16. nov skipaði MFS saman við Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og ritstjórunum handan Exit Føroyar bókina, fyri einum kjaktiltaki á Norðurbryggju. Tiltakið var væleydnað, og eini 200 føroyingar vóru komnir saman hetta kvøldið. Hoyr her samrøðuna, ið Kringvarp Føroya hevði við Biritu í Dali, forkvinnu fyri MFS, um tiltakið.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Fríggjadagin 26. august var innleiðsla fyri øll nýggj lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Gamli rektarin, Jóan Pauli Joensen, bjóðaði teimum lesandi og komandi rektarinum, Sigurði í Jákupsstovu, vælkomnum og nýggi rektarin segði eisini nøkur orð. Innleiðsludagurin er eitt afturvendandi tiltak, ið Setrið skipar fyri. Á innleiðsludegnum verða tey lesandi kunnað um ymiskt í samband við nýggja lesnaðin, til dømis Studna, First Class og um Setrið sum heild. MFS Føroya-nevnd var eisini við í ár og kunnaði um virksemi felagsins og í tí sambandi teknaðu 30 lesandi seg sum lim.

Eftir innleiðsluna hevði MFS Føroya-nevnd aðalfund og nýggj nevnd varð vald. Nevndin er minkað úr seks niður í fimm. Teitur Vágadal, Rita Dam Simonsen og Guðrið Poulsen halda fram og nýggju nevndarlimirnir eru Hallur av Rana og Hanus Samró. Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum enn.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Fríggjadagin 26. aug verður MFS partur av innleiðsludegnum fyri nýggjar studentar.MFS vil kunnað nýggju studentarnar um virksemi og endamálið hjá MFS. Innleiðsludagurin er eitt gylt høvið, og samstarvið við Setrið er til frama fyri studentar.

 Skráin fyri dagin.

Eftir innleiðsludagin verður síðani aðalfundur fyri MFS Føroya-nevnd. Fundurin byrjar kl 13 og er settur til at vara ein tíma. Fundurin er fyri allar studentar í Føroyum og vil Føroya-nevndin heita á so nógv sum gjørligt at møta upp og bera fram spurningar, ynskjir og ivamál. Ella sína arbeiðsorku og hug.

Skráin fyri aðalfundin er: 1 Høvið at melda seg sum lim í MFS 2 Frágreiðing fyri farna árið 3 Val av nevnd og tiltaksnevndum 4 Ætlanir fyri komandi ár 5 Ymiskt

Studentarlív er ikki bara skúli og lesnaður, tað er so nógv annað. Studentar eru ein týðandi partur av samfelagnum, sum nógv hava hugsanir um. Tó, tað týðningarmiklasta er at studentar vera hoyrdir, og lata hoyra frá sær. Uttan eina rødd sum talar, er tað eingin sum hoyrir. Við hesi áheitan vil MFS heita á studentar at møta fjølment í Lærararskúlahøllini fríggjadagin 26. aug. og gera sína ávirkan galdandi.

MFS Føroya-nevnd

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Mikukvøld 4. mai 2011 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri kunningartiltaki í Miðlahúsinum. Her verður møguleiki at fáa nærri innlit í tær útbúgvingar, sum Setrið bjóðar út til lesandi.

Umboð fyri allar útbúgvingarnar fara at siga frá og møguleiki verður fyri at seta spurningar. Eisini fer Guðrið Hansdóttir at syngja og spæla.

Skráin verður hendan:

Kl. Evni

19.30 Jóan Pauli Joensen, rektari bjóðar vælkomin 19.40 Føroya Læraraskúli hevur orðið 20.00 Náttúruvísindadeildin hevur orðið 20.20 Føroyamálsdeildin hevur orðið 20.40 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir 20.50 Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur orðið 21.10 Søgu- og samfelagsdeildin hevur orðið 21.30 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir 21.40 Tikið verður samanum

Sí annars heimasíðuna hjá Setrinum.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta