Pisudagar 2017

Aftur í ár skipar MFS, í samstarvi við Betri og Altjóða Skrivstovuna (ASK), fyri Pisudøgum fyri teg, ið fer uttanlands at lesa.

Pisudagar er eitt afturvendandi tiltak fyri teg, ið fer uttanlands at lesa, soleiðis at tú kanst fáa svar uppá tínar spurningar, fáa góð ráð frá ymsum serkønum, og høvið at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu sum tú. Endamálið er, at tú fært eina betri lestrarbyrjan.

“Hetta er 10. árið á rað, at vit, ASK og Betri skipa fyri Pisudøgum. Hetta tí at vit síggja at tiltakið er sera vælumtøkt, vit hava havt fult hús øll árini, afturmeldingarnar eru sera góðar, og vit uppliva, at hetta veruliga ger ein mun hjá teimum sum luttaka.

Fyri at feira, at hetta er 10 árið á rað, at vit opna dyrnar fyri ungum føroyskum pisum, hava vit í ár valt at hava eina kapping um ein lestrarpakka millum øll tey sum luttaka. Lestrarpakkin er ein Adidas ryggsekkur við eini MacBook Air og einum SVEIGGJ Ferðaseðli.” sigur Helena Jørmundsson, forkvinna í MFS.

Tiltakið byrjar við nøkrum kunnandi og viðkomandi framløgum. Aftaná framløgurnar verður farið í bólkar alt eftir hvar ein ætlar sær at lesa. Eitt MFS-umboð, sum longu lesur í tí økinum, fylgir við. So verður høvið at tosa við onnur, ið eisini eru á veg til sama lestrarbý, umframt at møguleiki verður at tosa við onkran, ið longu býr har og sum kann geva nøkur ráð og svara spurningum. Sjálvandi verður eisini høvið at mingla og okkurt gott til góman verður eisini. Harafturat koma Danny and the Veetos-trio at spæla nøkur løg!

Pisudagarnir 2017 verða hildnir bæði á deildini hjá Betri í Saltangará hin 1. august kl. 19 og á Ungdómsdeildini hjá Betri í miðbýnum í Havn 2. august kl. 19.

Skrá:

·       Umboð fyri MFS greiða frá um lestrarlívið og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

·       Betri ráð um fíggjarlig viðurskifti, ið tú eigur at hugsa um sum lesandi, m.a. Nemkontu, NemID, Fíggjarætlan, Lestrarkreditt og Betri legat

·       Morid Jacobsen, ið dagliga starvast á ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti

·       Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan

·       Umboð fyri Atlantic Airways greiðir frá fyrimunum og treytum við Sveiggj ferðaseðlum, soleiðis at tú kanst flúgva fyri serprís meðan tú ert lesandi. Eisini fer AA at burturluta ein Sveiggj ferðaseðil í Saltangará og ein í Havn.

·       Eftir framløgurnar fara luttakarnir í bólkar, alt eftir hvar tey fara at lesa. Eitt umboð fyri MFS fylgir við út í hvønn bólk. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar.

·       At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman til góðar tónar frá Danny & The veetos - Trio 

·       Eisini verða kappingar, har tú kanst vinna Sveiggj ferðaseðlar, og vera við í kappingini um ein Betri-Lestrarpakka, sum er ein Adidas ryggsekkur við eini teldu og einum Sveiggj ferðaseðli