Lesandi vilja arbeiðaFleiri lesandi hava vent sær til MFS, av tí at tað er ein trupulleiki hjá teimum, at tey mugu hava eitt starv klárt, áðrenn tey flyta aftur til Føroyar. Hetta er ein trupulleiki, sum er sera lættur at loysa. Um nýútbúgvin fáa okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldi ta (sum oftast) stuttu tíðina, tað tekur at finna eitt starv, er tað munandi lættari at flyta heim.

Arbeiðshugur Fyri at lesa krevst at fólk hava hug at arbeiða. Fleiri av okkum hava hug til at arbeiða í Føroyum. At lesa í fleiri ár fyri síðani einki starv at finna, er ikki dreymurin hjá nøkrum lesandi. At fólk hava møguleika at búgva í Føroyum, inntil tey fáa eitt starv, merkir á ongan hátt, at vit missa hugin til at arbeiða. Tað merkir bara, at vit eru før fyri og tøk til at arbeiða, tá møguleikin er tilstaðar. Vit føla okkum vælkomin í Føroyum og vilja tískil arbeiða her.

Tað er ein sannroynd, at tú festir røtur, har tú býrt. Vinfólk, skattalógir, bústaðarviðurskifti... alt kemur uppá pláss so við og við, og tú skal vera serstakliga heppin, um tú kann siga íbúðina hjá tær upp her og nú fyri síðani at finna eitt stað í Føroyum at búgva samstundis. Hevur tú møguleika at fara heim til Føroyar beint eftir loknan lestur, um tað er tað tú vil, so er tað nógv meira sannlíkt, at tú búsetir teg í Føroyum.

Tað er eisini nógv lættari at finna eitt starv, um tú leitar eftir einum starvi í tí landinum, sum tú nú einaferð ert í. Tað er gjørligt at hava starvssamrøður, tú hevur atgongd til allar miðlar, tú kanst práta við fólk, og arbeiðsgevarar vita, at tú ert har. At leita eftir einum starvi í einum landi tú ikki er í er gjørligt, men tað er øgiliga nógv lættari at leita, har tú nú einaferð ert.

Lesandi sum útreiðsla? Hanus Samró, tinglimur fyri Fólkaflokkin, fanst mánakvøldið at MFS, fyri at vit vilja hava at lesandi, sum júst eru liðug við útbúgving sína, skulu kunna fáa eitt arbeiðsloysisgjald í Føroyum, inntil tey finna sær eitt starv. Hann er av teirri fatan, at tað tekur arbeiðshugin frá fólki, at tey hava tann møguleikan. Vit meta, sum vit søgdu omanfyri, at tá tað verður lættari at finna arbeiði í og flyta til Føroyar, fara vit at vilja arbeiða enn meira.

Vit skilja ikki heilt, hvat tinglimurin meinar við, tá hann tosar um, at lesandi uttanfyri Føroyar bara blíva ein størri byrða fyri landið, um tey fáa sama møguleika sum onnur til eitt arbeiðsloysisgjald av onkrum slagi – verið tað seg lesandi í Danmark ella uttanfyri Danmark. Lesandi í Danmark fáa danskt SU, og Danmark betalir fyri alla útbúgvingina. Lesandi uttanfyri Danmark fáa somuleiðis danskt SU, og eitt nú lesandi í Skotlandi fáa sína útbúgving frá skotsku stjórnini, eins og føroyska ÚSUN er munandi lægri enn SU.

Í so máta er arbeiðsloysisgjald, ikki júst serliga nógv at gjalda, samanborið við hvat onnur lond gjalda, fyri at okkara borgarar fáa eina útbúgving. Tað er nóg nógv, at bara nøkur fá eyka lesandi búsetast og finna starv um árið vegna hesa skipan, til at tann lutvíst lítla útreiðslan kemur fleirfalt innaftur.

Tað verður ikki arbeiðsloysisgjald, sum ger, at fólkatalið fleirfaldast í Føroyum. Men alt bendir á, at tað fer at hjálpa og kann eggja fleiri fólki at koma til Føroyar at arbeiða.

Vegna MFS, Regin Berg, formaður í MFS og MFS Aberdeen Birita í Dali, forkvinna í MFS Keypmannahavn Guðrið Poulsen, forkvinna í MFS Føroyum

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTíðindaskriv

Pisan 2011 – Fjølbroytt innihald í dragandi sniðiMFS gevur aftur í ár út blaðið Pisan, ið er blaðið til miðnámsskúlanæmingar. Pisan 2011 er á tremur við frásagnum frá føroyskum lesandi kring knøttin. MFS tryggjar aftur í ár miðnámsskúlanæmingum eitt fjølbroytt blað í dragandi sniði fullfíggjað við greinum um fleiri lestrargreinir í ymiskum lestrarbýum. Pisan 2011 bjóðar bæði frásagnir frá teimum meira siðbundnu lestarumhvørvunum, so sum læknavísind og búskaparfrøði, til tað kanska meira forkunnuga so sum margmiðlaráðgeva og animatión.

Praktiskir upplýsingar Pisan 2011 er framleidd av lesandi til lesandi, og hædd er tí eisini tikin yvir fyri teimum meira praktisku upplýsingunum í samband við lesturin. MFS vil tryggja miðnámsskúlanæmingum best møguligu ráðgevingina, tá ið teir skulu taka stóru avgerðina um at fara undir hægri lestur. Pisan 2011 umrøður tí eisini evnir so sum fígging og trygging í samband við tað at flyta heimanífrá.

Ein kelda til íblástur Pisan 2011 er ætlað sum ein kelda til íblástur til miðnámsskúlanæmingar. Eitt blað, ið stimbrar forvitni til lestur og styrkir áhugan hjá tí einstaka miðnámsskúlanæminginum at leypa út í tað ókenda. Við Pisan 2011 bjóðar MFS øllum miðnámsskúlanæmingum eitt innlit í gerandisdagin hjá teimum lesandi. Eitt innlit í eina ikki so óveruliga framtíð.

Pisan 2011 kann lesast umvegis leinkjuna: http://mfs.fo/?page_id=24

Vinarliga Ráðið

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesPisan