Uttanríksiráðnum tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Brússel og Reykjavík. Nú stundar til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi til seinnu hálvu í 2012.

Í hesum umfari taka sendistovurnar í Brússel og Reykjavík ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er týsdagin 1. mai 2012.

At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava fleiri starvslesandi verið á sendistovum okkara.

Soleiðis lýsa trý teirra tíðina sum starvslesandi:

“Eg søkti um at gerast starvslesandi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum á heysti 2009, tí at eg droymdi um at hyggja upp úr bókunum eina løtu og royna mína vitan í praksis. Eg hevði tó ikki væntað at fara hagani so nógv ríkari í minnum og royndum, sum eg var eftir fimm mánaðum í Brússel… Brússel er sanniliga hjartað, ið bukar blóðið út í allar evropeiskar æðrar – og tad merkist... Hevur tú eisini hug at víðka tín sjónarring, og hevur tú hug at fáa innlit í føroysk og evropeisk viðurskifti? So bíða tær seks ógloymandi mánaðir í Brússel.” - Elisabeth F. Rasmussen, fyrrverandi starvslesandi í sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland… Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti – alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan... Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt, enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”. -Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík

“Um ein er áhugaður í mentan, politikki ella vinnu, so eru sendistovurnar hjá Uttanríkistænastuni kanska tann besta starvsvenjingin, ein kann hava... Eg eri sum starvsnæmingur sloppin at arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan innan mítt fak (leiklist og film) umframt at gera alt møguligt fjølbroytt og spennandi arbeiði... Eg havi bert gott at bera hesari starvsvenjingini, og eg veit longu nú at siga, at eg fari at hyggja aftur á hesar 6 mánaðarnar sum nakrar av teimum mest spennandi, avbjóðandi, gevandi og stuttligastu í mínum lívið.” -Jákup Dahl, fyrrverandi starvslesandi á sendistovu Føroya í London

Les meira um at gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni á: http://www.mfa.fo/Default.aspx?ID=6586

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen hevur júst framsett hesar spurningar til landstýrismannin Johan Dahl: Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið um at geva nýútbúnum møguleikan fyri at sleppa í Arbeiðsloysisskipanina?Hvønn týdning metir landsstýrið, at hetta hevði havt fyri ávíkavist fólkatilflyting og fólkafráflyting í Føroyum?Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at betra um møguleikarnar hjá nýútbúnum at støðast og at flyta til Føroya?

Í viðmerkingunum vísir Bjørt Samuelsen á, at MFS og Granskingardepilin fyri Økismenning hava víst á hendan møguleika. Sjá annars Torsportal.fo

MFS fer at viðgera hetta evni hóskvøldið 19.apríl kl 19, har Johan Dahl og Ernst Jacobsen fyri Als fara at viðgera hetta mál. Tiltakið verður í Østrøms fabrikk í Tórshavn.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

MFS fer at skipa fyri kjakkvøldið hóskvøldið, 19.apríl, kl 19 í Østrømsfabrikk í Tórshavn.Evnið, sum MFS ferð at viðgera, er dimmitendsats í Føroyum. Dimmitendsatsur verður brúktur í Danmark, sum hjálp til nýútbúgvin, meðan tey finna sær arbeiði eftir loknan lestur.

Staðfest er í fleiri umførum at ung, ið gerast liðug við útbúgving hava tað torført við at koma til Føroya aftur.

Tá Tórshavnar kommuna kannaði útisetar, kom fram at útbúgving var tað, sum lokkaði fólk flest til Danmark. Og at bert eini 45 % komu aftur til Føroyar At tað er torført hjá lesandi at koma til Føroyar aftaná loknan lestu, er staðfest við teimum lesandi, sum venda sær til MFS um hendan trupulleikan. MFS hevur skotið upp at okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldið kundi hjálpt um støðuna. Hvussu tað skal skipast, hevur MFS ikki orku til, men vil MFS vísa á henda trupuleika hjá útisetunum.

Skráin fyri kjakið: 19:00: MFS bjóðar vælkomin, og kunnar um tankan við dimmitendsatsi 19:10: Ernst Jacobsen frá Als 19:25: Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum 19:40: Kjak um, hvussu ein møgulig dimmitendsatsur hevði kunnað sæð út og fíggjast? 20:20: Kjak um, hvørt dimmitendsatsur hjálpir um fólkatalið/samanseting?

MFS vil heita á øll áhugaði at luttaka í hesum týðningarmikla kjakið, og koma við sínum spurningum og ivamálum.

MFS - Føroyar

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

24. apríl er eitt av teimum tiltøkunum á skránni, sum skapar vón fyri føroysk lesandi. Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum verður 25 ár, og tað fer deildin at hátíðarhalda við einum degi pakkaðum við serstakliga áhugaverdum fyrilestrum í Norðurlandahúsinum. MFS fegnast MFS, kanska serliga tey av okkum, sum lesa samfelagsfak, fegnast um hetta tiltakið – um enn nógv av okkum eisini eru grøn av øvundsjúku inn á tey, sum eru í Føroyum og kunnu lurta eftir fyrilestrunum. 12 fyrilestrar eru á skránni 24. apríl. Flestu fyrilestrarhaldararnir eru úr Norðurlondum, og øll eru viðurkend fakfólk innan teirra øki.

Fyrilestrarnir hyggja fyrst og fremst at, hvørjar avbjóðingar og møguleikar, Vesturnorrønu londini í gamla dansk-norska ríkinum hava fyri framman. Fyrilestrarnir hyggja at mentanarligum, politiskum og vinnuligum vinklum, og varpa einamest ljós á hvussu framtíðin kann fara at verða, heldur enn hvat er hent fyrr.

Fyrilestrarnir Dagurin er deildur upp í tvey. Fyrri parturin av degnum varpar ljós á “Útnorðurlendskan samleika sum politisk-búskaparliga drívmegi”. Setur.fo sigur um hetta, at: “ Fyrilestrarnir fara at savna seg um teir serstøku møguleikarnar, sum bæði politiskt og vinnuliga liggja í at fokusera upp á tað serstaka politiska valdsbýtið, náttúruríkidømið og mentanarliga tilfeingið, sum eru í samfeløgunum í Útnorðri í dag.”

Seinni parturin av degnum, hyggur at “trygd og autonomi”. Um hetta sigur Fróðskaparsetrið, at tað eru møguleikar og avbjóðingar í meira alheimsgjørda heiminum, sum fyrilestrarnir snúgva seg um, og at: “ Tað verður m.a. fokuserað á ymiskar møguleikar, sum liggja í politisku sambondunum: samband, heimastýri og fullveldi. Somuleiðis verður tað eisini fokuserað á avbjóðingar og møguleikar í geopolitisku og tilfeingisligu fortreytunum og møguligum broytingum í framtíðini.”

Vón fyri framman Tað eru júst tiltøk sum hetta, ið vísa, at tað væl ber til at granska, kjaka og fáa íblástur í Føroyum. At vitan og útbúgving eiga at, og lættliga kunnu, vera ein nógv størri partur av dagligdegnum hjá føroyingum. Tó at politiska skipanin í løtuni ikki tykist at raðfesta útbúgving og gransking serliga høgt, gevur eitt nú hetta tiltakið greiðar ábendingar um, at hetta fer at broytast. At føroyingar taka gransking og vitan til sín, og at grundarlagið fyri granskingini blívur sterkari.

Vit vóna tí, at lesandi møta fjølment til hetta tiltakið hjá Søgu og Samfelagsdeildini. Kostnaðurin á 100 krónur er sera lítil, tá ein hugsar um støðið og innihaldið í tiltakinum, og at matur fylgir við. Helst er hetta eitt tað tiltakið, sum fer at hava havt hægst góðsku og áhuga í Føroyum, tá tað kemur til samfelagsfrøði.

Les meira um tiltakið og hvussu tú meldar teg til tað her og sí skránna her.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Fríggjakvøldið 30. mars skipar MFS fyri einum áhugaverdum kjakkvøldi í Føroyahúsinum um fosturtøku. Evnið verður lýst úr fleiri ymiskum sjónarhornum við fýra stuttum framløgum og síðani pallborðsfundi. Melda teg til tiltakið á Facebook. Framløgufólkini og pallborðsluttakararnir eru:

- Gunhild Isfeldt, lækni, forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini. Vísindasiðsemisnevndin viðger etik saman við vísind og meta um verkætlanir frá einum etiskum sjónarhorni. Les meira á www.vsn.fo

- Turið Holm, gynækolog, umboð frá Kvinnufelagnum í Havn. Kvinnufelagið í Havn arbeiðir fyri javnstøðu millum kvinnur og menn, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi. Les meira á www.kvinnufelag.net

- Rani Skaalum, umboð fyri Pro Vita Føroyar. Pro Vita er ein áhugafelagsskapur, ið sjálvi lýsa seg soleiðis: ”Pro Vita, ið merkir "fyri lívi", er ein felagsskapur, ið virkar fyri at verja mannalív, heilt frá gitnaði til nátúrligan deyða.” Les meira á www.provita.fo

- Heidi Andreasen frá Aborthjalp.nu Aborthjalp.nu er eitt tiltak vid upplýsing og ráðgeving um fígging av aborti í Danmark. Les meira á www.bricksite.com/aborthjalp

Sissal Kampmann er orðstýrari.

Dyrnar lata upp kl 19.30, og tiltakið byrjar kl. 20.00

Vit gleða okkum at síggja teg!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesKjak, Tiltak

Kunnu tit hjálp okkum at svara hesi spurnarkanningini um føroysk lesandi, val av útbúgving og útbúgvingarstaði. Kanningin kann svarast av øllum føroyskum lesandi - úti sum heima - ið eru undir víðari lestnaði, ella sum eru blivin liðug innanfyri síðsta árið.

Tit eru vælkomin at deila hesa leinkjuna út til onnur føroysk lesandi.

http://web.trictrac.com/servlet/trictrac?e=GdIDDD8zdppiFw8Ldm83dqqDFw

Rógvi Nybo gerð kanningina vegna Lestrarblaðið hjá Miðlahúsinum. Seinasta freist at svara er sunnudagin 29. januar.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

MFS hevði aðalfund 28. desember. Á fundinum varð eitt nýtt ráð valt, eins og onkrar reglugerðir vóru broyttar. Meira fólkaræðisligt MFS hevur leingið stríðst við, at ov fá fólk møta til aðalfundin. Ein orsøk til hetta hevur allarhelst verið, at aðalfundurin hevur ligið millum jól og nýggjár. Tí avgjørdi aðalfundurin, at broyta reglugerðina, so at aðalfundar í framtíðini fara at vera í juli/august mánaði. Hetta fyri at fleiri útisetar eru heima, og so at fólk hava betri tíð at koma á fundin.

Somuleiðis valdi aðalfundurin at geva vanligu limunum í MFS møguleika fyri at krevja av MFS, at ein eykaðalfundur verður hildin. Kravið er, at 50 limir senda MFS eitt ynski um hetta, um har er eitthvørt, ið tey eru óvanliga ónøgd við, ella um tey t.d. meta, at ráðið eigur at skiftast út. Har er tó einki dømi um, at ynski hevur verið um hetta í nýggjari tíð, síðani fólk vanliga venda sær til ráðið ella nevndirnar, um tey hava eitthvørt á hjartanum.

Nýggja ráðið Nýtt ráð var somuleiðis valt fyri MFS. Tey, sum sita í ráðnum, eru:

Andrias Høgenni, nývaldur Birita í Dali, afturvald Guðrið Poulsen, nývald Jens Mortan Rasmussen, nývaldur Jógvan Svabo Samuelsen, nývaldur Martin Mohr Olsen, afturvaldur Rannvá Clementsen, afturvald Regin Berg, afturvaldur Teitur Vágadal, afturvaldur

Tá ráðið skipaði seg, gjørdist Regin Berg formaður og Teitur Vágadal heldur áfram sum næstformaður. Jógvan Svabo Samuelsen varð afturvaldur sum kassameistari, eins og Rannvá Clementsen varð afturvald sum skrivari.

Ráðið verður bert sitandi í eitt hálvt ár, av tí at aðalfundur er settur at vera aftur í juli/august mánaði.

Framtíðarætlanir Fyrsti ráðsfundurin verður um tvær vikur. Tað verður á hesum fundinum, vit av álvara fara at gera av, hvørjum vit fara at arbeiða við komandi hálvárið. Um tit sita inni við onkrum, ið tit meta at MFS eigur at taka upp, hevði tað verið óført, um tit sendu okkum ein teldupost á mfs@mfs.fo innan eina viku, so vit kunnu hava tað í huga á fundinum.

Við lestrarkvøðu, Meginfelag Føroyskra Studenta

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

MFS hevur árliga aðalfund sín mikudagin 28. desember 2011 - kl. 16:00 - á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Skrá sambært viðtøkunum:

§ 9. Á aðalfundinum skal skráin í minsta lagi vera henda: 1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum. 3. Val av nýggjum ráði. 4. Ymiskt

MFS heitir á allar limir felagsins, at møta fjølment til aðalfundin, og gera sína ávirkan galdandi!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Fríggjadagin 23. desember 2011 hevur løgtingið 3. viðgerð av uppskotinum um hækkan av inntøkumarkinum hjá lesandi. MFS vil við hesum staðiliga frámæla uppskotinum. MFS metir, at lógaruppskotið leggur dent á skeivan málbólk. Í staðin fyri bert at stuðla 150 lesandi, eigur løgtingið at veita betri karmar til lesandi sum heild. Ella um ikki annað so fleirtalið av lesandi. Sjálvandi skal tað altíð loysa seg at arbeiða. Tað kann tó tykjast løgið, at ístaðin fyri at betra umstøðurnar hjá teimum 3.300 lesandi í Føroyum, bæði á miðnámi og undir hægri útbúgving, so velur løgtingið at hækka inntøkumarkið úr 10.000 kr. til 20.000 kr., sum bert gagnar 150 lesandi.

Fyri at forvinna 10.000 kr. um mánaðin, skal ein lesandi arbeiða góðar 20 tímar um vikuna til vanliga tímaløn. Skal ein lesandi upp á 20.000 kr., skal arbeiðast meira enn fulla arbeiðstíð – 40 tímar um vikuna. Og hvussu verður so við lestrinum?

Tað tænir ongum, at lesandi fáa vánalig prógv ella enn verri gevast við lestrinum.

Í løtuni ber til at fáa eitt ár meira í ÚS, enn bachelor við master tekur, og væntandi verður hetta eyka árið meira nýtt, tess meira lesandi arbeiða, meðan tey lesa. Lógarbroytingin fer sostatt yvir eitt longri tíðarskeið at føra við sær eina hækking av útreiðslunum hjá landskassanum til ÚS.

MFS heitir á lesandi, ið hava møguleika og førleika, at fáa sær lestrarstarv. Tað gevur tættari tilknýti til arbeiðsmarknaðin og styrkir um møguleikan at fáa fast starv aftan á loknan lestur. MFS vísir samstundis á, at starvið ikki eigur at darva lestrinum. Tí lesandi eru fyrst og fremst lesandi. Lestur er eitt fulltíðarstarv, og eyka arbeiði eigur ikki at vera fyrsta raðfesting.

MFS fegnast um, at umstøðurnar betrast hjá teimum, sum arbeiða nógv. Men felagið harmast um, at ÚS ikki samstundis verður hækkað - ella um ikki annað prístalsviðgjørt.

Ætlaða broytingin fer einans at tæna fáum av teimum 3.300 lesandi í Føroyum. Samstundis tænir hon bert teimum, sum megna at hava eitt tíðarkrevjandi starv aftur at lestrinum. MFS óttast fyri, at hetta fer at fáa beinleiðis fylgjur fyri góðskuna á próvnum og longdina av lestrartíðini hjá teimum lesandi. Og hvat er tá vunnið?

Við kvøðu MFS

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak