Hugskotskapping

Tey, sum vilja nýta sínar ástøðiligu førleikar í verki, fáa komandi hálva árið eitt frálíkt høvi til at royna seg. Landsverk fer at skipa fyri einari kapping, har lesandi, nýútbúgvin og onnur við góðum hugskotum til eitt ella fleiri av virkisøkjunum hjá stovninum, fáa møguleika fyri at koma við uppskotum til, hvussu ítøkiligar avbjóðingar kunnu loysast.

26948_3b166882-3994-4227-81b6-3b027899c9bd.jpg

Málbólkur
Málbólkurin, sum kappingin vendir sær til, eru bæði nýggj lesandi og fólk við bachelor, kandidat ella phd-útbúgving. Nærliggjandi útbúgvingarøki eru innan verkfrøði, byggifrøði, arkitektur, búskaparfrøði, leiðslu, HR, samskifti ella kt. Ein slík kapping er uppløgd at taka støði í fyri tey, sum skulu í gongd við serritgerð ella onkra aðra verkætlan.