MFS kannar lestrar- og starvslestrar møguleikar í USA

MFS kannar lestrar- og starvslestrar møguleikar í USA

Fríggjadagin 17. mei hittust Birita í Dali, forkvinna í MFS, Marjun Lindarstein úr Keypmannahavnarnevnd MFS og tvey umboð fyri Sendistovu Ameriku í Danmark, Vibeke Musgrave og Travis Sevy.

Á myndini frá vinstru, Marjun Lindarstein, keypmannahavnarnevnd MFS, Birita í Dali, forkvinna í MFS, Vibeke Musgrave og Travis Sevy frá Sendistovu Ameriku í Keypmannahavn

Á myndini frá vinstru, Marjun Lindarstein, keypmannahavnarnevnd MFS, Birita í Dali, forkvinna í MFS, Vibeke Musgrave og Travis Sevy frá Sendistovu Ameriku í Keypmannahavn

MFS hevði tikið stig til fundin við tí fyri eygað at kanna møguleikar hjá føroyskum lesandi í USA.

Á fundinum greiddu MFS umboðini frá um felagið teirra lesandi, um støðuna í Føroyum sum heild í sambandi við útbúgvingar og lesandi.

Umboðini frá Amerikonsku Sendistovuni vístu á, at USA er áhugað í føroyskum lestrarviðurskiftum.

Fyrrverandi Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Laurie S. Fulton var nevniliga eisini gestur á einum MFS tiltaki í fjør fyri at práta um lestrarmøguleikarnar hjá føroyingum í USA.

Umboðini frá Amerikonsku Sendistovuni høvdu serliga við mentan og útbúgving at gera, og vóru  tey eisini sinnað at styrkja sambandið við Føroyar og at luttaka á kjaktiltaki hjá MFS.

Á dagsskránni var starvslestrarmøguleikar, og Amerikanska Sendistovan søkir støðugt eftir lesandi, ið ikki eru amerikanskir borgarar, og her hava føroysk lesandi møguleika at søkja. Freistin er 31. mai. Sí hesa slóðina: http://denmark.usembassy.gov/about-us/jobs/internships.html

Hugsar tú sum føroyskur lesandi at kanna møguleikarnar at lesa í USA, kanst tú hyggja inn á heimasíðuna hjá Fullbright, ið hevur kontór í Keypmannahavn. Les meira her: http://www.wemakeithappen.dk/index.php/fulbright