Útbúgving er ein íløga - ikki ein útreiðsla!

Tíðindaskriv 4. oktobur 2017

Gleðisboð vóru at frætta 29. septembur 2017, tá ið samgongan legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 fram - nú skulu lesandi í Føroyum eisini fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðan. Hetta eru vit í MFS sera fegin um, tí hetta er ein broyting, ið hevur verið harðliga tiltrongd í nógv ár.

Retorikkurin og hugburðurin hjá nøkrum politikkarum hevur í alt ov langa tíð verið, at tey lesandi bara kunnu arbeiða tann 12. mánaðin. Vit kunnu í hesum sambandi seta spurnartekin við, um hesir politikkararnir somuleiðis bara skuldu fingið løn í 11 mánaðar og síðan arbeitt tann 12. fyri at tjena sær nøkur oyru. Hetta er ikki ein haldgóður retorikkur ella hugburður at hava. Hetta vísir týðiliga, at man hvørki virðir tað arbeiðið, lesnaðurin krevur, ella tey lesandi.

Við at veita lesandi stuðul í 12 mánaðir er politiska skipanin við til at geva teimum lesandi møguleikan til at hava eitt virðiligt lestrarlív. At vera undir hægri lesnað er eitt fulltíðaryrki, sum eigur at verða mett sum eitt fulltíðaryrki, og tí eigur lestrarstuðul fulla tíð sjálvsagt at fylgja við. Hetta er samstundis við til at gera, at Føroyar kemur eitt fet nærri ætlanini at gerast eitt kappingarført útbúgvingarland.

 

Føroyar vilja útbúgva fólk fyri kr. 1500 um árið

Samstundis sum lesandi í Føroyum fáa meira í stuðli, so eru tað tey lesandi uttanfyri Føroyar, sum skulu gjalda fyri tað - Landsstýrið hevur nevniliga avgjørt at lækka ferðastudningin til føroysk lesandi uttanlands við kr. 900. Hetta tykist at vera ein framhaldandi niðurraðfesting av føroyskum lesandi uttanlands, tí hesin ferðastudningur hevur í fleiri umførum verið skerdur - úr kr. 4800 niður í kr. 2400 og nú kr. 1500. Og hesaferð er tað ikki tí, at landið ikki hevur ráð at veita hann, men tí marknaðurin er broyttur. Bíligu ungdómsferðaseðlarnir hava staðið okkum í boði í minni enn eitt ár.  Marknaðurin broytist í heilum og hvør veit, um ferðaprísurin er tann sami um eitt ella tvey ár? Kunnu vit tá aftur vænta, at ferðastudningurin fer at hækka? Hetta loyva vit okkum at ivast í, tí tað verður ikki lagt upp til fylgjandi eftirmetingar av skerjingini og tess samsvar við marknaðin. Nei, málið snýr seg í hesum førinum ikki um, hvørs man hevur ráð ella ikki, men um vantandi politiska raðfesting. Er tað veruliga so, at Landsstýrið ikki kann raðfesta lesandi í Føroyum uttan at niðurraðfesta føroysk lesandi uttanlands? Talan er her, í hvussu so er ikki um eina uppraðfesting, men heldur eina umlegging.

Endamálið við ferðastudninginum er at fáa føroyingar, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroyar aftur eftir loknan lesnað. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga soleiðis, at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya. Á henda hátt verður tilknýtið til móðurlandið varðveitt, og sannlíkindini fyri at fólk flyta heim aftur økt. Men vil man nú, aftaná at hava havt tilflyting í eitt ella tvey ár, veruliga siga, at man er so tryggur, at man vil niðurraðfesta tann fíggjarliga stuðulin til tey lesandi uttanlands til at koma heim at vitja undir lesnaðinum?

Vit undrast á, at Landsstýrið, heldur enn at fegnast um, at ferðaprísurin er farin niður, og at studningurin røkkur til næstan tvær ferðir heim um árið, velur at skerja ferðastudningin og soleiðis tvíhalda um, at studningurin bara skal røkka til eina ferð heim. Hetta uttan nakra trygd um víðari marknaðartillaging, um ferðastuðulin seinni ikki røkkur til tað einu ferðina. Hetta er, í hvussu so er, ikki við til at styrkja tilknýtið til Føroyar.
 

Hvat við at prístalsviðgera lestrarstuðulin?

Nú Landsstýrið er upptikið við at prístalsviðgera ferðastudningin eftir marknaðarprísinum, hví so ikki taka hesa prístalsviðgerina meir í álvara og fara undir hesa somu dagføring við eitt nú lestrarstuðlinum til lesandi í Føroyum soleiðis, at lesandi kunnu hava ráð til at røkja lesnaðin fulla tíð? Tað er ongin loyna, at lesandi í Føroyum noyðast at arbeiða viðsíðurnar av lesnaðinum fyri eitt nú at gjalda fyri bústað og uppihald, og tey virka tí uppá ongan máta undir ideellum viðurskiftum, har lesnaðurin kann fáa tað raðfesting, hann eigur at fáa. Ein verulig prístalsviðgerð av studningi er ikki ein, sum hevur sparingar fyri eyga, men ein, har tað veruliga verður prístalsviðgjørt soleiðis, at peningurin kemur at samsvara við kostnaðarstøðið.

Kostnaðarstøðið í Føroyum er sera høgt, og lestrarstuðulin og bústaðarmøguleikarnir hjá lesandi eru als ikki nøktandi. Tað er sjálvandi gleðiligt, at broytingar eru komnar tann rætta vegin, eitt nú við at veita lestrarstuðul 12. mánaðan, og at tað nú eru komnar lestraríbúðir, men hetta eru lutfalsliga lítil fet, sæð í mun til tað sum skal til, um vit skulu lyfta útbúgvingarøkið í Føroyum. Eitt dømi um vantandi raðfesting er, at Fróðskaparsetrið ikki hevur fingið tað játtanina, tað hevur eftirlýst. Gamaní hevur Fróðskaparsetrið fingið 8,8 mió. kr. hetta umfarið, men harav fer størsti parturin til Sjóvinnuhúsið og restin til lønir og rakstur.

Hinvegin hevur Setrið verið noytt at gera sparingar á útbúgvingum, og hetta er (sjálvsagt) eitt stórt afturstig fyri bæði lesturin og fyri hugburðin hjá teimum lesandi. Hesar sparingar hava við sær, at t.d. ískoytislessnaður, vallærugreinar og starvslæra lækka í tali og vikum. Tað kann ikki verða rætt, at man vil eggja føroyingum at lesa í Føroyum og so heldur áfram at lata Setrið bløða. Setrið má gerast kappingarført við onnur universitet soleiðis, at tað loysir seg at velja Føroyar.

 

Íløga heldur enn útreiðsla

MFS vil tí heita á politisku skipanina at skifta hugburð og byrja at síggja útbúgving og tey lesandi sum eina íløgu heldur enn eina útreiðslu. Nú er nokk tosað um ætlanir um at raðfesta útbúgving - vit ynskja at síggja og merkja framburð í verki. Hetta skal ikki fremjast við einans at umleggja pening frá einum enda í hin, men við at gera íløgur og tryggja øllum pørtum tær bestu fortreytirnar. At veita lestrarstuðul 12. mánaðin er ein góð byrjan.

 

Meginfelag Føroyskra Studenta
4. oktobur 2017


 

MFS_útbúgving er ein íløga - ikki ein útreiðsla.jpg