Orka úr ódn og brimi

Fríggjakvøldið 17. mai skipar Meginfelag Føroyskra Studenta fyri spennandi tiltaki á Norðurbryggju í Keypmannahavn.

Hesafer varpar MFS ljós á byrðardygd og varandi orkukeldur.

mfs1.jpg

Føroyar vilja lækka CO² útlátið við 20% í 2020, og frá 2005 til 2012 er útlátið lækkað við 7%. Síðan 2009 hava Føroyar havt ein veðurlagspolitikk/vakstrarhúspolitikk, ið hevur til endamáls at lækka um vakstrarhúsgassini, men higartil hevur tað ikki havt úrslit við sær, tí útlátið var hægri í 2012 enn 2009. Ein atfinning er, at tað skulu størri og meira umfatandi politisk tiltøk til. T.d. var grøn menning ikki ein partur av dagsskránni til síðsta Løgtingsvalið í 2011.

Føroyar eru eitt lítið land, og útlátið er lutfalsliga til íbúgvatalið í hægra lagi. Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 40% av samlaða útlátinum av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 40% av samlaðu lívrunnu nýtsluni í Føroyum.

Til tiltakið hava vit bjóða umboðum fyri framtaksfeløgini og Vinnumálaráðið, ið saman koma at geva okkum eina betri vitan um evnið og harvið vónandi eisini leggja upp til breitt kjak um menning av bæði grønari og bláari orku í Føroyum.

Umboðini eru:

Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálaráðum

Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari, SEV

Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna

Meinhard Eliasen fyri Jarðfeingi

meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/166076636892235/?fref=ts

Dyrnar lata upp kl. 19. Tiltakið byrjar kl. 19.30

Verður á Norðurbryggju fríggjakvøldið 17. mai

Strandgade 91, 1401 Keypmannahavn