Samstarv við Avalak

MFS styrkir samstarvið vid grønlendsk lesandi Meginfelag Føroyskra Studenta og grønlendska lestrarfelagið, Avalak, hava nú birt undir samstarv millum feløgini.

avalak2.jpg

Føroysk og grønlendsk lesandi standa mangan í somu støðu, millum annað, tá ið tey flyta til onnur lond at lesa. Lestrarlív í útlondum og politisk val í heimlandinum varð umrøtt á fyrsta fundinum millum lestrarfeløgini.

Forkvinnan fyri MFS, Birita í Dali, fundaðist við formannin fyri Avalak, Hans Peder Kirkegaard.

Á fundinum varð kjakast um felagsáhugamálini hjá føroyskum og grønlendskum lesandi, og feløgini samdist á fundinum um at arbeiða fram ímóti at skipa fyri kjaktiltaki, ið tekur evni upp, ið viðkoma bæði føroyingum og grønlendingum.

Feløgini kunnaðu um sínar royndir sínar innan lestrarøkið, og millum evnini var at fáa føroysk lesandi í Danmark at skráseta seg til veljaralistan til løgtingsvalið 2011, ið MFS hevði góðar royndir av. Grønlendska Avalak hevur just verið í gongd við at fáa lesandi til veljarastøðini í Danmark.

Danska SU skipanin var eisini á skránni á fundinum, nú grønlendska stjórnin hevur avgjørt, at grønlendsk lesandi ikki longur frá lestrarstuðul úr. Grønlandi, tey gerast tí partur av donsku SU skipanini, eins og føroysk lesandi í Danmark eru.

MFS fekk nógvan íblástur frá Avalak í samband við teirra mongu sosialu tiltøk, eins og teirra ágrytni at arbeiða fyri, at grønlendsk lesandi fáa starvsvenjingarpláss runt um í heiminum. Feløgini fegnast um nýggja samstarvið og síggja fram til felagsátøk innan
lestarøkið.

Við norðuratlantiskum lestrarkvøðum

MFS og AVALAK