Lestrarblað á gøtuni

So er blaðið hjá MFS, Fjølnir, aftur á gøtuni. Fjølnir vendir sær bæði til tey, sum ætla sær undir útbúgving, og til fólk sum eru lesandi. Í Fjølnir kanst tú lesa um ymiskt í samband við lestrarval, lestrabyrjan og um onnur praktisk viðurskiftir, sum víðvíkja hægri útbúgving, eins væl og har eru aðrar lestrarviðkomandi greinar.

í blaðnum kanst tú lesa um, hvussu tað er at vera lesandi í teimum ymisku londunum føroyingar lesa í. Eisini kanst tú lesa um fríðarítriv lesandi kunnu hava meðan tey eru lesandi. Blaðið hevur somuleiðis valt at varpa ljós á, hvussu tú kanst brúka tína útbúgving til at skapa títt egna virksemi, ella hvussu tú ger um tú ynskir at granska. Eisini  fært tú
lestrarvegleiðing, eins og tú fært upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan.

Vit eru sera væl nøgd við blaðið. Vit hava lagt okkum eftir, at hava okkurt áhugavert at lesa, líka mikið um tú just ert liðgur við miðnám, ella um tú ert undir hægri útbúgving, siga fyrireikararnir av Fjølnir. 

Blaðið er ókeypis, og hevur 226 síður. Blaðið verður koyrt út á teir ymisku miðmánsskúlarnar kring landið, á skrivstovuna hjá MFS, og er annars við tá MFS skipar fyri tiltøkum. 

Blaðið kann eisini lesast online: http://issuu.com/fjolnir2014/docs/fj__lnir2014

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTíðindaskriv

GFSL stuðulin hevur brúk fyri einum nýggjum navnið, og vit spyrja teg, hvat tað skal vera. Vit leita eftir er einum nýggjum, løttum navni, ið endurspeglar, hvat stuðulin virkar fyri.

Vinningurin er ein ferðaseðil, ið hevur gildi fram til 05.02.2014. Freistin at lata uppskot inn er 22. desember kl. 23.59 og vinnarin verður avdúkaður sjálvan jólaaftan 24. desember.

So um tú hevur eitt frískt, øðrvísi, kreativt, genialt ella okkurt heilt annað navnauppskot, so er hetta tín møguleiki at vinna tær sjálvum ein ferðaseðil í jólagávu.

Uppskot kunnu sendast til mfsmeylar@gmail.com (merkt "ferðaseðil") og við honum ein stutt frágreiðing um, hví tú heldur at uppskotið er gott, eins og tú skalt viðhefta upplýsingar um navn og lesna.

Treytin fyri luttøku er, at mann er lesandi og limur í MFS. Gerst limur her.

Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, GFSL, er ein ferðastuðul, ið verður latin lesandi, ið skriva um føroysk viðurskifti og í uppgávuhøpi hava tørv á at ferðast í egnum landi ella til eitt annað land.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark hjálpir lesandi til rættis í nýggjalestrarumhvørvinum. Hetta er ein alneyðug íløga í útbúgving og er bæði lesandi og føroyska samfelagið at gagni.

Ráðgevingin er ein sambindingarliður millum føroyska útisetaumhvørvið og føroyska samfelagið, og hon knýtir føroysk lesandi í Danmark tættari at føroyska samfelagnum – ikki at tí danska samfelagnum. Tað er tí ikki rætt, tá landsstýriskvinnan í almannamálum tann 8. oktobur í Degi og Viku førir fram, at Ráðgevingin er við til at gera føroyingar til danir í Danmark – heldur tvørtur ímóti.

Meginfelag Føroyskra Studenta ger vart við, at útbúgvingartilboðini í Føroyum framvegis eru avmarkað, samstundis sum føroyska samfelagið tørvar førleikarnar, ið føroyingar nema sær uttanlands. Uml. 80 prosent av føroyingum, ið fara uttanlands undir framhaldandi lestur, fara til Danmarkar - og viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Danmark hava tí alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Ráðgevingin svaraði í fjør upp ímóti túsund fyrispurningum frá føroyskum lesandi: Hesi tølini tala fyri seg. Tað, sum ger Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark so serstaka og dýrabæra, er, at hon hevur serkøna vitan innan bæði føroyska og danska lóggávu. Ráðgevingin fevnir m.a. um flyting úr og til Føroya, føroysk og donsk skattaviðurskifti, sosial viðurskifti og lestrarvegleiðing.

Fellur ráðgevingin burtur, er avleiðingin eingin ella einans donsk ráðgeving. Tá kunnu vit práta um í størri mun at assimilera føroysk lesandi í danska samfelagið.

At spara sambindarliðin millum Føroyar og útisetaumhvørvið er ein beinleiðis stuðul til fólkafráflytinga. Ein sparing av sambindarliðnum er at siga, at útisetar ikki eru ynsktir aftur heim. Meginfelag Føroyskra Studenta mótmælir hesum. Hetta ger Føroyar fátækari í eini tíð, har okkum tørva allar kreftir á dekkinum.

Meginfelag Føroyskra Studenta mælir tí landsstýriskvinnuni í almannamálum og landsstýrinum sum heild inniliga til at endurskoða sína ætlan, soleidiðs at lesandi í Danmark framvegis kunnu hava ein góðan sambindingarlið til heimlandið, ið eisini ráðgevur teimum um, hvussu tey flyta heimaftur.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTíðindaskriv

Sendistova Føroya í Keypmannahavn søkir eftir skrivara at byrja í starvi tann 1. novembur 2012.

Uppgávur Starvið fevnir í høvuðsheitum um uppgávur, ið viðvíkja móttøku, telefonavgreiðslu og skrivarauppgávur, m.a. at svara fyrispurningum, skipan og ábyrgd av fundarvirksemi og skjalaskráseting. Harumframt uppgávur viðvíkjandi dagliga rakstrinum á sendistovuni.

Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, og hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og í talu. Eisini verða viðkomandi starvsroyndir raðfestar høgt. Umsøkjarin eigur at hava góð samstarvsevni, kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera hjálpsamur, miðvísur og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Stórur dentur verður lagdur á at geva góða tænastu til tey mongu, sum venda sær til sendistovuna.

Vit bjóða Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum. Sum skrivari á sendistovuni kemur tú at hava nógv samskifti bæði inn- og úteftir. Tú kemur at verða ein partur av einum altjóða umhvørvi í Keypmannahavn og samstundis hava nógv samband við føroysku miðfyrisitingina. Sendistova Føroya hevur skrivstovu á Norðurbryggjuni, har sendistovurnar hjá Íslandi og Grønlandi eisini halda til.

Setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála millum Finansministeriet og HK. Starvsfólk skulu sjálvi finna bústað, men vit hjálpa fegin við vegleiðing og øðrum. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigmund Ísfeld, sendimann, telefon +45 3283 3770.

Umsókn Umsókn við prógvum og lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til Løgmansskrivstovuna: info@tinganes.fo við avriti til sigmunduri@tinganes.fo Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 10. oktober 2012 kl. 12.00.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Lesandi vilja arbeiðaFleiri lesandi hava vent sær til MFS, av tí at tað er ein trupulleiki hjá teimum, at tey mugu hava eitt starv klárt, áðrenn tey flyta aftur til Føroyar. Hetta er ein trupulleiki, sum er sera lættur at loysa. Um nýútbúgvin fáa okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldi ta (sum oftast) stuttu tíðina, tað tekur at finna eitt starv, er tað munandi lættari at flyta heim.

Arbeiðshugur Fyri at lesa krevst at fólk hava hug at arbeiða. Fleiri av okkum hava hug til at arbeiða í Føroyum. At lesa í fleiri ár fyri síðani einki starv at finna, er ikki dreymurin hjá nøkrum lesandi. At fólk hava møguleika at búgva í Føroyum, inntil tey fáa eitt starv, merkir á ongan hátt, at vit missa hugin til at arbeiða. Tað merkir bara, at vit eru før fyri og tøk til at arbeiða, tá møguleikin er tilstaðar. Vit føla okkum vælkomin í Føroyum og vilja tískil arbeiða her.

Tað er ein sannroynd, at tú festir røtur, har tú býrt. Vinfólk, skattalógir, bústaðarviðurskifti... alt kemur uppá pláss so við og við, og tú skal vera serstakliga heppin, um tú kann siga íbúðina hjá tær upp her og nú fyri síðani at finna eitt stað í Føroyum at búgva samstundis. Hevur tú møguleika at fara heim til Føroyar beint eftir loknan lestur, um tað er tað tú vil, so er tað nógv meira sannlíkt, at tú búsetir teg í Føroyum.

Tað er eisini nógv lættari at finna eitt starv, um tú leitar eftir einum starvi í tí landinum, sum tú nú einaferð ert í. Tað er gjørligt at hava starvssamrøður, tú hevur atgongd til allar miðlar, tú kanst práta við fólk, og arbeiðsgevarar vita, at tú ert har. At leita eftir einum starvi í einum landi tú ikki er í er gjørligt, men tað er øgiliga nógv lættari at leita, har tú nú einaferð ert.

Lesandi sum útreiðsla? Hanus Samró, tinglimur fyri Fólkaflokkin, fanst mánakvøldið at MFS, fyri at vit vilja hava at lesandi, sum júst eru liðug við útbúgving sína, skulu kunna fáa eitt arbeiðsloysisgjald í Føroyum, inntil tey finna sær eitt starv. Hann er av teirri fatan, at tað tekur arbeiðshugin frá fólki, at tey hava tann møguleikan. Vit meta, sum vit søgdu omanfyri, at tá tað verður lættari at finna arbeiði í og flyta til Føroyar, fara vit at vilja arbeiða enn meira.

Vit skilja ikki heilt, hvat tinglimurin meinar við, tá hann tosar um, at lesandi uttanfyri Føroyar bara blíva ein størri byrða fyri landið, um tey fáa sama møguleika sum onnur til eitt arbeiðsloysisgjald av onkrum slagi – verið tað seg lesandi í Danmark ella uttanfyri Danmark. Lesandi í Danmark fáa danskt SU, og Danmark betalir fyri alla útbúgvingina. Lesandi uttanfyri Danmark fáa somuleiðis danskt SU, og eitt nú lesandi í Skotlandi fáa sína útbúgving frá skotsku stjórnini, eins og føroyska ÚSUN er munandi lægri enn SU.

Í so máta er arbeiðsloysisgjald, ikki júst serliga nógv at gjalda, samanborið við hvat onnur lond gjalda, fyri at okkara borgarar fáa eina útbúgving. Tað er nóg nógv, at bara nøkur fá eyka lesandi búsetast og finna starv um árið vegna hesa skipan, til at tann lutvíst lítla útreiðslan kemur fleirfalt innaftur.

Tað verður ikki arbeiðsloysisgjald, sum ger, at fólkatalið fleirfaldast í Føroyum. Men alt bendir á, at tað fer at hjálpa og kann eggja fleiri fólki at koma til Føroyar at arbeiða.

Vegna MFS, Regin Berg, formaður í MFS og MFS Aberdeen Birita í Dali, forkvinna í MFS Keypmannahavn Guðrið Poulsen, forkvinna í MFS Føroyum

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTíðindaskriv