, C.; Pihkala, P.; Clayton, S.; Lewandowski, E. R.; Mayall, E. E.; Wray, B.; Mellor, C. & van Susteren, L. (2021). Young People's Voices on Climate Anxiety, Government Betrayal and Moral Injury: A Global Phenomenon. https://papers.ssrn.com/sol3/papers.cfm?abstract_id=3918955
(3) Garbo, G. L. (2022). Hvorfor rammes så mange unge av klimaangst? (nr. 86) [Poddvarp]. Í Universitetsplassen. Universitetet i Oslo. https://www.uio.no/om/aktuelt/universitetsplassen/podkast/