Fá starvslýsingar beinleiðis á tín t-post. Yrkistænastan er ein skipan, har lesandi, kunnu fáa beinleiðis starvslýsingar á sína t-postadressu.

yrkistaenastan
Sum partur av Yrkistænastunini fær tann lesandi beinleiðis starvslýsingar á sín t-post frá øllum arbeiðsgevarum í Føroyum, sum nýta Yrkistænastuna. Á tann hátt verða tey lesandi skjótt kunnað um viðkomandi leys størv, og tey kunnu somuleiðis fylgja við í, hvat rørist innan føroyska arbeiðsmarknaðin. Í dag eru umleið 1400 føroyingar í skipanini, og teir búgva um allan heim.


Endamál

Yrkistænastan miðar eftir at skapa eitt samskifti millum føroyska arbeiðsmarknaðin og framtíðar føroysku arbeiðsmegina, sum oftast býr uttanlands í lestrarørindum.

Yrkistænastan knýtir føroyingar undir útbúgving at føroyska arbeiðsmarknaðinum, við at teir beinleiðis kunnu fáa kunning um leys størv. Á henda hátt kunnu tey lesandi fáa eina fatan av, hvat rørist á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvørjar yrkismøguleikar tey hava í Føroyum.

Nøkur av teimum, ið ikki hava Føroyar í sínum framtíðarætlanum, kunnu verða eggjað til at flyta aftur til Føroya. Somuleiðis er endamálið at veita føroyskum arbeiðsgevarum møguleikan at fáa beinleiðis atgongd til møguligar umsøkjarar, serliga teir, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Hetta ger, at arbeiðsgevararnir kunnu koma í samband við ein breiðan og vælútbúnan skara av møguligum starvsfólkum. Á henda hátt verður føroyski arbeiðsmarknaðurin betri førur fyri at kappast við útlendsk starvspláss um føroysku arbeiðsmegina. [/one_half]

[one_half_last] Melda teg til Yrkistænastuna Lesandi kunnu gerast partur av Yrkistænastuni umvegis umsóknarbløð hjá Studna. Á umsóknarblaðnum um feraðstuðul til lesandi uttanlands og á umsóknarblaðnum um lestrarstuðul í Føroyum kunnu lesandi melda seg til. Umsóknarbløðini finnast á heimasíðuni hjá Studna. Eisini ber til at melda seg til skipanina við at skriva til yrki@yrki.fo og upplýsa navn og t-post.

Tað eru Studni, Meginfelag Føroyska Studenta, Vinnuhúsið og Uttanríkisráðið, sum standa fyri Yrkistænastuni.