Pisudagarnir 2011 eru farnir aftur um bak, men vitanin um MFS og gullkornini hjá Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni standa eftir. Her á síðuni ber til at lurta eftir samrøðum úr Kringvarpinum við MFS og Holger Arnbjerg.

MFS tosar við Summarmorgun um Pisudagarnar 2-4. august. [soundcloud url="http://api.soundcloud.com/tracks/20834682"]


Holger Arnbjerg tosar við Summarmorgun um, hvussu skal farast fram, um ein ikki er komin inn á sín ynskta útbúgvingarstovn. [soundcloud url="http://api.soundcloud.com/tracks/20834938"]

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Væleydnaðir Pisudagar MFS hevur í døgunum 2.-4. august verið við til at skipað fyri Pisudøgum í samstarv við Altjóða Skrivstovuna og Eik. Tiltøkini hava fyrst og fremst verið ætlað nýklaktu pisunum, ið byrja hægri lestur í komandi vikunum.

Fakta og mytir Hugsjónin handan tiltøkini hevur verið at geva teimum lesandi-to-be eina góða byrjan upp á lestrarlívið, við at veita teimum kunning um fakta og avsanna mongu myturnar, ið eru um hetta fyribrigdið at flyta heimanífrá - ella enntá uttanlands - fyri fyrstu ferð. Tí sum luttakandi á tiltøkunum hava sannað, so er tað at byrja at lesa meira enn bert bøkur og pensum. Í mongum førum skal bústaður finnast og flytast inn í, lestrarstuðul søkjast, freistir yvirhaldast og ja, hvussu fær man egentliga eitt CPR-nummar? Og passar tað, at ein skal hava skrásettan bústað í Danmark fyri at fáa SU?

Beinraknar pisur MFS er sera fegið um at hava fingið høvi at hitt og tosað við so nógvar pisur, ið vístu áhuga og ágrýtni, tá ið ivamál skuldu avgreiðast og fakta fáast upp á pláss. Við beinraknum spurningum prógvaðu pisurnar, at tær hava neyðuga áræði at fara undir hægri lestur – og samstundis at fara undir eitt nýtt og spennandi kapittul í lívinum.

Eisini var tað sera stuttligt at síggja pisur, ið fyrst ætla sær víðari á hægri lestur næsta ár, men sum longu nú eru byrjaðar at fyrireika seg, og tískil høvdu leita sær á pisudagarnar at forvitnast. MFS er ógvuliga fegið um at síggja slíkan áhuga fyri lestrarlívinum og vónar at síggja hesi aftur til pisudagarnar næsta ár til eina nýggja rundu við beinraktum spurningum.

Bert byrjanin Pisudagarnir er ikki seinastu ferð MFS skipar fyri lestrarviðkomandi tiltøkum. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at skipa fyri tiltøkum til tey lesandi, ið stimbrar tilvitanina til tað fakliga og setur vitan í hásæti. Bæði tey nýggju og tey garvaðu lesandi hava nógv at gleða seg til – pisudagarnir vóru bert byrjanin til eitt heyst á tremur við spennandi MFS-tiltøkum.

Sí allar myndirnar frá tiltøkunum her.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Aftur í ár verður møguleiki hjá øllum teimum ið fara undir hægri lestur, at koma á Pisudag, at frætta nærri um øll tey praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini ið standa fyri framman, hjá ein nýggjum lesandi í einum nýggjum býi. Skráin er soljóðandi:

Upplegg: * Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS.fo) greiður frá um praktisku viðurskiftini, og hvat MFS fæst við. * EIK greiður frá um tey fíggjarligu viðurskiftini. * Altjóða Skrivstovan (ASK.fo) greiður frá, um hvat tað vil siga, at fara undir hægri lestur.

Stuttur stedgur * Fari verður í bólkar har møguleiki er at tosa vid lesandi ið lesa í sama lestrarbýi og at tosa vid onnur ið fara sama veg.

Umframt okkurt lekkurt til góman, fer fløguaktuelli Petur Háberg at spæla tónleik.

* í EIK á Saltangará týskvøldið 5. august kl. 19.00 * í Ungdómsdeildini hjá EIK í Tórshavn mikukvøldið 6. august kl. 19.00

Tiltakið er ókeypis og tað er ikki neyðugt at tekna seg!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Týskvøldið 7. august verður tiltak, Pisudagur, í Ungdómsdeildini. Fert tú at lesa víðari? So, Be There!! MFS, ASK og Eik skipa fyri tiltakinum, sum er ókeypis og verður í Ungdómsdeildini (beint yvirav SMS) týskvøldið 7. august kl. 19.30.

Skráin er hendan:

* Hvat er MFS og hvørjum virkar MFS fyri * Tær fýra nýstovnaðu MFS-nevndirnar greiða frá * Spurningar til MFS * Praktisk viðuskifti í smb. við at flyta av landinum (ASK) * Fíggjar-og skattaviðuskifti (ASK) * SU, ÚSUN, ÚS og ferðastuðul (ASK) * Hvørjir fíggjarligir møguleikar eru? Eik greiðir frá

Aftaná verður okkurt lekkurt ábit og Høgni Reistrup fer at spæla hugnaligan tónleik. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

Møtið fjølment!

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Eini 60-70 pisur høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í góðveðrinum hendan seinnapartin 7. aug. at fáa góð ráð og íblástur til at fáa eitt betri flog, nú veinginar á fyrsta sinni veruliga skulu standa sína roynd hjá stórum parti av hesum ungu fólkunum. Eftir stuttan inngang við nakað av reklamu fyri MFS var ein presentatiónsrunda á skránni, har fólk greiddu frá, hvat og hvar tey vóru sloppin inn á lærustovn, og sigast má, at áhugaøkini vóru rættiliga ymisk. Tey flestu høvdu sum vera man valt Danmark sum lestrarland, men eisini heilt fitt av teimum møttu skuldu til Stórabretlands - serliga til Skotlands.

Síðani var lagt út við eini longri framløgu um lestrarlív sum heild, har serligur dentur varð lagdur á at lýsa gerandisdagin hjá einum lesandi á hægri lærustovni og at greiða frá lopinum bæði út í heimin men eisini muninum í millum miðnámsskúla og hægri útbúgvingarstovnar.

Næsta innslagið, sum snúði seg um meira praktisk viðurskifti so sum SU, føroyafrádrátt og ferðaískoyti fekk áhoyrarnar meira við, og nógvir spurningar vórðu settir. Føroya Sparikassi, sum hevði stuðlað tiltakinum, hevði eina framløgu um fíggjarspurningar og val av peningastovni í samband við flyting uttanlands.

At enda var farið út í smærri bólkar, sum vórðu býttir eftir landafrøðiligu valunum av lestrarlondum og býum, har fólk kundu seta meira nágreiniligar spurningar um einstøku støðini.

Sum heild eitt væleydnað tiltak, sum varð hildið í fullsettum húsum. Vónandi kundi tiltakið geva nakað av luft undir veingirnar hjá pisunum, sum nú venda nevunum heimanífrá.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta