Hóskvøldið 12. Apríl skipar MFS fyri Føroya Bjór Øl-smakking í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Annika Waag, ið hevur starvast sum bryggjari á Føroya Bjór, kemur at greiða frá hvussu bjóri er bryggja, og luttakarnir sleppa at royna úrvalið hjá Føroya Bjór!

Møguleiki verður at geva stig til hvørt øl-slagi, og eisini verður blind-smakking har 3 tey bestu fáa vinning!

Tiltakið byrja kl. 19.00 og heldur áfram til gott 23.00.

Eftir øl-smakkingina verður livandi tónleikur við Esben Jacobsen & Janus Kampmann.

Tiltakið er ÓKEYPIS fyri limir í MFS! (Onnur: 50 kr.) Møguleiki er at tekna seg sum lim í MFS við dyrnar, og harvið fáa tiltakið ókeypis!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkemt, Tiltak

Nú hósdagin - 22. Mars - verður hugnaligt cafékvøld í Føroyingarhúsinum í Keypmannahavn. Á skránni er Páska-Pubb-Quiz við Páska-vinningum til vinnandi borði.

Eisini verður livandi tónleikur.

Tiltakið byrjar kl. 19.00 og heldur áfram til 24.00

Ókeypis atgongd fyri øll!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkemt, Tiltak

Hósdagin tann 30. mars skipar MFS fyri cafékvøldið á Føroyahúsinum við góðum tónleiki og lestrsrkunning. Kvøldið byrjar við tónleiki, sum Janus Kampmann og vinmaðurin Mikkel standa fyri. Afturvið verður borðreitt við góðari súpan. Aftaná verður fokus sett á møguleikarnar at fara í starvsvenjing ella uttanlanda at lesa í eitt ella tvey semestur. Holger Arnbjerg frá ASK fer at greiða frá møguleikunum undir ÚSUN-skipanini, síðani kemur eitt umboð frá EDU at greiða frá møguleikunum at lesa uttanfyri Evropa, og at enda fara lesandi sum hava roynt at verið í praktikk og "útveksling" at greiða frá sínum upplivingum og royndum. At enda runda Janus og Mikkel av við nøkrum undirhaldandi tónum.

Tað eru nógv sum ikki eru varug við allar møguleikarnar ið ein skipan sum ÚSUN gevur okkum føroyingum. Tað er vanligt at fólk søkja um uttanlandauppihald ígjøgnum universitetið tey lesa á. Tá eru møguleikarnir avmarkaðir til teir lærustovnar skúnin samstarvar við og oftani er ikki gjørligt at sleppa júst har ein helst vil. Vit føroyingar hava valið at søkja sjálvi eftirsum vit hava møguleikan at fáa skúlan goldnan ígjøgnum ÚSUN-stuðulin. Valið gerst tá nógv meiri fjølbroytt og áhugavert, tí tá er tað so at siga bert hugflogið ið setir avmarkingar. Kom og hoyrið meira tann 30 mars á føroyahúsinum!!!

Tiltakið byrjar kl. 19.00 og er ókeypis.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Tann 23. februar skipar MFS fyri einum rimmar tiltaki á Føroyahúsinum. Á skránni verður: * Intimkonsert við Hansinu Olsen (ársins singer/songwriter 2006). Aftaná fara Hansina, Janus Kampmann og Hallur Johannesen at undirhalda við góðum tónleiki. * Quiz-kapping við fleiri umførum (vinnaraborðini fáa vinningar eftir hvørt umfarið) * Felagssangur * Pissubarr - Happyhour til tann fyrsti fer á wc (happyhour byrjar kl. 19.00) * Gallianoshot fyri 10 krónur. * Matur kann keypast frá 19.00 - 21.00 fyri 60 kr.

Høvuðsrættur: Hósnarungagrýta við basmatirísi og rucculasalat við pinjukjarnum. Dessert: Vaniljuísur við frískari frugt og sjokulátasós Kaffi.

Við hesi skránni hava vit skapað karmarnar um eitt brak av einum kvøldið. Vit byrja stundisliga kl. 19.00 og tiltakið heldur áfram til kl 02.00. Tiltakið er ókeypis fyri MFS-limir. Ikki-limir gjalda einans 50 kr. við dyrnar. Møguligt er eisini at tekna seg sum lim og rinda 150 krónur fyri bæði tiltakið og 1 ára limagjald í MFS.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkemt, Tiltak

Fríggjakvøldið 10.feb. skipaði MFS fyri poker-kapping í Føroya-húsinum í Keypmannahavn. Tiltakið var bert fyri limir, men høvið var eisini at tekna seg sum lim hetta kvøldið. Nógvir góðir vinningar vóru, m.a. var høvuðsvinningurin ein ferð við Atlantic Airways tur/retur til Føroyar. Eisini var møguleiki at vinna atgongumerkir til teir stóru festivalarnar í Føroyum í summar – G! –festivalin og Summar-festivalin. Afturvið øllum hesum var eisini whiskey/cognac – og sigarbarr umframt klavertónleikur, framførdur av argjamanninum Bárði Johannesen.

Tiltakið var væleydnað, og verður uttan iva endurtikið einaferð í framtíðini.

Íalt vóru 29 luttakarar, og kappingin vardi í uml. fíra tímar. Klokkan 23:45 var liðugt. Rógvi Joensen, sum er ein av MFS-ráðslimunum, streyk avstað við høvuðsvinninginum. Nr. 2 gjørdist eisini ein ráðslimur, Jóhan Pauli Helgason. Kristian Eli Andersen gjørdist nr.3 og á 4. Ólavur Kjølbro og 5. plássinum Oddur.

Eitt gott tiltak var at enda komið, og MFS vil hervið nýta høvi at takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt stuðlaðu tiltakinum. Bæði sponsorum og luttakarum.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkemt, Tiltak

Nú leygardagin - 15. september - bjóðar MFS øllum í júst eru farin undir lesnað, og øllum í hava áhuga, til "intro-dag" í Føroyahúsinum, í Keypmannahavn. Á "intro-degnum" royna vit at svara øllum teimum spurningum, og ivamálum, ið tey flestu nýggju lesandi renna seg. T.d. SU, skatt, Føroya-frádrátt, bústað, o.a.

Skráin:

16.00 Vælkomin -Drekkamuður -Upplegg og praktisk viðurskifti 18.00 Felags matur (MFS bjóðar!) 20.00 Pub-quiz við umgangi til vinnandi borðið 20.30 Happy hour 23.00 Tiltakið endar. Tey ið vilja halda áfram, fylgjast oman á Skarv, at hugna sær restina av náttini.

TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS! EINGIN TILMELDING NEYÐUG!

Frá kl. 20.00 eru ØLL vælkomin til pub-quiz í Føroyahúsinum!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta