Flaggdagshald á Regensen

Eftir at hava ligið stilt í áleið 10 ár, tók MFS Keypmannahavn upp aftur táttin at skipa fyri almennum flaggdagshaldi á studentagarðinum Regensen. Merkið var sjálvsagt heiðursgestur og vundið høgt á stong til skoða fyri øllum teimum, ið høvdu leitað sær inn á Regensen. Og vakurt blaktraði Merkið í lotinum hendan sólríka dagin.

Tiltakið byrjaði við rundferð á Regensen. Tað var Bartal Nolsøe Poulsen, ið býr á studentagarðinum, sum vísti fram og greiddi frá. Mannbjørn Jacobsen og Hans Mols Mortensen hildu hvør sína røðu við støði í søguliga staðnum, og eftir hetta bar Sissal Kampmann fram flaggdagsrøðuna. At enda vóru føroyskir sangir sungnir. Umframt talur og sang, bjóðaði MFS ókeypis kaffi, te og køku, og øl til keyps.

Umframt hugnaliga samveru, vil MFS eisini nýta høvið at takka fyri at fólk møttu so fjølment hendan góðveðurs dagin. Árliga flaggdagshaldið á Regensen skal avgjørt ikki detta niður fyri aftur.