Starvslýsing

 

Gott lestrarstarv

Meginfelag Føroyskra Studenta søkir eftir nýggjum skrivstovufólki í sambandi við, at skrivstovan flytir til Føroya.

HØVUÐSUPPGÁVAN
Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna. Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgávur koma ofta aðrar smærri uppgávur.

Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:

* Røkt av heimasíðu
* Dagligt bókhald
* Samskipan av felagslívi fyri/til tey lesandi
* Dagligt samskifti

FØRLEIKAKRØV
Tú skalt duga væl at stava og orða teg á føroyskum. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini dugir væl enskt og danskt. Tú skalt helst hava nakað av innliti í, hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar, og royndir at umsita roknskap eru eisini ein fyrimunur.  Royndir við røkt av heimasíðu eru ikki neyðugar, men eru sjálvandi góðar at hava. Grundleggjandi vitan um lestrarviðurskifti (serliga SU og ÚS) er neyðug, og tað er ein fyrimunur, um tú ert lesandi, ella á annan hátt hevur beinleiðis samband við lestrarumhvørvið í gerandisdegnum. Tú noyðist ikki at uppfylla øll krøvini fyri at søkja.

SETANARVIÐURSKIFTI
Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2.

SKRIVSTOVAN
Skrivstovan er opin týsdag og hósdag frá 16:00 – 18:00, umframt hetta arbeiðir tú 6 tímar afturat.

UMSÓKN
Umsókn skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 20. februar 2014.

SETAN
Tú byrjar í starvinum mánadagin 10. mars. Fyrstu vikurnar arbeiðir tú saman við núverandi skrivstovufólkinum, ið setur teg inn í starvið.

MEIRA FÆST AT VITA
Við at venda sær til Marin Helenu Hentze, skrivstovufólk, mfs@mfs.fo, +45 31 76 85 88 ella Regin Berg, formann, reginberg kurla gmail.com, 581013.