GFSL stuðulin hevur brúk fyri einum nýggjum navnið, og vit spyrja teg, hvat tað skal vera. Vit leita eftir er einum nýggjum, løttum navni, ið endurspeglar, hvat stuðulin virkar fyri.

Vinningurin er ein ferðaseðil, ið hevur gildi fram til 05.02.2014. Freistin at lata uppskot inn er 22. desember kl. 23.59 og vinnarin verður avdúkaður sjálvan jólaaftan 24. desember.

So um tú hevur eitt frískt, øðrvísi, kreativt, genialt ella okkurt heilt annað navnauppskot, so er hetta tín møguleiki at vinna tær sjálvum ein ferðaseðil í jólagávu.

Uppskot kunnu sendast til mfsmeylar@gmail.com (merkt "ferðaseðil") og við honum ein stutt frágreiðing um, hví tú heldur at uppskotið er gott, eins og tú skalt viðhefta upplýsingar um navn og lesna.

Treytin fyri luttøku er, at mann er lesandi og limur í MFS. Gerst limur her.

Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, GFSL, er ein ferðastuðul, ið verður latin lesandi, ið skriva um føroysk viðurskifti og í uppgávuhøpi hava tørv á at ferðast í egnum landi ella til eitt annað land.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

16. nov skipaði MFS saman við Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og ritstjórunum handan Exit Føroyar bókina, fyri einum kjaktiltaki á Norðurbryggju. Tiltakið var væleydnað, og eini 200 føroyingar vóru komnir saman hetta kvøldið. Hoyr her samrøðuna, ið Kringvarp Føroya hevði við Biritu í Dali, forkvinnu fyri MFS, um tiltakið.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Nýggj avtala gevur føroyska málinum somu rættindi, sum grannamálini hava í sambandi við víðari lestur í Danmark.

Mentamálaráðið og danska Vísindamálaráðið hava gjørt avtalu um upptøkukrøvini hjá føroyingum, sum fara undir hægri lestur í Danmark.

Miðnámsútbúgving og danskt mál á A-stigi hava verið treyt fyri at fara undir hægri lestur á so at siga øllum útbúgvingarstovnum í Danmark. Við nýggju avtaluni lúka lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi. Kravið um danskt mál á A-stigi fellur sostatt burtur.

Nú gevur føroyskt mál á A-stigi okkara lesandi somu lestrarrættindi í Danmark, sum móðurmál svia, norðmanna og íslendinga hava givið teirra lesandi. Avtalan hevur eisini við sær, at tey, sum hava føroyskt og danskt mál á A-stigi, lúka kravið um bæði at hava móðurmál og fremmandamál, sum er fyritreyt fyri upptøku á ávísum útbúgvingum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um, at avtalan javnsetur føroyskt mál við grannamálini. “Harumframt er avtalan ein fyritreyt fyri nýggju miðnámsskúlaskipanini, og fer hon eisini at geva miðnámsskúlanæmingum okkara størri rásarúm at seta saman teirra miðnámsútbúgving í framtíðini”, sigur Bjørn Kalsø.

Nýggja avtalan er gjørd við støði í teirri sannroynd, at vit læra danskt í fólkaskúlanum og við støði í nýtsluni av donskum máli í okkara útbúgvingarskipan annars.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesDagføringar

Sendistova Føroya í Keypmannahavn søkir eftir skrivara at byrja í starvi tann 1. novembur 2012.

Uppgávur Starvið fevnir í høvuðsheitum um uppgávur, ið viðvíkja móttøku, telefonavgreiðslu og skrivarauppgávur, m.a. at svara fyrispurningum, skipan og ábyrgd av fundarvirksemi og skjalaskráseting. Harumframt uppgávur viðvíkjandi dagliga rakstrinum á sendistovuni.

Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, og hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og í talu. Eisini verða viðkomandi starvsroyndir raðfestar høgt. Umsøkjarin eigur at hava góð samstarvsevni, kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera hjálpsamur, miðvísur og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Stórur dentur verður lagdur á at geva góða tænastu til tey mongu, sum venda sær til sendistovuna.

Vit bjóða Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum. Sum skrivari á sendistovuni kemur tú at hava nógv samskifti bæði inn- og úteftir. Tú kemur at verða ein partur av einum altjóða umhvørvi í Keypmannahavn og samstundis hava nógv samband við føroysku miðfyrisitingina. Sendistova Føroya hevur skrivstovu á Norðurbryggjuni, har sendistovurnar hjá Íslandi og Grønlandi eisini halda til.

Setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála millum Finansministeriet og HK. Starvsfólk skulu sjálvi finna bústað, men vit hjálpa fegin við vegleiðing og øðrum. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigmund Ísfeld, sendimann, telefon +45 3283 3770.

Umsókn Umsókn við prógvum og lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til Løgmansskrivstovuna: info@tinganes.fo við avriti til sigmunduri@tinganes.fo Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 10. oktober 2012 kl. 12.00.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Will the Faroe Islands be the location of your next adventure?

From October 29th to November 2nd 2012, students from all the Nordic countries will assemble at the Faroe Islands to take on a marine sector related challenge in a four days boot camp. The challenge is presented by related members in the sector that are looking for fresh and innovative ideas. The whole trip will be recorded and the video will be used to promote the marine sector within Europe as a thrilling career option. The project is a cooperation between organizations in Norway, Iceland, Sweden, Denmark and Faroe Island and is founded by Nordic Innovation.

We are looking for 18 university students with different backgrounds such as in business, engineering, nutrition, biology or other studies, people who have been working in the marine sector or total amateurs, just about anyone interested and willing to take full part in this program. Flight and accommodation free of charge!

We are accepting applications until the 3rd of October. If you are interested in taking on a new challenge that can further your education and benefit your career opportunities, please visit:

www.nimmp.org

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta

Tíðindaskriv frá Studna: Løgtingið samtykti 23. desember 2011, at inntøkumarkið í sambandi við inntøkujavning av lestrarstudninginum verður hækkað úr kr. 10.000 upp til kr. 20.000 frá 1. januar 2012. Hetta merkir, at ein lesandi kann hava eina mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøku upp á kr. 20.000 uttan at lestrarstudningsupphæddin verður ávirkað. Inntøkumørkini og studningsupphæddirnar koma framyvir at verða fylgjandi:

Er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:

kr. 20.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 3.737

omanfyri kr. 20.000, men kr. 21.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.363 (- 10 %)

omanfyri kr. 21.000, men kr. 22.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.990 (- 20 %)

omanfyri kr. 22.000, men kr. 23.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.616 (- 30 %)

omanfyri kr. 23.000, men kr. 24.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.242 (- 40 %)

omanfyri kr. 24.000, men kr. 25.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.869 (- 50 %)

omanfyri kr. 25.000, men kr. 26.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.495 (- 60 %)

omanfyri kr. 26.000, men kr. 27.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.121 (- 70 %)

omanfyri kr. 27.000, men kr. 28.000 ella lægri, verður studningurin kr.   747 (- 80 %)

omanfyri kr. 28.000, men kr. 29.000 ella lægri, verður studningurin kr.   374 (- 90 %)

omanfyri kr. 29.000 fæst eingin studningur

Fyri tey, ið fáa lægra studningin, sum í mesta lagi er kr. 1.800, eru upphæddirnar lutfalsliga lægri. Sum áður fráboðað so er tað bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður. Talan er um tær kr. 3.737 (hægri studningurin / barnsburðarfarloyvisstudningurin) og kr. 1.800 (lægri studningurin). Ískoytisstudningarnir “barnastudningurin” og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.

Løgtingið samtykti eisini 23. desember 2011, at lestrarstuðlarnir ikki verða prístalsjavnaðir 1. august 2012. Meirilutin í Mentanarnevndini viðmerkti tó, at um samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum føra til, at lønarhækkingar verða, eigur at verða javnað sambært búskaparfrágreiðing I frá 2011.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesDagføringar

Hendan heilsanin var send í Kringvarp Føroya saman við jólaheilsanum úr Danmark á jólum 2011. Eg eiti Birita í Dali og eri forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta í Keypmannahavn. Eg vil senda eina jóla- og nýggjársheilsan vegna nevndina hja MFS.

Tankar um lestrarlívið Vit eru fleiri enn 1.100, id lesa uttanfyri Føroyar, og meginparturin av okkum lesa her í Keypmannahavan. Desembur mánaði er ein meira friðleysur mánaður hjá teimum flestu orsakað av próvtøkum, men tey allarflestu gleða seg til at at vera heima á klettunum á jólum. Tíverri hava øll lesandi ikki rád at koma heim til jóla. Føroysk lesandi uttanfyri Føroyar eru ikki heilt í somu støðu, sum mong lesandi aðrastaðni í heiminum. Tá vit fara undir hægri útbúgving uttanfyri Føroyar missa vit gerandisdagin heima í Føroyum, bæði tá hugsað verður um familjuna, men eisini tað samfelagsliga. Møguleikarnir hjá okkum undir útbúgving at virka í og ávirka okkara føroyska samfelagið eru ikki mangir. Tí er tað av stórum týdningi, at vit hava eitt vælvirkandi MFS

MFS er ein millumliður. Millum føroyska samfelagid og tey lesandi og millum tey lesandi innanhysis. MFS er eitt vidurkent samrádingarumbod vid føroysku myndugleikarnar. MFS strembar fyri at tryggja eitt gott samskifti við tey lesandi, líkamikið hvar í heiminum hesi eru stødd. Her í Keypmannahavn veita vit karmar fyri kjaktiltøkum har vit varpa ljós á alskyns føroysk viðurskifti, hetta bæði fyri at styrkja samanhaldið millum Føroyar og tann einstaka lesandi, men eisini fyri at styrkja samanhaldið millum tey lesandi í kbh. Í nýggja árinum hava vit nógv spennandi kjaktiltøk á skránni, og í februar byrja vit næstu lestrarhálvárid vid eini ræstkjøtaveitslu fyri lesandi í Keypmannahavnarøkinum.

So er bert eftir at ynskja gleðilig jól og gott nýggjár til:

  • til øll teirra, sum  hava hildið framløgur á okkara tiltøkumí Føroya húsinum
  • Politikarum, sum eru møttir upp til kunning og kjak
  • Ráðgevingini í Føroyahúsinum, sum hjálpir øllum føroyskum lesandi.
  • Til tykkum, sum hava møtt mannsterk upp til okkara tiltøk í ár
  • ...og øllum okkara limum, sum geva okkum eitt heimildargrundarlag at arbeiða á og eina rødd úteftir móti altjóðasamfelagnum - og móðurlandinum Føroyum.

Gleðilig jól ! – og gott nýggjár øll somul ! vónandi síggjast vit næsta ár.

Posted
AuthorMeginfelag Føroyskra Studenta
CategoriesDagføringar