• Heim
  • Tíðindi
    • Hvat er MFS?
    • Ráðið
    • Nevndir
    • Skrivstovan
    • Reglugerð fyri MFS
    • Búmerki
  • Bløðini hjá MFS
  • Flogvit
    • Pisudagar
    • Markleys Útbúgving
    • JobMatch
    • Yrkistænastan
    • Leiðbeining til MFS tiltøk
    • Skráseting til løgtingsval

MFS MFS

  • Heim
  • Tíðindi
  • Um
    • Hvat er MFS?
    • Ráðið
    • Nevndir
    • Skrivstovan
    • Reglugerð fyri MFS
    • Búmerki
  • Bløðini hjá MFS
  • Flogvit
  • Tiltøk
    • Pisudagar
    • Markleys Útbúgving
    • JobMatch
  • Vegleiðingar
    • Yrkistænastan
    • Leiðbeining til MFS tiltøk
    • Skráseting til løgtingsval
 Jens Mortan Rasmussen, Lív Egilsdóttir Olsen og Heidi á Lakjuni vanta á myndini. 

Jens Mortan Rasmussen, Lív Egilsdóttir Olsen og Heidi á Lakjuni vanta á myndini. 

Nýggja ráðið fokus á Føroyar

 Jens Mortan Rasmussen, Lív Egilsdóttir Olsen og Heidi á Lakjuni vanta á myndini. 

Jens Mortan Rasmussen, Lív Egilsdóttir Olsen og Heidi á Lakjuni vanta á myndini. 

Herfyri hevði Meginfelag Føroyskra Studenta aðalfund. Tíggju fólk vórðu vald í ráðið, fimm teirra nývald, og nýggjur formaður í MFS er Regin Berg. Aðalfundurin heitti á ráðið um serliga at arbeiða við nøkrum viðurskiftum, sum einamest hava týdning fyri lesandi í Føroyum. 

Áheitan á ráðið og broyting í reglugerðini  

Eitt uppskot varð sent ráðnum um at broyta reglugerðina, soleiðis at útlendingar, sum lesa í Føroyum, kunnu verða limir í MFS. Aðalfundurin samtykti einmælt hesa broyting, av tí at tað er ein natúrlig uppgáva hjá MFS at stuðla øllum lesandi í Føroyum. 

Aðalfundurin heitti á ráðið at arbeiða fyri: At studningurin til føroysk lesandi hækkar, verður prístalsviðgjørdur, og at ein fær studning í 12 mánaðir heldur enn 11. Hetta av tí einføldu orsøk, at studningurin lesandi í Føroyum fáa, er alt ov lítil til at ein kann liva av studninginum. Serliga tá ein hugsar um avmarkaðu bústaðarmøguleikarnar og kostnaðarstøðið í Føroyum, er hetta ein trupulleiki hjá lesandi. Hóast fleiri vilja lesa í Føroyum, og sera nógv lesandi halda, at Føroyar eru besta staðið at vera sosialt og fyri framtíðar møguleikar, so ger tað fíggjarliga, at nógv noyðast at fara av landinum. Hægri lestur er eitt fulltíðarstarv, og allar kanningar vísa, at tað eru tey fæstu, sum kunnu arbeiða serliga nógv afturat lestrinum, uttan so at tað gongur útyvir prógvið. 

Harumframt vil aðalfundurin, at MFS skal arbeiða fyri, at ÚSUN ikki verður umlagt til lán, eins og at rentan á lestrarlánum skal lækkast. At enda heitti aðalfundurin á ráðið um at skipa fyri eini árligari kanning av liviumstøðunum hjá lesandi í Føroyum. 

Ráðið  

Fýra teirra, sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Teitur Vágadal, Martin Mohr Olsen, Hallur av Rana og Maria Ziskason Nesá. Vit vilja fegin takka teimum fyri arbeiðið tey hava gjørt farnu tíðina. Serliga vilja vit takka Martini og Teiti, sum hava verið virknir í MFS í fleiri ár, og hesa tíðina hava verið millum teir mest virknu og arbeiðssomu í ráðnum. 

Nýggja ráðið sær soleiðis út: 

Birita í Dali, Universitetet i Tromsø, afturvald  
Eirikur Sanderson, Copenhagen Business School, nývaldur  
Guðrið Poulsen, Fróðskaparsetur Føroya, nývald  
Heidi á Lakjuni, Roskilde Universitet, nývald  
Jens Mortan Rasmussen, Fróðskaparsetur Føroya, afturvaldur  
Lív Egilsdóttir Olsen, Metropol, nývald  
Marin Helena Hentze, Aalborg Universitet, afturvald
Oda Strøm, Københavns Universitet, nývald  
Regin Berg, Fróðskaparsetur Føroya, afturvaldur  
Turid Christophersen, Fróðskaparsetur Føroya, afturvald 

Regin Berg gjørdist formaður, Birita í Dali næstforkvinna, Marin Helena Hentze kassameistari og Oda Strøm skrivari. 

 

August 1, 2013 by Meginfelag Føroyskra Studenta.
  • August 1, 2013
  • Meginfelag Føroyskra Studenta
Newer
Older

MFS MFS

  • Heim
  • Tíðindi
    • Hvat er MFS?
    • Ráðið
    • Nevndir
    • Skrivstovan
    • Reglugerð fyri MFS
    • Búmerki
  • Bløðini hjá MFS
  • Flogvit
    • Pisudagar
    • Markleys Útbúgving
    • JobMatch
    • Yrkistænastan
    • Leiðbeining til MFS tiltøk
    • Skráseting til løgtingsval
 
facebook
youtube
instagram