[caption id="attachment_2129" align="aligncenter" width="480" caption="Trýst á myndina fyri myndasavn."][/caption] Afturvendandi tiltaki "Hvat Nú? Markleys Útbúgving" var í Norðurlandahúsinum í gjár tann 9. september 2011. MFS takkar Holger Arnbjerg frá ASK.FO og Hanus Samró frá Ó.FO fyri hettar einastandandi tiltaki.

Vit síggjast næsta ár til Markleys Útbúgving 2012!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin! MFS skipar tann 27. august 2011 fyri einum átaki at fremja og kjakast um vitan og lestur. Sum felag teirra lesandi umboðar MFS tey, hvørs gerandisdagur snýr seg um at dyrka tað fakliga. MFS vil við Vitan 2011 kasta ljós á júst hetta. Tað fakliga. Vitanina.

MFS er varugt við, at vitan longu er til staðar í Føroyum. Avbjóðingin er sostatt ikki at byrja frá botninum. Vit nýtast ikki at enduruppfinna djúpa borðiskin. Avbjóðingin er hinvegin at varpa ljós á ta vitanina, vit longu hava í Føroyum, samstundis sum vit menna og styrkja hesa vitanina.

SKRÁ:

11:00 Vælkomin

Tórshavn sum lestrarbýur 11:05 Heðin Mortensen: Visjónir og konkret tilboð 11:30 Sigurð í Jákupsstovu: Visjónir og konkret tilboð

Vinnan og vitan 12:00 Marita Rasmussen: Hvørja vitan hevur og vil vinnan hava? 12:30 Rani Nolsøe: Hvørja vitan hava íverksetarar brúk fyri?

13:00 Døgurðasteðgur

Kvinnur og vitan 13:30 Kristianna W. Poulsen: Hava Føroyar mist eitt sjónarhorn? 14:00 Sonja Jógvansdóttir: Mangla Føroyar kvinnur í Løgtinginum?

Gransking og vitan 14:30 Annika Sølvará: Hvussu stendur til við gransking og hvussu kann betrast? 15:00 Eilif Gaard: Hví skal Løgtingið lurta eftir serfrøði?

15:30 Steðgur

15:50 Lestraryvirlýsing og politiskur pallborðsfundur.

Pallborðið:

Annika Olsen, Fólkaflokkurin Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin Høgni Hoydal, Tjóðveldi Rani A. Skaalum, Miðflokkurin Umboð fyri Framsókn

Orðstýrari: Bogi Godtfred

18:00 Lestraryvirlýsing undirskrivað av valevnum.

18:30 Liðugt

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta


28. oktober 2010 í Norðurlandahúsinum. Vinnumálaráðið skipar, saman við Mentamálaráðnum og Fróðskaparsetri Føroya, fyri evnisdegi um nýskapan, íverksetan og vitan.

Íslendsku Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Berglind Hallgrímsdóttir og Perla Björk Egilsdóttir siga frá íslendsku royndunum at skapa samanhangandi innovatións- og íverksetaraskipanir. Aftaná fyrilestrarnar verður pallborð um føroysku avbjóðingarnar at vaksa um vitanarvinnur, innovatión og íverksetan.

Evnisdagurin verður hósdagin 28. oktober frá kl. 9 – 12 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Sí skrá á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta