MFS á NOM-ráðstevnu í apríl 2016

Lestrarfeløg úr norðurlondum og baltiskum londum vóru síðsta vikuskifti á NOM-ráðstevnu í Estlandi. Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður fyri Ráðið, og Lív Egilsdóttir Olsen, skrivari í Ráðnum, umboðaðu Meginfelag Føroyskra Studenta.

NOM er ein ráðstevna, sum verður hildin tvær ferðir um árið, har lestrarfeløg frá ymiksum norðurlondum og baltiskum londum hittast fyri at samstarva og deila sínar royndir innan lestrarøkið. NOM er eitt netverk, ið stendur fyri Nordisk Ordførende Møte og eru limalondini: Føroyar, Danmark, Ísland, Svøríki, Noreg, Finnland, Estland, Letland og Litava. Øll hesi lestrarfeløgini vóru umboðaði á ráðstevnuni í Estlandi.

Hesuferð var túrurin komin til estlenska lestrarfelagið at hýsa ráðstevuni. Evnið á ráðstevuni var “overview of how teaching and studying skills have been monitored, developed and what the current vision for further development is”.

Hetta evnið er sera áhugavert og viðkomandi, og tí fóru vit í gongd at kanna, hvussu langt Føroyar eru komnar á hesum økinum. Eftir at hava tosað við Setrið og Mentarmálaráðið, kundu vit staðfesta, at hetta er ikki nakað, ið Føroyar hava arbeitt nógv við.

Hinvegin vóru tey samd um, at hetta er nakað sum skal raðfestast hægri, tá ið tíðin er búgvin til tess.  Tí var tað sera áhugavert at hoyra hini lestrarfeløgini greiða frá, hvussu tey arbeiða við hesum, og hvussu langt tey vóru komin á økinum.

Eitt annað endamál við NOM-ráðstevnuni er at læra onnur lestrarfeløg at kenna og deila sínar royndir sum feløg. Torstein og Lív høvdu eisini eina framløgu um føroyska meginfelagið og tess arbeiði, umframt lestrargongdina í Føroyum sum heild. MFS hevur lutikið á NOM-ráðstevnum fyrr, og er ætlanin hjá MFS eisini at luttaka í næstu NOM-ráðstevnuni, sum verður í Bergen í oktobur.

Vit í MFS vóna, at tað fer at bera til hjá MFS at luttaka í hesum netverkinum framyvir við tí fyri eygað, at eisini hýsa ráðstevnuni í Føroyum einaferð skjótt. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri at kunna onnur lond um Føroyar og styrkja samstarvið millum MFS og onnur lestrarfeløg.

Sí myndir frá NOM-ráðstevnuni: