276756_397777276980135_1831112775_n.jpg

Aftur í ár skipar MFS Keypmannahavn fyri vælumtóktu Ræstkjøtaveitsluni í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Umframt ræst kjøt og súpan, verður sitrónskúm við hindberjum og kaffi at fáa omaná, øl frá Føroya Bjór og Lívsins vatn - tjóðarsnapsur føroyinga.

Undir borðhaldinum fer Mannbjørn Anthoniussen at spæla, og eftir hetta, verða borðini ruddað til síðis og Afrokid byrjar at diska. Dyrnar lata upp kl. 19.

Tað er avmarkað pláss, og í fjør var útselt! Les meira um tiltakið á Facebook síðuni.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

16. nov skipaði MFS saman við Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og ritstjórunum handan Exit Føroyar bókina, fyri einum kjaktiltaki á Norðurbryggju. Tiltakið var væleydnað, og eini 200 føroyingar vóru komnir saman hetta kvøldið. Hoyr her samrøðuna, ið Kringvarp Føroya hevði við Biritu í Dali, forkvinnu fyri MFS, um tiltakið.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

SKRÁ: Kl 19.00 MFS bjóðar vælkomin Petur Zachariassen setur tiltakið

Kl 19.15 Fyrilestur við Mark Craig Menning av telduspølum og umhvørvið í Liverpool

Kl 20.15 steðgur

Kl 20.30 Julius Biskopstø Menning av telduspølum í Føroyum

Kl 20.50 Rani Nolsø Íverksetan í Føroyum

Hóskvøldið 16. august kl. 19 skipar MFS fyri spennandi fyrilestrum um at gera telduspøl og at liva av tí

Petur Zachariassen, ið er lektari í Hagfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, kemur at seta tiltakið og leiða kvøldið.

Fyrst á skránni er Mark Craig. Hann hevur áður í nógv ár starvast hjá kendu fyritøkuni Bizarre Creations, sum lat aftur í fjør. Henda fyritøka hevur gjørt fleiri altjóða kend telduspøl. Nøkur av teimum, sum vóru í starvi í Bizarre Creations, høvdu hug at halda fram og fóru saman undir at stovna eina nýggja teldufyritøku, Lucid Games. Lucid Games telist enn ikki millum tey stóru, men fyritøkan hevur fingið áhugaverdar ordrar og er í ferð við at menna nýggj telduspøl. Mark, sum hevur drúgvar royndir sum forritari, er leiðari fyri forritadeildini í nýggju fyritøkuni. Hann hevur nýliga saman við øðrum starvsfeløgum mest sum til stuttleika gjørt eina Ipad-útgávu av gamla klassikaranum Fur Fighters, sum kann takast niður á App Store. Í framløguni fer Mark at tosa um tøkniligar avbjóðingar, tá ið stór telduspøl skulu mennast, og týdningin tað hevur, at arbeiðið at forrita er væl skipað, skal úrslitið verða gott.

Næstur á skránni er Julius Biskupstø. Hann var lesandi í Middlesbrough, har hann las BSC Computer Games Programming. Hann er tann sum stendur fyri menning av spølunum hjá føroysku fyritøkuni Simprentis og fer at greiða frá sínum arbeiði við at menna telduspøl í Føroyum.

Seinastur á skránni er íverksetarin Rani Nolsøe, ið fer at greiða frá, hvussu ein skal bera seg at sum íverksetari í Føroyum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilestrarnar, ið eru ókeypis.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Mikudagin 8. August 2012 helt MFS sín regluliga aðalfund. Á skránni var m.a. val av nýggjum ráðið, har úrslitið gjørdist soljóðandi:

Birita í Dali, forkvinna Teitur Vágadal, Næstformaður MFS Martin Mohr Olsen, KT ábyrgdarfólk Marin Helena Hentze, Kassameistari Turid Christoffersen, Samskiftisfólk, Regin Berg, Skrivari Jens Mortan Rasmussen Hallur av Rana

Tey nývaldu eru Marin Helena Hentze, Turid Christoffersen, og Hallur av Rana.

Andrias Høgenni, Jógvan Svabo Samuelsen, Guðrið S. Poulsen og Rannvá Clementsen stillaðu ikki upp aftur til ráðið. MFS vil fegið takka teimum fyri tað framúr góða arbeiðið, sum tey hava gjørt fyri føroysk lesandi.

Aðalfundurin umrøddi virksemi og tiltøk ráðsins komandi árið. Nøkur av teimum málunum, ið aðalfundurin umrøddi, vóru m.a. at MFS fær eina skrivstovu í Føroyum, at MFS samskiftir beinleiðis við politisku skipanina, og at MFS heldur á fram at luttaka í og tekur stig til lestrarviðkomandi tiltøk.

Harumframt viðgjørdi aðalfundurin, hvørji mál MFS serliga skal arbeiða fyri komandi árið. Semja var um, at hjartamálini verða:

• at ÚS og ÚSUN verða prístalsviðgjørd, umframt at tey skulu fevna um 12 mánaðir, • at styrkja sambandið millum arbeiðsmarknaðin og lesandi, • at nýútbúgving lesandi í Føroyum og uttanfyri Føroyar fáa møguleika at fáa eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, um tey eru arbeiðsleys í Føroyum • Fleiri lestraríbúðir til lesandi í Føroyum • Betri lesrarvegleiðing á setrinum • At ÚSUN ikki verður lagt um til lán

Sum altíð eru øll vælkomin at seta seg í samband við MFS, um tey meta, at tað er eitthvørt, vit eiga at taka upp.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til3. august. Tí er týdningarmikið, at lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summar, skjótast gjørligt boða TAKS frá, um p-talið skal aktiverast. Hetta skal gerast, tá ein veit á leið, nær ein verður heima. Um p-talið ikki verður aktiverað, kann ein ikki fáa løn útgoldna.

Fyri at aktivera p-talið kann ein antin ringja til TAKS á 352600 ella senda ein teldupost til taks@taks.fo. Um tann lesandi ikki hevur søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal hendan umsóknin sendast TAKS, saman við avriti av lestrarkortinum.

Um ein ikki hevur fingið p-talið aktiverað áðrenn summarfrítíðina, svara telefonirnar hjá TAKS tó millum kl. 11.00 og 13.00 í tíðarskeiðinum, tá avgreiðslurnar eru stongdar. Eisini ber til at senda ein teldupost til taks@taks.fo.

Vinarliga heilsan

TAKS

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Tí vilja vit bjóða tær inn á gólvið hjá okkum á Bryggjuni til eina framløgu um Elektron og eitt prát umtínar møguleikar í okkara fyritøku, fríggjadagin tann 1. juni 2012 kl. 15:00.

Hoyr millum annað um: • Hvør er Elektron? • Framtíðar ætlanir hjá Elektron • Spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur • Hvussu er Elektron sum arbeiðspláss? • Tín framtíð á Elektron • Møguleikar fyri menning og eftirútbúgving

Málbólkur Ert tú lesandi ella hevur útbúgving innan til dømis kunningartøkni, fíggjarstýring, samskifti, projektleiðslu, sølu- og marketing, ella á øðrum viðkomandi økjum, kann tín framtíð kanska skapast saman við okkum.

Dato og tíð Fríggjadagin 1. juni 2012, kl. 15:00 – 17:00

Adressa Nordatlantens Brygge Strandgade 91, 4. sal 1401 København K

Tilmelding Vinarliga tilmelda teg á okkara heimasíðu: www.elektron.fo ella send ein sms til 4055 2935 innan hósdagin tann 31. mai.

Tað er ókeypis at luttaka.

Vit bjóða okkurt leskandi .

Um Elektron: Elektron er landsins størsti veitari av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Elektron fór undir útflutningsvirksemi í 2010 og lat í hesum sambandi upp skrivstovu í Keypmannahavn. Les meira um okkum á www.elektron.fo.

HEINTA LÝSING HER

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

30. apríl 2012 skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú summarið er í hondum, og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.

Um tú vilt hava dreyma summarstarvið, burdi tú sett tær tíð av til at vera hjá Østrøm mánadagin 30. apríl millum kl. 16 og 17.

Skeiðið er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkeið, Tiltak