MFS Ræstkjøtaveitsla

Aftur í ár skipaði MFS Keypmannahavn fyri vælumtóktu Ræstkjøtaveitsluni í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

MFS vil fegin takka fyri eitt sera hugnaligt kvøld, ið eins og seinasta ár var fullsett.

Umframt ræstkjøt og súpan, var sitrónskúm við hindberjum og kaffi at fáa omaná, øl frá Føroya Bjór og Lívsins vatn - tjóðarsnapsur føroyinga.

Undir borðhaldinum spældi Mannbjørn Anthoniussen, eftir hetta vóru borðini ruddað til síðis og Afrokid byrjaði at diska.

Sí myndir frá tilakinum her