Will the Faroe Islands be the location of your next adventure?

From October 29th to November 2nd 2012, students from all the Nordic countries will assemble at the Faroe Islands to take on a marine sector related challenge in a four days boot camp. The challenge is presented by related members in the sector that are looking for fresh and innovative ideas. The whole trip will be recorded and the video will be used to promote the marine sector within Europe as a thrilling career option. The project is a cooperation between organizations in Norway, Iceland, Sweden, Denmark and Faroe Island and is founded by Nordic Innovation.

We are looking for 18 university students with different backgrounds such as in business, engineering, nutrition, biology or other studies, people who have been working in the marine sector or total amateurs, just about anyone interested and willing to take full part in this program. Flight and accommodation free of charge!

We are accepting applications until the 3rd of October. If you are interested in taking on a new challenge that can further your education and benefit your career opportunities, please visit:

www.nimmp.org

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

30. apríl 2012 skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú summarið er í hondum, og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.

Um tú vilt hava dreyma summarstarvið, burdi tú sett tær tíð av til at vera hjá Østrøm mánadagin 30. apríl millum kl. 16 og 17.

Skeiðið er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkeið, Tiltak

Hósdagin tann 30. mars skipar MFS fyri cafékvøldið á Føroyahúsinum við góðum tónleiki og lestrsrkunning. Kvøldið byrjar við tónleiki, sum Janus Kampmann og vinmaðurin Mikkel standa fyri. Afturvið verður borðreitt við góðari súpan. Aftaná verður fokus sett á møguleikarnar at fara í starvsvenjing ella uttanlanda at lesa í eitt ella tvey semestur. Holger Arnbjerg frá ASK fer at greiða frá møguleikunum undir ÚSUN-skipanini, síðani kemur eitt umboð frá EDU at greiða frá møguleikunum at lesa uttanfyri Evropa, og at enda fara lesandi sum hava roynt at verið í praktikk og "útveksling" at greiða frá sínum upplivingum og royndum. At enda runda Janus og Mikkel av við nøkrum undirhaldandi tónum.

Tað eru nógv sum ikki eru varug við allar møguleikarnar ið ein skipan sum ÚSUN gevur okkum føroyingum. Tað er vanligt at fólk søkja um uttanlandauppihald ígjøgnum universitetið tey lesa á. Tá eru møguleikarnir avmarkaðir til teir lærustovnar skúnin samstarvar við og oftani er ikki gjørligt at sleppa júst har ein helst vil. Vit føroyingar hava valið at søkja sjálvi eftirsum vit hava møguleikan at fáa skúlan goldnan ígjøgnum ÚSUN-stuðulin. Valið gerst tá nógv meiri fjølbroytt og áhugavert, tí tá er tað so at siga bert hugflogið ið setir avmarkingar. Kom og hoyrið meira tann 30 mars á føroyahúsinum!!!

Tiltakið byrjar kl. 19.00 og er ókeypis.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Mánakvøldið tann 30. Oktober verður forvitnisligt tiltak á Norðuratlantsbryggjuni. Jóannes Eidesgaard og fleiri landstýrismenn verða við. Kom og frætt meiri um hvat 2015 er og hvat verður gjørt fyri at røkka visjónini. Tiltakið er serliga ætlað teimum lesandi og framløgur og kjak verða um evnini "Íverksetan, gransking, menning og nýskapan". Umframt hetta verður viðkomandi spurningurin settur: "Hvat skulu Føroyar kunna bjóða tær, um tú skalt flyta heimaftur?" Kom og lurta og kjakast og gev títt íkast til Visjón 2015! Tilmeldingarfreistin er hósdagin 26. oktober og fer fram hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, tlf.: 32 83 37 70, ella bjorgh@tinganes.fo. Sí skrá á www.2015.fo

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Uppgávan er at argumentera Høvuðstrupulleikarnir í sambandi við skrivligar uppgávur er oftast ikki orðing og stavseting – tað ber altíð til at fáa onkran at hjálpa sær við at rættlesa lidnu uppgávun. Heldur er tað at fáa argumentatiónina at hanga saman og skipa tekstin, so hann er skilligur, greiður og grundaður á sakligar og góðar grundgevingar. Argumentatiónin er avgerandi fyri dygdina í einari akademiskari uppgávu, og hvussu hon verður mett av próvdómarum. Hóast hetta verður frálæra í argumentatión og uppgávuskriving so at siga ongastaðni boðin fram á lærustovnunum.

Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at kenna aftur og greina sundur argumentatión, soleiðis at uppgávuskrivarin verður betur førur fyri at skipa argumentatiónina í skrivligum uppgávum. Vit fara at lesa, greina og umskriva brot úr akademiskum uppgávum og fjølmiðlagreinum. Eisini verða luttakararnir kunnaðir um grundleggjandi argumentatiónsteori. Skeiðið er ætlað øllum, ið skulu skriva uppgávur í sambandi við sína útbúgving.

Skeiðið verður hildið í Føroyahúsinum leygardagin 22. oktober frá 10.00 til uml. 14.00. Dánial Hoydal, stud. mag í retorikki, stendur fyri skeiðnum.

Kostnaður fyri luttøku:

Limir í MFS : 50 kr. Onnur: 175 kr. Skeið + limagjald: 200 kr.

Tekning fer fram á mfs@mfs.fo, og peningurin skal gjaldast inn á konto 9570 0002 154 560. Minst til at viðmerkja fult navn. Til ber at tekna seg líka til tann 22. okt., men best hevði verið, um tú boðaði frá luttøku frammanundan!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesSkeið, Tiltak