Týskvøldið 9. juli 2019 skipaði MFS fyri tiltaki um Bolognatilgongdina. Terji Beder og Rebekka P. Zelander løgdu fram um tilgongdina hjá Føroyum og Grønlandi til Bologna. Framløgan tók støði í serritgerð teirra, sum tey hava skrivað á kandidatútbúgvingini í útbúgvingarvísindi á Aarhus Universitet. Í framløguni varpaðu tey ljós á týdningin av og avbjóðingarnar við íverksetanini av Bolognatilgongdini. Herundir lýstu tey, hvussu langt arbeiðið við íverksetanini av Bolognatilgongdini er komið í Føroyum - eisini samanborið við Grønland.

Í stuttum kann sigast, at Bolognatilgongdin er ein semja millum evropeisk lond um viðurkenning av hægri útbúgvingum hjá hvørjum øðrum. Hetta ger, at lesandi úr Bologna-limalondum kunnu taka útbúgving – ella partar av útbúgving – í øllum londum, sum eru partur av Bologna. Kravið er m.a., at útbúgvingarnar verða skipaðar eftir einum felags leisti.

Fitt av fólki var komið til tiltakið, og eftir framløguna fingu tey høvi at seta Terja og Rebekku spurningar um Bolognatilgongdina.
MFS takkar Terja og Rebekku fyri áhugaverdu framløguna, og vilja vit samstundis takka teimum, sum góvu sær stundir at koma til tiltakið.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta