MFS fer at skipa fyri kjakkvøldið hóskvøldið, 19.apríl, kl 19 í Østrømsfabrikk í Tórshavn.Evnið, sum MFS ferð at viðgera, er dimmitendsats í Føroyum. Dimmitendsatsur verður brúktur í Danmark, sum hjálp til nýútbúgvin, meðan tey finna sær arbeiði eftir loknan lestur.

Staðfest er í fleiri umførum at ung, ið gerast liðug við útbúgving hava tað torført við at koma til Føroya aftur.

Tá Tórshavnar kommuna kannaði útisetar, kom fram at útbúgving var tað, sum lokkaði fólk flest til Danmark. Og at bert eini 45 % komu aftur til Føroyar At tað er torført hjá lesandi at koma til Føroyar aftaná loknan lestu, er staðfest við teimum lesandi, sum venda sær til MFS um hendan trupulleikan. MFS hevur skotið upp at okkurt slag av arbeiðsloysisgjaldið kundi hjálpt um støðuna. Hvussu tað skal skipast, hevur MFS ikki orku til, men vil MFS vísa á henda trupuleika hjá útisetunum.

Skráin fyri kjakið: 19:00: MFS bjóðar vælkomin, og kunnar um tankan við dimmitendsatsi 19:10: Ernst Jacobsen frá Als 19:25: Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum 19:40: Kjak um, hvussu ein møgulig dimmitendsatsur hevði kunnað sæð út og fíggjast? 20:20: Kjak um, hvørt dimmitendsatsur hjálpir um fólkatalið/samanseting?

MFS vil heita á øll áhugaði at luttaka í hesum týðningarmikla kjakið, og koma við sínum spurningum og ivamálum.

MFS - Føroyar

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesTiltak

Fríggjadagin 26. aug verður MFS partur av innleiðsludegnum fyri nýggjar studentar.MFS vil kunnað nýggju studentarnar um virksemi og endamálið hjá MFS. Innleiðsludagurin er eitt gylt høvið, og samstarvið við Setrið er til frama fyri studentar.

 Skráin fyri dagin.

Eftir innleiðsludagin verður síðani aðalfundur fyri MFS Føroya-nevnd. Fundurin byrjar kl 13 og er settur til at vara ein tíma. Fundurin er fyri allar studentar í Føroyum og vil Føroya-nevndin heita á so nógv sum gjørligt at møta upp og bera fram spurningar, ynskjir og ivamál. Ella sína arbeiðsorku og hug.

Skráin fyri aðalfundin er: 1 Høvið at melda seg sum lim í MFS 2 Frágreiðing fyri farna árið 3 Val av nevnd og tiltaksnevndum 4 Ætlanir fyri komandi ár 5 Ymiskt

Studentarlív er ikki bara skúli og lesnaður, tað er so nógv annað. Studentar eru ein týðandi partur av samfelagnum, sum nógv hava hugsanir um. Tó, tað týðningarmiklasta er at studentar vera hoyrdir, og lata hoyra frá sær. Uttan eina rødd sum talar, er tað eingin sum hoyrir. Við hesi áheitan vil MFS heita á studentar at møta fjølment í Lærararskúlahøllini fríggjadagin 26. aug. og gera sína ávirkan galdandi.

MFS Føroya-nevnd

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta