MFS hevur aðalfund 26. juli

Kom tú og ger lestrarviðurskiftini betri hjá lesandi í og uttanfyri Føroyar 

logo.png

Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðar øllum lesandi á aðalfund fríggjadagin 26. juli kl 16 á Jónas Broncks gøtu 25.

 Á fundinum kanst tú hoyra um fjølbroytta virksemið hjá felagnum, og um tú hevur ágrýtni at arbeiða fyri at betra um lestrarviðurskiftini hjá føroyskum lesandi kring heimin, hevur tú møguleika at stilla upp til ráðið.


Sitandi MFS ráð mælir øllum lesandi at luttaka og stilla upp til aðalfundin. 

Eftir fundin bjóða vit føroyskt ábit og øl.

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.

 

Á dagskránni til aðalfundin verður:  

1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.

3. Val av nýggjum ráði.

4. Ymiskt

Eftir aðalfundin verður 1. ráðsfundur hjá nýggja ráðnum. Har hesi punkt verða á skránni:

  1. Val av formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara í ráðnum.
  2. Ráðið mannar seg í nevndir við einum ráðslimi sum umboðsmanni fyri hvørji nevnd. Limir felagsins kunnu eisini vera við til at manna nevndir undir ráðnum.
  3. Val av grannskoðara.
  • Stk. 2. Gamla ráðið stýrir fundinum til formaðurin í nýggja ráðnum er valdur, síðani tekur hann við.
  • Stk. 3. Nývalda ráðið skal senda limunum frágreiðing frá hesum fundi í Fjølnir, við brævi til hvønn einstakan lim ella á annan tryggjandi hátt.

 

Við lestrarkvøðum

Birita í Dali

Forkvinna