top of page
MFS_Logo_Ugla_Bitmap.png

Arbeiðsætlan

Samtykt tann 15. august 2024

Trivnaðar- og útbúgvingarpolitikkur

Útbúgving fyri øll

MFS skal virka fyri at økja um atgongdina til hægri útbúgving, uttan mun til um ein hevur skerdan førleika ella ei. Fyritíðarpensjónistar hava ikki eins góðar møguleikar fyri at hava eitt starv afturat lesnaðinum. Her kann eitt møguligt samstarv við MEGD og Gigni vera gott, har vit kunnu arbeiða fyri lesandi við skerdum førleika. Her kann ein útbúgving m.a. gera, at fyritíðarpensjónistar kunnu koma aftur í arbeiðsmarknaðin, og harvið skapa inntøkur til landskassan. Eisini vilja vit arbeiða móti øllum mismuni mótvegis lesandi við skerdum førleikum og virka fyri at seta ein nøktandi kæruskipan í verk.

Altjóða útbúgvingarskipan

MFS skal arbeiða fyri, at útbúgvingarstovnar í Føroyum liva upp til altjóða krøv, soleiðis at tey lesandi í Føroyum kunnu fáa eina góða útbúgving, eins og tey í Evropa og kring heimin. Ein partur av hesum kann vera at fáa fleiri lesandi at fara á skiftislestur. Hetta gevur lesandi í Føroyum møguleikan at fara út í heim at savna sær nýggjar førleikar og vitan, sum tey kunnu taka við sær á føroyska arbeiðsmarknaðin. MFS skal lýsa við yvirlýsingini, sum bleiv samtykt 24. juli 2024, um at lesandi í Føroyum skulu hava atgongd til Erasmus+ og MFS ynskir at leggja hetta fram til næsta nevndarfund hjá ESU. Hetta kann gera tað lættari hjá lesandi í Føroyum at fara á skiftislestur og hjá lesandi uttanlands at koma til Føroyar á skiftislestur. Útbúgvingarstovnar mugu tískil eisini kanna krøvini til at gerast viðurkend altjóða, sum t.d. málpolitikkur, góðskutrygging og møguleikar at fáa fleiri granskarar og lesandi úr øðrum londum. Her kann talan vera um møguliga samstarv við altjóða nevndina. 

Lestrarstuðul

Tað er munur á, hvat lesandi fáa um mánaðin, um tey fáa frá Studna ella SU. Her fer MFS at raðfesta, at lesandi í Føroyum, ið fáa stuðul til lestur í Føroyum, verða javnsett við tey, ið fáa SU, soleiðis at tað ikki er mismunur millum lesandi í Føroyum og lesandi í Danmark.  Hækkandi prísir á gerandisvørum og inflatión ger, at byrðan á lesandi veksur. Lestrarstuðulin eigur tískil at prístalsviðgerðast, eins og staðfest er í lógini um lestrarstuðul. Ferðastuðulin, sum áður varð lækkaður, eigur at verða endurskoðaður, vegna hækkandi prísir á flogferðaseðlar. MFS skal eisini varpa ljós á lesandi í Føroyum. Hetta við eitt nú at vísa á hvussu er at vera lesandi við Studna í Føroyum, lestraríbúðir, støk lesandi foreldur, o.s.fr. Hetta kann fáast í lag við samstarvi við samskiftis- og marknaðarførslunevndina. 

 

Lestraríbúðir

Vit vita, at fleiri bústaðir í Havn standa tómir, sum m.a. rakar tey lesandi í Føroyum. Í hesum sambandi skal felagið leggja trýst á politikarar og kommunur um at betra um hetta, millum annað við at byggja fleiri lestraríbúðir. Eisini skal MFS eggja privatfólki at hýsa lesandi, har tað er møguligt. 

 

Sálarheilsa og kanning um sálarheilsu

Sálarheilsa og kanning um sálarheilsu
Lesandi kunnu fáa sálarligar trupulleikar, sum mugu viðgerast, og MFS metir tað vera av alstórum týdningi at raðfesta nøktandi stuðulskipanir og hjálp til lesandi við sálarligum avbjóðingum. MFS fegnast um átakið, har fólk millum 15 og 25 ár hava møguleika at fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Játtanin til tilboðið var kortini uppi eftir stutta tíð, ið staðfestir tørvin á sálarfrøðiligari viðgerð til ung, umframt at meira peningur má setast av til endamálið. MFS leggur áherðslu á, at neyðugt er tryggja, at tilboðið heldur fram. Fatanin hjá MFS er, at fleiri lesandi uppliva stress, einsemi og tunglyndi. Hetta kann vera ein forðan í lestrartíðini hjá tí einstaka. MFS metir tískil, at atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð er neyðugt til tess at tryggja betri kor fyri lesandi í Føroyum. MFS ynskir at gera eina spurnarkanning um sálarheilsuna hjá lesandi í Føroyum og spyrja Setrið og RTL um innlit til trivnaðarkanningar. MFS skal á fundi við politiskar mynduleikar taka evnið upp og kanna, um lógarkrav kann gerast, sum tryggjar, at trivnaðurin á Setrinum verður eftirkannaður regluliga. Kanningarnar skulu brúkast til at fremja politisk átøk og at kunna myndugleikar og almenningin um hesi hagtøl. Her kunnu vit hava eitt møguligt samstarv saman við Sinnisbata, Ráð Teirra Lesandi og Fróðskaparsetur Føroya.

 

Økt fígging

Økta virksemið hjá MFS krevur økta fígging. Millum annað tí at: 

  • Fleiri føroysk lesandi velja at lesa í Føroyum, og vit burdu kanna meira um tey og viðurskifti teirra. 

  • Síðani MFS gjørdist partur av ESU, er altjóða virksemið økt nógv.

  •  MFS arbeiðir saman við politisku skipanini fyri at styrkja um útbúgvingarskipanina, eitt nú sum týdningarmikil hoyringspartur í hesum málum.

  • Í løtuni er stórur partur av arbeiðinum hjá MFS sjálvboðið, og hetta avmarkar virksemi felagsins. Samsýning til ráðslimir hevði gjørt tað møguligt at tikið meira arbeiði á seg.
     

Tískil eigur MFS at fara í dialog við politiskar myndugleikar til tess at økja um okkara rakstrarjáttan, so at hon samsvarar við arbeiðið okkara. 

ÚSUN

Av tí at Føroyar eru ein smátjóð, so viðurkennir MFS, at tað ikki ber at bjóða út eins fjølbroyttar útbúgvingar sum í útlondum. MFS viðurkennir eisini, at tað er jaligt fyri føroyska samfelagið, at føroyingar fara í útlond at fáa sær eina útbúgving. Tískil eigur landskassin at rinda skúlagjald fyri útbúgvingar í útlondum, fyri at eggja føroyingar at taka útbúgvingar aðrastaðnis. Hesin stuðulin eigur undir ongum umstøðum at vera umlagdur til eitt lán.

 

Altjóða samstarv

Umboðan og kynsbýti

MFS er yvirskipað í trimum altjóða samstørvum. Hesi eru North-Atlantic Islands’ Students’ Cooperation (NAIS), Nordisk Ordförande Møte (NOM) og European Students’ Union (ESU). Miðað verður eftir at senda í minsta lagi tvey umboð til ráðstevnurnar hjá NAIS, NOM og ESU, og í minsta lagi trý umboð til nevndarfundirnar hjá ESU. MFS skal raðfesta eitt javnt kynsbýti, tá vit senda umboð til ráðstevnur og nevndarfundir uttanlands. 

 

Evropeiskt samstarv

MFS skal á tvær ráðstevnur og tveir nevndarfundir hjá ESU komandi ráðsár. Umboðini, sum verða send til nevndarfundirnar, skulu hava fyrireikað seg frammanundan. Harumframt skal altjóða nevndin saman við fyrrverandi altjóða skrivarum fáa mannagongdina til ESU klára og framhaldandi hava tætt samskifti við hesi.

 

Norðurlendskt samstarv

Komandi ráðsár fer MFS at luttaka á einari NOM-ráðsstevnu og fyriskipa eina í Føroyum, fyri at dagføra vitanina um lestrarviðurskifti og fyrireika seg til nevndarfundirnar hjá ESU.

 

Samstarv í útnorðri

MFS fer áhaldandi at arbeiða við at styrkja um NAIS, sum er eitt samstarv millum tað íslendska lestrarfelagið (LÍS) og tað grønlendska lestrarfelagið Avalak. Hetta ráðsárið verður ein NAIS-fundur og í vár skal MFS bjóða NAIS til Føroyar.

 

Ambassadørskipanin

Nevndin fyri altjóða samstarv skal søkja eftir nýggjum ambassadørum til komandi ráðsár. MFS skal endurskoða ambassadørskipanina og gera greitt, hvat endamálið við henni er.

 

Samstarv við VSS-UNES-USU um ERASMUS+

Vit skulu samstarva við sveisiska lestrarfelagið VSS-UNES-USU og aðrar viðkomandi áhugapartar um at fáa limaskap í Erasmus+. MFS er partnari í einari venjingarlegu í Sveis, har ein lærir at gera politisk átøk og ávirka ERASMUS+. MFS skal senda í minsta lagi eitt umboð til venjingarleguna. Altjóða nevndin skal vera samd um eitt politiskt átak, áðrenn venjingarlegan byrjar.

 

Minka um arbeiðsbyrðuna hjá altjóða skrivaranum

Altjóða nevndin skal endurskoðast, soleiðis at arbeiðsbyrðan hjá altjóða skrivaranum ikki verður ov stór. 

 

Innanhýsis viðurskifti (lógarbroytingarnevndin)

Samskifti og fílagoymslu

Arbeiðast skal við at fáa flutt alt innanhýsis samskifti og fílugoymslu hjá MFS á ávísar pallar, t.d. Messenger ella Slack, og Microsoft Teams ella Google Drive. Hetta so at skipanirnar á netinum eru betri samskipaðar, og at skjøl og annað, sum er goymt á netinum er meira atkomiligt fyri nevndarlimunum.

Dátuvernd

Krevja at endurskoða mannagongdir á hesum økinum vegna nýggju dátuverndarlógina frá í fjør.

 

Bygnaður

Bygnaðurin í felagnum eigur at endurskoðast. Serliga, tá tað kemur til støðuna hjá lokalnevndum, ambassadørum, og hjánevndum.

 

Starvsfólkapolitikkur

MFS hevur ongan starvsfólkapolitikk enn, hóast vit hava eitt skrivstovufólk og eitt umboð til ESU til arbeiðis. Hetta má dagførast, soleiðis at starvsfólkið kennir síni rættindi og skyldur. 

 

Fíggjarstýring

Fíggjarstjórin skal í samstarvi við altjóða skrivaran gera eina mannagongd, hvussu MFS í sambandi við limagjald váttar sína samlaðu tøku inntøku til ESU. MFS skal stovna eina skipan, har lesandi og lestrarfeløg kunnu søkja um fíggjarligan stuðul frá felagnum til tiltøk fyri lesandi. Reglugerð og mannagongd fyri hesa skipan má tryggja, at stuðulin verður brúktur skilagott og at so mong lesandi fáa gagn av tí sum gjørligt.

Samsýning til ráðslimir

Skipanin við samsýningum skal endurskoðast og hugt eigur at vera eftir, um vit kunnu geva fleiri ráðslimum samsýning.

 

Flyta freist nær vit kunnu lata roknskap inn

Møguleikin fyri at flyta freistina við at lata Uttanríkis- og Mentamálaráðið roknskap okkara frá apríl til august skal kannast. Miðjað verður ímóti at flyta freistina soleiðis, at vit kunnu góðtaka roknskapin á aðalfundinum í juli, tá flest lesandi eru í Føroyum.

 

Samskifti og marknaðarføring

Marknaðarføring

MFS skal í framtíðini arbeiða enn meira miðvíst við at gerast sjónligari í almenna rúminum. Vit fara at leggja dent á at brúka allar hentleikar innan samskifti og marknaðarføring, bæði á netinum og í vanligum miðlum, so vit tryggja okkum, at vit náa út til so nógv sum gjørligt. Vit hava nógv týdningarmikið virksemi, sum vit vilja deila, bæði fyri at kunnað um okkara átøk og tiltøk, men eisini fyri at fáa okkara vitan út til eina breiðari fjøld. Endamálið er ikki bert at deila vitan, men eisini at røkka nýggjum limum, sum hava áhuga fyri okkara arbeiði.

 

Marknaðarførslulutir

Marknaðarførslulutirnir skulu dagførast og kanna verður um tørvur verður á øðrum marknaðarførslulutum. Við økta altjóða virkseminum er tað týdningarmikið, at vit eisini stremba eftir at økja um marknaðarførslulutum, soleiðis at vit kunnu styrkja okkara felag á altjóða marknaðinum. Sum í undanfarin ár skulu vit eisini nýta marknaðarførslulutir til tiltøk, eitt nú aðalfund og Pisudagar, har teir kunnu halda fram við at styrkja sjónligheit millum føroysk lesandi og tryggja, at okkara tilvera er sjónling og viðkomandi í longri tíðarskeið.

 

LinkedIn

MFS fer fyribils at raðfesta at kunna við starvslýsingum á starvsportalinum á heimasíðu felagsins, heldur enn á LinkedIn.

 

Instagram

MFS fer at halda fram við at røkka út til øll lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Hetta skal felagið gera við at skipa tilfar, ið bæði er viðkomandi fyri lesandi og lýsir virksemi felagsins. MFS hevur tveir instagram vangar. @Mfstudenta er ætlaður til nevndarvirksemi og virksemi hjá ráðnum, har ið vit skulu halda áfram at verða sjónlig. Harafturat er vangin @mfslesandi, har ið føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands greiða frá teirra lestrarlívi. Samskiftis- og Marknaðarførslunevndin skal fara undir arbeiði at gera hendan vangan aktivan aftur.

 

Heimasíða

MFS fer at gera eina nýggja heimasíðu við nýggjum sniði og dagføringum, soleiðis at hon verður meira atkomilig og viðkomandi fyri øll. Hetta er ein liður í okkara ætlan um at betra um samskifti og at gera virksemi felagsins sjónligt. Samstundis skal arbeiði á heimasíðuni sum undanfarnu ár halda fram. Vit skulu framvegis kunna um virksemi felagsins, viðkomandi tiltøk og kunna tey lesandi um lestrarstørv á okkara portali. Eisini fer Samskiftis-og Marknaðarførslunevndin at miða eftir at samstundis fáa eina enska týðing av heimasíðuni. Hetta er fyrst og fremst soleiðis at heimasíðan er atkomulig fyri lesandi ið ikki duga føroyskt, men eisini soleiðis at virksemi felagsins kann leggjast fram á einum altjóða palli. 

Tiltøk
Tiltak um Bologna og/ella Erasmus+
Bologna tilgongdin og Erasmus+ hevur verið hjartamál hjá MFS í mong ár, og tískil eiga vit enn at varpa ljós á hetta, við at t.d. kunna fólk um hetta við eitt nú upplýsandi tiltøkum.


Markleys Útbúgving

MFS hevur verið við í mong ár á Markleysari Útbúgving, og vit fara at halda fram við hesum. Vit mugu eisini stremba ímótii at vera meira sjónlig, og hava marknaðarførslulutir hjá MFS við.

 

Jobmatch

MFS hevur verið við á Jobmatch fyrr, og kannast má, hvønn leiklut MFS hevur í hesum sambandi í ár.

 

Fjølnir

Ein arbeiðsbólkur verður settur at taka sær av Fjølnir, har vit fara at skriva um fjølbroytt evni. Vit mugu eisini stremba ímóti at prenta fleiri ritgerðir inn í Fjølnir. Blaðið hevur verið virkið í nógv ár, og MFS ynskir at endurskoða, hvussu arbeiðið verið skipað og hvussu blaðið verður marknaðarført.

 

Pisudagar

MFS hevur verið við á Pisudegnum í mong ár, og vit fara at halda fram við hesum.

 

Setrið “samansjóðing”

MFS skal vera sjónligt, tá tey nýggju lesandi á Setrinum fara undir útbúgving. Her kunnu vit t.d. kunna tey um arbeiðið okkara og hvussu tey kunnu søkja um pening frá MFS til at skipa fyri tiltøkum fyri føroysk lesandi.

 

Ymiskt

Umboð

Fáa fleiri umboð úr Keypmannahavnarnevndini, Ráð Teirra Lesandi og ambassadørarnir hjá MFS.

Nom tiltak

MFS skal halda NOM ráðstevnu várið 2025 í Føroyum. Til hetta skal ein arbeiðisbólkur setast og fígging skal søkjast sum skjótast. 

NAIS tiltak 
NAIS tiltak skal eisini haldast í Føroyum várið 2025 og hetta skal helst vera hildið dagarnar upp undir NOM ráðstevnuna, og sami bólkur kann skipa fyri hesum.

 

bottom of page