Uttanríksiráðnum tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Reykjavík, Brússel og London.

Nú stundar til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi til fyrru hálvu í 2012. Í hesum umfari taka sendistovurnar í Brússel, London og Reykjavík ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er mánadagin 24. oktober.

At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi. Seinastu árini hava fleiri starvslesandi verið á sendistovum okkara. Soleiðis lýsa trý teirra tíðina sum starvslesandi:

Brússel “Eg søkti um at gerast starvslesandi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum á heysti 2009, tí at eg droymdi um at hyggja upp úr bókunum eina løtu og royna mína vitan í praksis. Eg hevði tó ikki væntað at fara hagani so nógv ríkari í minnum og royndum, sum eg var eftir fimm mánaðum í Brússel… Brússel er sanniliga hjartað, ið bukar blóðið út í allar evropeiskar æðrar – og tad merkist... Hevur tú eisini hug at víðka tín sjónarring, og hevur tú hug at fáa innlit í føroysk og evropeisk viðurskifti? So bíða tær seks ógloymandi mánaðir í Brússel.” - Elisabeth F. Rasmussen, fyrrverandi starvslesandi í sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

Reykjavík ”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland… Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti – alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan... Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt, enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”. -Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík

London “Um ein er áhugaður í mentan, politikki ella vinnu, so eru sendistovurnar hjá Uttanríkistænastuni kanska tann besta starvsvenjingin, ein kann hava... Eg eri sum starvsnæmingur sloppin at arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan innan mítt fak (leiklist og film) umframt at gera alt møguligt fjølbroytt og spennandi arbeiði... Eg havi bert gott at bera hesari starvsvenjingini, og eg veit longu nú at siga, at eg fari at hyggja aftur á hesar 6 mánaðarnar sum nakrar av teimum mest spennandi, avbjóðandi, gevandi og stuttligastu í mínum lívið.” -Jákup Dahl, fyrrverandi starvslesandi á sendistovu Føroya í London

Les meira um at gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni her.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesDagføringar

KVEIK.FO er portalur hjá Vinnuhúsinum. Tey skriva:

"Kveik er ein portalur, har øll fólk kunnu skráseta seg við fakligum førleikum, royndum og áhugamálum. Á Kveik.fo er lætt at finna rætta persónin til fjølbroyttar uppgávur - tað verið seg til nevndarsessir, netverk, størv, álitisstørv og annað. Eisini er Kveik.fo roknað til lesandi, ið her hava møguleika at fáa samband við virkir til t.d. prosjektir og uppgávur.

Kveik.fo er ein førleikadátugrunnur fyri føroyingar. Ætlanin er, at Kveik.fo skal gera tað lættari hjá teimum, sum taka avgerðirnar og sum útvega fólk, at fáa eyga á fólkum við dyggum førleikum. Kveik.fo er við øðrum orðum ein snarvegur at gera tilfeingið í okkara samfelag sjónligt og lætt atkomandi.

Heimasíðan hevur broytt skap síðan hon varð stovnað í 2007. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirtikið dátugrunnin og samstundis broytt konseptið frá at vera ein kvinnu dátugrunnur, til at tað nú eru tríggir bólkar sum kunnu skráseta seg. Hesir bólkarnir eru kvinnur, menn og lesandi.

Tað ber tó enn til at leita eftir bara einum kyni, um tann sum leitar ynskir hetta. Ætlanin við at leggja lesandi afturat dátugrunninum, er at eggja til samstarv millum tey lesandi, føroysk virkir og almennar stovnar. Á hendan hátt kunnu lesandi gera prosjektir og uppgávur fyri virkir í samband við teirra lesna."

Vitja KVEIK.FO her.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesDagføringar